Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tá hon var tingkvinna fyri Sjálvstýri, føldi hon, at hon slapp ikki at siga sína hugs­ an. Síðani kom hon á ting fyri Javnaðarflokkin. Nú still­ar Kristianna Winther Poul­sen upp til býráðsvalið í Havn fyri Javnaðarflokkin Mynd: Heinesen myndir 5. august 2016 Tað koma nógv gullkorn frá tingfólkum und­ ir tingviðgerum. Ikki minst tá ólavsøkurøða løg­mans er til umrøðu, har hann stingur út í kortið poli­tikkin fyri komandi tingsetu. Í so máta var tingviðgerðin av løgmansrøðuni hesa­ferð einki undantak. Andstøðan brisklar samgongu – tingfólk kapp­ast um at átaka sær heiðurin fyri tað góða, sum er farið fram. Tað er sera um­ráð­ andi at fáa ongarlut í rósinum. Spælireglarnar eru ikki tær somu fyri sam­gongu­tingfólk og andstøðutingfólk. Ser­ støð­an hesaferð er tó, at vit hava eins nógv and­støðu­tingfólk sum samgongutingfólk. 16 av hvørj­um. Í millum tey er so Sonja Jógvansdóttir. Sam­bært andstøðuleiðarunum, so hevur hon kort­ini ein stóran leiklut í samgonguni – tí hon stýrir í veruleikanum samgonguni, siga teir –hóast tað man vera ein sannleiki við modi­fikatiónum. Hon heldur ikki, at alt stendur so væl til. Hon fanst at landsstýrinum, sum ikki hevur arbeiðir nóg væl og nóg skjótt. Gamaní – helt hon – vóru framdir. Men tað verður ikki gjørt nóg nógv fyri tey, sum eru ringast fyri. Sonja Jógvansdóttir vísti á, at nógvir peng­ar eru komnir til landið, men at teir ikki eru komnir fólkinum til góðar. Hon heldur, at størri gjøld skulu leggjast á vinn­una, og at serlig brúkagjøld skulu vera fyri tey ríku. Tað ljóðar mikið gott. Men tá Sonja Jógv­ ans­dóttir nú er farin í sjálvdrátt uttan fyri and­støðu og samgongu, so sakna vit, at hon eis­ini kemur við nøkrum í tøkiligum loysn­ um uppá, hvussu hennara politikkur skal gjøgn­um­førast. Tey veikastu skulu hava meira, og tey ríkaru skulu gjalda meira. Fortel okkum hvussu! Andstøðan hevur í sínum framm­an­und­ an defineraða leikluti funnist at tí mesta. Jørgen Niclasen treiv í bókmentir hjá javnaðarmanninum Heðin Brú, tá sør­vágs­ grind­in kostaði Ketli í Feðgum á ferð kúnna – og vildi við hesum vísa, at Aksel má selja av fænum fyri at gjalda til húsarhaldið. Sum vera man mugu fleiri krónur í kassan, enn úr kassanum – samstundis sum hugsast skal um alt fólkið. Tann, ið finnur tann lykilin, hann rekur skynsamasta politikkin. – Eg umhugsi at stilla upp til bý­ráðsvalið! Tað segði Beate Lind­ en­skov Samuelsen í send­ingini »Lív­ið eftir 65« í Kring­varp­ inum herfyri. Í sendingini varð Beate Lindenskov Sam­u­el­ sen spurd, hvat hon helt um tað, at hon nú »per de­fi­nitón« er partur av »eldrabyrðuni«. Til tað segði Beate L. Samuelsen, at tað dámdi henni einki. – Og av tí sama, so ætli eg mær kanska at stilla upp til býráðsvalið, sum verður í vetur. Tí, tá tey snakka um hetta at vera pensjónistur, so eru tað konufólk, sum eru gomul. Men menn­ inir, teir verða ikki gamlir, segði Beate L. Sam­ uelsen. – Um tú hyggur rundan um teg, so finnur tú onkran býráðslim, sum er eldri enn eg, og í Løgtinginum eru eisini fleiri. So er tað eg tonki, hví skulu vit sum konufólk altíð aftra okkum, tað ber ikki til, segði Beate Lindenskov Samuelsen. Enn eru eingi nøvn koman fram av listaum hjá Sam­ bands­flokkinum. Kúgvin hjá Ketli og at vilja tað góða Ætlar sær í býráðið Beate L. Samuelsen Les eisini blaðið á telefonini Løgmaður rennur undan Edmund Joensen Kjak síða 14 Afturstig fyri Heystoy Annfinn Brekkstein síða 14 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? At Aksel V. Jo­hanne­ sen er 11. løg­mað­ur síðani heima­stýr­is­ lóg­ina? Kristianna ætlar sær í býráðssess í Havn Býráðsval 8. november Løgtingskvinnan Krist­i­ anna Winther Poul­sen ætlar sær í bý­ráðið í Havn. Suðurstreymoyar Javn­að­ar­fel­ag er í ferð við at leggja sein­astu hond á listan til bý­ráðs­valið 8. november, sum eftir ætlan verður enda­liga góðkendur á 2. og 3. uppstillingarfundi mán­ a­kvøld­ið. Og mangt bendir á, at Javn­að­ar­ flokkurin ætlar sær ein sterkan lista, tí í øllum før­um trý úr tingmanningini hjá flokkinum stilla upp til bý­ráðs­val­ið: Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri og løgtingsmaður. Hel­ena Dam á Neystabø, løg­tings­kvinna og býráðslimur og in.fo veit fyri vist, at Krist­ianna Winther Poulsen, løg­tings­kvinna, eisini er á lista­num, sum endaliga skal góðkennast mána­dag­in. Javn­að­ar­flokk­urin gjørdi eitt rimm­ar val á seinasta bý­ráðs­vali. Hann gjørd­ist so nógv størst­ur og vann einsa­ mall­ur meiri­lut­an í bý­ráðn­um – 7 av 13 sessum. Tað er ikki hent áður – síðani allir flokk­ar still­ aðu upp.