hósdagur 4. august 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
25
BSTED
Komandi partur
Í komandi parti greiðir ein medsjúklingur
hjá Jørgen Frantz frá hansara tíð í
sjúkrahúsinum.
Til ólavsøku i 1913 gav Niels Eidesgaard út
eitt »Ólavsøkuteiti«, har høvuðsinnihaldið
var ein skemtisøga um umrødde aktiónina
hjá Skibsted. Slíkar auktiónir vóru ofta
stóra undirhaldið tá í tíðini. Tí verður eisini
í hesi søgu gjørt nakað nógv burturúr.
Henda frásøgnin umrøður umframt
Meinhardt, pápa Jørgen Frantz og Klæmint,
abban, eisini Ziska og gevur eina góða lýsing
av tíðini tá.
Tá hin stóra aksjónin var
Teir høvdu nú givið alt upp fyri eitt “bad
job”, sum tað heitur á góðum modernaðum
føroyskum máli.
Gamli Skibsted, ið doyði á ungum aldri
var sakleysur, og hin nýggi Skibsted var líka
meinaleysur sum pápin.
Nei tað var nakað rotið einastaðni, og tey
mutlaðu um, at tey høvdu haft tap uppá
fiskin síðan 1857. Slíkt kann æma ein mann.
So kom Hans í Kina og gamli Adolf – teir
báðar kenna tit øll – og tað tóktist sum at
tað fór at ganga betur. »Frískt blóð er tað,
sum skal gera tað« segði Kina við gamla
Adolf. Men nakað mátti gerast, og so bygdu
teir fiskapakkhús úti í Puntanum.
»Ikki hevði eg gjørt so«, segði Rasmus,
hann skal nú finnast at øllum. »Heldur
hevði eg bygt eitt fiskahús úti á Rundingi«.
»Tað hava tygum ikki forstand uppá«, helt
Kina, og um eftirmiddagin fortaldi hann
Meinardt, hvat ið Rasmus hevði sagt.
»Den vigtigper«, svaraði Meinhardt aftur,
men sama summari bygdu teir fiskahús á
Rundingi. Rotturnar kendu sær gott høli í
fiskahúsinum í Puntanum, og ótu fiskin ið
har inn kom, skjótari enn hann var saltaður.
»Hatta mundi eg spáa, segði Rasmus«, men
teir vilja ikki lurta eftir mær. Tá eg var yviri
í Svøríki fekst eg nógv við fisk, og teir hjá
Skibsted kundu gott spurt meg til ráðar.
Kina plagdi at tosa við gamla Adolf um
viðurskiftini, men Adolf var væl dulur tá,
og Adolfs einkja var gomul tá, so hvat skuldi
hon gera.
Tað er vandi í hvørjari vælferð, helt
gamli Adolf og ráddi til at sigla við smærri
seglum. »Tað kunnu vit skam gott«, helt
gamli Clæmint, og so tóku teir seglini av
Nummar X og settu eitt 4-mannafara segl
í staðin. »Fram kemur hann ið hógliga fer«,
helt Essa, hann brúkti nú 14 dagar at sigla
frá Havnini norður til Hvalvíkar.
Meira sving við Ziska
Men tað gekk líka tvørligt. So var tað, at
Adolfs einkja fann Ziska. Hann førdi eitt
størri sving inn í forrætningslívið hjá
Skibsted. »Tað er massan, sum skal gera
tað«, segði Ziska, og tí stóð skjótt lýsing í
hvørjari føroyskari avís um, at tey sum
keyptu hjá Skibsted fingu avslag í prísi: 10,
15 og 20 prosent.
Gamli Skibsted vendi sær í grøvini,
tá hann las hesa lýsingina, og gamli
Adolf mutlaði fyri sær sjálvum: »Fyrr var
tað fiskurin, nú er tað bæði fiskurin og
krambavaran, ið fellir okkum«.
»Hattar mundi eg altíð siga«, helt Rasmus.
Tey sveittaðu hjá Skibsted í hesum
minniríku døgum. Tað vóru dagar, tá teir
seldu fyri kr. 1,86, slíkt høvdu teir ikki kent
í mong ár. »Eg haldi hetta ikki út«, helt Kina,
hann var vanur við róligar dagar hjá gamla
Skibsted. Tað komu mangar ungar damur út
at keypa í handlinum hjá Skibsted í hesum
døgum, og Ziska var ber sól hóast tað var
hávetur. Hann floytaði, kendi verðina ljósa,
kendi kærleikan nørast og trívast undir
hesum góðu viðurskiftum; men Kina og
gamli Adolf trænaðu burtur, alt sum út leið.
Ein dagin kom Meinhardt og fortaldi, at
nú vildi gamli Adolfs einkja ikki meira. »Hon
vil ikki meira«, helt Ziska bilsin. »Nei, hon vil
ikki meira« var aftursvarið.
Har stóðu teir allir og gløddu uppá hvønn
annan: Clæmint, Meinhardt, Ziska og Kina.
»Hun vil ikke«, lat fleiri ferðir í Kina.
Endin á Skibsted
So bóru ávísirnar aftur boð um land: »Stor
Auktion hos A.W. Skibsteds Efterfølgere
paa Grund af Handelsophævelse«. »Hatta
mundi eg altíð spáa« helt Rasmus, tá ið hann
læs lýsingina.
Boðini um auktiónina komu eisini inn á
Strendur. Jáke Peter hoyrdi tað í handlinum
hjá Hans Jákupi, hann kvikur heim til
konuna og segði frá, at nú skuldi Skibsted
seljast. Konan sló hendurnar saman. »Mis
fata meg ikki«, helt Jákup Petur, »teir hava
støðgað, og skulu nú halda auktión«. »So fer
tú at fara«, helt konan. »Man nøkur erturin
vera til sølu?« Tað er tað fyrsta, strand
ingurin spyr eftir.
Auktiónsdagurin kom, gott veður. Tað
loysti bátur úr hvørjari vík, og nógv lunna-
slit var hendan morgun. Har var eins nógv
av skjúrtum og brøkrum í hvørjum báti, tí
eingin vildi sita heima.
Auktiónin byrjaði. Gunnar (Winther,
sýslumaður] las við allari tí myndugleika
hann átti, eitt dokument upp.
Teir buðu út eina knappanál. »Hvussu
skal tað bjóðast«, spurdi Gunnar Mein
hardt. Pr. millimetur var aftursvarið. Hægst
bjóðandi bleiv Jóan Dávid Frederik Olsen
á Strondum.
»Skal hann fáa tilslag?« spurdi Gunnar.
Meinhardt býndi hendan neyðars Jóan
Dávid ígjøgnum og helt: »Skidt, lad os
risikere det«. Næsta nummar var ein galosja,
og boð gavst pr. kvint. (5 gramm).
Tað var begynt at vera lívligt uttanfyri,
og tó at ikki nógv rúsdrekka var í Havnini,
so høvdu nógvir javngott blóð. »Tit selja
for stór nummar«, rópti Egga hjá Jardusi,
og onkur spurdi, um tað var galosjan hjá
gamla Skibsted.
So kom eitt kramarhús við 10 rosinum,
boð pr. stykki. Egga var eydnismaður og átti
keypslag fyri 2 oyru rosinuna.
Trý fjerðingspund av mjøli var næsta
útboð. Egga hugsaði um jólakaku og bleiv
hægstbjóðandi. Hann elti jólakakuna alt
fyri eitt og át hana har úti, tí hann hevði
ikki stundir at fara heim til døgverða.
So seldu teir meira av ymiskum sløgum,
toy, steintoy, snørir, sukur og kaffi og altíð
vóru nummarini líka stór og boðini líka høg.
Fólk mundu etið hvørt annað, sum tey
bjóðaðu. »Tit skulu øll fáa«, rópti Gunnar,
men fólk var komið í anda og bjóðaðu seg
sjálv yvir.
Hetta lagið gekk í 14 dagar, og sum útleið
blivu nummarini smærri, men fólk veik ikki
av staðnum, tí tað var auktión.
Tá náttpottarnir komu, fell mong skemt
an, men Sámal Jákup í Svínáum, tann
álvarsmaður hugsaði um rómastamparnar
og keypti tríggjar. Tá fyrst varð loyst av,
gekk sum smurt.
Ertrarnar fóru allar til Strendur.
Hví skal eg greiða meira frá hesari aukt
ión. Tit vóru jú øll har og vita hvussu til
gekk. Hopandi at vit skjótt hittast aftur á
auktión.
Lýsing hjá Andreas Ziska í ólavsøkuteitinum 1913
Rætting til seinasta part:
Pápi Andreas Ziska, Christian Pauli,
fór til Canada í 1888. Konan, Jóhanna,
fór við børnunum aftaná. Tey komu
øll heim aftur trý ár seinni.
Ólavsøkuskemt í 1913
en kasse under deres karnap. I haugen
havde Carli mangfoldige huler. Også
her gik han sine egne veje, blev venner
med Nordredalsfolkene og besøgte dem
ofte. Alt var eventyrlighed, ulovlighed,
dristighed og mod. Jo, ulovligere, des
bedre. Var man ude med Carli, var man
sikker på at være på gale veje. Herligt var
det. Carli var så modig, at man aldrig var
bange i hans nærværelse.
I disse år er han også begyndt at kom
me hyppigt til Ejde, og han har sikkert
også adskillige gange været i Kirkebø.
I 1909 var der endnu meget tilbage af
den selskabelighed, jeg før omtalte. En
vis rolle spillede bankdirektør Christen
sen, hans datter Helga var i så høj grad
Carlis veninde, at det må tages med
her. Der var mange selskaber, og man
morede sig med at spille komedier, der
omhyggeligt indstuderedes. Hjemme hos
tante Helene var der til tider også ungt
selskab, og det var under en selskabelig
udflugt, at Finsens søn, Bjørn, faldt ned
fra Varden. Men dette holdt efterhånden
op, bankdirektøren rejste, Finsen rejste,
og Otto rejste til sidst også i 1910. Men
da var Carli allerede blevet konfirmeret.
Han blev nu mere og mere alene med den
færøske natur.
Niðan gjøgnum ánna, vinstrumegin
stendur Áarstova og høgrumegin
húsini hjá Gregersen