Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 Ikki við: Tórður Thomsen (óvist hvussu leingi), Robert Heðin Brockie (krossband), Odmar Færø (burturstaddur) Ikki við: Tróndur Jensen (Leikbann), Arnbjørn Hansen skaddur (Fipurspreinging, 2 vikur) Ivasamur: Rókur av Fløtum Jespersen (Lærkrikin) Ikki við: Atli Gregersen (Leikbann), Hans Jørgen Djurhuus (Leikbann), Finnur Justinussen skaddur (Brotið bein í fótinum) Ivasamur: Filip Djordjevic (Burturstaddur) Jón Krosslá Poulsen (Skaddur) Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ivasamir: Nikolaj Køhlert (lærskaði) Jónleif Højgaard (lærkrikin) Ikki við: Jann Ingi Petersen (Burturstaddur), Esmar Clementsen skaddur (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Nýggjur: Damir Ibric Yuksel (Uppihaldsloyvi) Við aftur: Albert R. Johannesen (Eftir leikbann) JÓANNES HANSEN Í kvøld verður tað farið undir síðsta triðingin av ársins kapp­ing í Effo-deildini. Hol verður sett á nítjanda um­far í Klaksvík, har Skála vitjar. Har­við verður tað møguleiki hjá heima­ fólkinum og teimum mongu, sum vitja á summarfestivalinum, í eina løtu at kobla frá tónleikinum. Tað er toppliðið, sum eigur heima­ vøll á Eiðinum í Klaksvík. Felags fyri fimm tey fremstu á støðu­talvuni er, at tey í hesum um­fari­num eiga heimavøll ímóti teim­um niðaru á talvuni. Harvið eru á pappírinum vánirnar ikki ser­liga góðar fyri, at úrslitini frá ólav­søkumfarinum fara at verða endur­tikin. Tá var tað soleiðis, at talan var um fýra sigrar á útivølli og ein heima­sigur. Tað kemur ikki so ofta fyri, at tað endar soleiðis. Átjanda um­far var tað einasta higartil í ár, tá ið fýra lið hava vunnið á útivølli. Í fjør var tað bara soleiðis í tólvta um­fari, og í fyrra árið var tað eisini bara í tólvta umfari, at tað lagaði seg soleiðis. Kiksararnir Uppgerðin eftir fyrstu tveir trið­ ingirnar sigur, at KÍ er topplið, og at tað eru fýra stig aftur til Víking, sum er næstfremst. Síðani 2005 hevur kappingin fevnt um 27 umfør. Tey ellivu árini, sum hon hevur verið galdandi, er tað sjey ferðir komið fyri, at tað lið­ ið, sum var fremst eftir átjan um­ før, vann meistaraheitið. Stóru feløgini í høvuðsstaðnum hava vunnið níggju av ellivu teim­ um seinastu meistara­heit­un­um, og síðstu sjey árini er FM endað í Gunda­dali. Felags fyri B36 og HB er, at hesi liðini hava megnað at vinna FM, tá ið tey hava verið fremst eftir átjan umfør. Undantakið var fyrsta árið- í 2005 – tá ið HB var ovast eftir átjan umfør. Tá vóru HB, Skála og B36 fremst eftir átjan umfør við 36 stig­um – HB átti besta málmunin – og eftir 27 umfør var B36 meistari fýra stig frammanfyri Skála og HB. HB hevur tvær ferðir megnað at vunnið FM, hóast annað lið var fremst eftir átjan umfør. Sein­na ferðin var í 2010, sum er besta dømið um, hvussu nógv tað kann broytast. Ta ferðina var NSÍ sjey stig frammanfyri HB, tá ið kappingin var tveir triðingar gomul. Tað endaði við, at HB vann FM seks stig frammanfyri NSÍ. Tað vil siga, at NSÍ sammett við HB misti trettan stig í níggju teimum seinastu umførunum. Fyrra ferðin, at HB vann FM uttan at vera fremst eftir átjan um­før, var í 2006. Tað er tiltikið, hvussu EB/Streymur, ið lá til at vinna FM fyri fyrstu ferð, í síðsta um­fari tapti á Mølini á Eiði ímóti KÍ, sum við 1-0 sigri spældi FM heit­ ið í HB húsið. Síðani kappingin varð longd til 27 umfør, hevur KÍ ongantíð vunn­ ið FM, og KÍ hevur undanfarnu ellivu árini ikki verið fremst eft­ir átjan umfør. Nú tað verður far­ið undir síðsta triðingin av tólv­tu kappingini síðani stóru broyt­ing­ ina, er KÍ topplið, og spurningurin er, um tað eisini verður soleiðis, tá ið punktum verður sett leygardagin 22. oktober. Tað kemur einki av sær sjálvum KÍ-Skála: Petur Reinert fríggja­ dagin kl. 18.00 Fyri einum ári síðani gjørdi KÍ upp við útsøgnina um, at klaks­vík­ ing­ar ongantíð vinna, tá ið teirra lið spælir á heima­vølli á norð­oya­ stevnu, summar­festi­vali­num og sjó­mannadegnum. Fríggja­kvøldið sjeynda august ella fyri einum ári síðani var tað so stórur rómur í Klaks­vík eftir 2-0 sigurin á HB, at mál­talvan lýsti í eina viku! Í kvøld verður Skála gestur í Klaks­vík. Hesi bæði liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. KÍ vann triðja apríl 2-0 í Klaksvík. Tá ið liðini spældu á Skála 12. mai, reið tað leingi um snarið. Skála hevði møgu­leika at skora sigursmálið, men í 90. minutti skoraði Páll A. Klett­skarð sigursmálið fyri KÍ. Veteranurin Hjalgrím Elttør ásannar, at talan verður um stóra av­bjóðing í kvøld: -Einki kemur av sær sjálvum. Skála­menn hava víst seg at vera stinn­ar, og teir hava vunnið og spælt javnt ímóti B36 og tapt tepurt ímóti fleiri av hinum, ið eru ovarlaga á talvuni. Vit eru fult og heilt savnaðir um avbjóðingina í kvøld, og sigur 33 ára gamli Hjal­ grím Elttør. Síðsta sunnudag var hann partur av vinstra borði, sum man vera tað elsta í Føroyum. 35 ára gamli Súni Olsen var vongverji. Til­saman hava teir spælt 862 dystir í fremstu røð í heimligu kapp­ ingunum og 105 landsdystir og í altjóða kappingum. 32 ára gamli bóltsnillingurin Svein­ur Justinussen er aftur á Skála liðnum, har hann ikki hevur ver­ið síðani 2005! Hann er annars mest kendur frá hondbóltinum. Víkingur hevur mist álopið Víkingur-B68: Eiler Rasmussen sunnu­dagin kl. 15.00 Tað er stórt mannfall í Víkingi. Finn­ur Justinussen gongur á høkj­um, tí lítið bein aftanfyri lítlutá er sprekkað. Tað verður vónað, at hann verður tøkur aftur um tvær vikur. Tá ið Finnur Justinussen fyrr í ár flutti úr Keypmannahavn og til Gøtu, varð Philip Djordjevic flutt­ur í høgra borð, og Finnur varð settur í fremstu ódnina. LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Í fýra av ellivu førum er tað ikki eydnast tí liðnum, sum var fremst, tá ið tað restaði ein triðingur av kappingini, at vinna FM Upptakt ÍTRÓTTUR TAÐ KIKSAR MEIRI ENN TRIÐJU HVØRJA FERÐ