Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Annfinn brekkstein Kjak síða 12 Ar­ beiðs­pláss eingin sjálvfylgja Birita arge Kjaks síða 12 Rað­ fest­ingar í Havn Fyrispurningurin frá Kára P. Høj­ gaard til ríkisumboðsmannin um danska stuðulin til føroysku flokk­ ar­nar er áhugaverdur. Ikki tí, tað er einki forgjørt í tí, at før­oysku flokkarnir fáa stuðul frá fólk­a­ting­i­num – eins og allir hin­ir flokk­ar­nir, sum stilla upp til danska parl­amentið fáa. Men tað at fólkatingsstuðulin er ein fimti­partur av roknskapinum hjá til døm­is Tjóðveldinum vís­ir, at stuð­uls­grund­ar­lag­ið und­ir fíggj­ar­ liga part­inum hjá før­oysku flokk­ u­num er ikki í lagi. Tí fólka­tings­ virk­semi hjá organisatiónunum hjá før­oyskum flokkum fer ikki við so stór­um parti av arbeiðinum. Tí vit skulu hava í huga, at hesin stuðulin er ikki til fólkatingsarbeiðið hjá teim­um báðum, sum valdir eru. Teir fáa nógv fleiri pengar at reka sítt virksemi á Christiansborg fyri. Í veruleikanum átti tað at verið eitt krav, at føroysku flokkarnir vóru skip­aðir meira professionelt. At ting­fólk kundu fáa ráðgeving og veg­leið­ing innanfloks, og at poli­ tikk­ur­in. Fólkatingið letur 30 krónur og 50 oyru fyri hvørja atkvøðu, sum flokk­arnir fáa. Tað merkir, at stóru donsku flokkarnir sum Javnað­ar­ flokk­ur­in og Vinstri fáa um 30 milli­ ón­ir krónur í fólkatingsstuðuli um ár­ið. Hvør upphæddin í Føroyum skuldi ver­ið, eru tað uttan iva yms­ ar meiningar um. Men upp á seg verð­ur tað sjálvandi dýrari at reka pol­it­isk­ar flokkar í Føroyum enn í Dan­mark, tí vit eru færri um at gjalda. Danska stuðulsskipanin hev­ ur tó eitt minstamark, sum er, at flokk­ar, sum fáa undir 1.000 at­ kvøð­ur, fáa ongan stuðul. Hetta er órættvíst, í øllum før­um í Før­oy­um. Tí her eru tríggir flokk­ ar, sum eru umboðaðir á løgtingi, men sum fáa undir 1.000 atkvøður til fólka­tingsval, Nýtt Sjálvstýri, Fram­sókn og Miðflokkurin. Tað er sjálvandi órættvíst, at hes­ir flokkar ikki fáa lut í hesi stuð­ uls­skipan. Orsøkin er uttan iva, at í Dan­mark hevur verið neyðugt at havt eitt minstamark. Í Føroyum kundi tað talið til dømis verið 100 at­kvøð­ur – um eitt mark skal vera. Tá allir flokkar í hesum høpi ikki verða viðgjørdir eins, so kunnu vit spyrja, hvat endamálið er við hesi donsku stuðulsskipan í Føroyum. Stuðul til politiska upplýsing í Føroyum hevur verið eitt býtisbarn – og kontoin verður lækkað og hækkað alt eftir, hvussu tingfólk vilja tekkjast veljarum. Men tað er neyðugt, at løgtingið tryggjar flokkum, sum virka í politisku skipanini, eitt skynsamt fíggjarligt grundarlag. politiskur floksstuðul Úrslitið eftir skatt í fyrra hálv­ar 2016 var eitt avlop á 9,6 mió. kr., móti 6,2 mió. kr. sama tíðarskeið í 2015. Hetta er ein øking upp á 3,4 mió. kr. Hesum boðar Norðoya Spari­kassi frá í dag. Vøksturin í útlánum og á­byrgd­um var 3,2% ella 53,9 mió. kr. Út­lánini øktust úr 1.598 til 1.646 mió. kr., og á­byrgd­ir­nar øktust úr 63,6 mió. kr. upp í 69,5 mió. kr. Vøksturin í innlánum var 3,4% ella 66,9 mió. kr. – úr 1.973 mió. kr. upp í 2.040 mió. kr. Inn­lánsavlopið øktist aftur í fyrra hálvár 2016 – hesa­ferð við 19 mió. kr. og var 395 mió. kr. pr. 30. juni 2016. Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hev­ ur seinastu árini merkt stór­ an áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða á­byrgd­ar­fæið var pr. 30. juni kr. 17.331.000, móti kr. 16.470.000 við ársbyrjan 2016. Hetta er ein øking upp á kr. 861.000, ella 5,2 % Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2016 var yvirdekningurin sam­mett við lógarkravið 169%. Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2016 var sol­vens­urin 18,1 %, meðan ind­i­viduelli solvenstørvurin var 9,1 %. Harvið var sol­vens­ yv­ir­dekningurin 9 % -stig. Sparikassin er væl nøgdur við gongdina higartil í ár, og nú árið er hálvrunnið, er spar­ikass­in av tí fatan, at met­ingin um úrslitið av vanligum rakstri fyri alt árið upp á umleið 19 mió.kr. fer at halda. Norðoya Sparikassi 9,6 milliónir í avlopi fyrra hálvár Løgtingið eigur at tryggja fíggjarliga grundarlagið Fyrstu listarnir til bý­ráðs­ val­ið í Havn tykjast nú at koma undir land. Í kvøld skal Suð­ur­ streym­oyar Javnaðarfelag hava ann­an og møguliga triðja upp­stillingarfund. Tað er greitt, at í øllum føri trý úr ting­manningini hjá Javn­að­ar­flokkinum stilla upp: Heðin Mort­en­ sen, Helena Dam á Neysta­ bø og Kristianna Winther Poul­sen. Fólkaflokkurin er eisini um at leggja síðstu hond á list­an. Annika Olsen segði við in.fo um vikuskiftið, at nevnd­in í Havnar Fram­ burðs­felag hevur fingið heim­ild at gera listan lidnan, og at tað væntandi verð­ur gjørt í vikuni. Greitt er, at báðir bý­ráðs­ limirnir hjá Fólka­flokki­ num, Sjúrður Olsen og Bogi And­re­assen stilla uppaftur. Jan Christ­iansen, sum ikki varð aft­ur­valdur seinast, men sum hevur sitið í 28 ár í býráðnum, hevur enn ikki tik­ið støðu til, um hann still­ar uppaftur hesaferð. Hann sigur, at hann hevur fing­ið áheitanir um at stilla upp, og at hann umhugsar støðu­na. Á seinasta býráðsvalið vann Javn­aðarflokkurin meiri­lutan av bý­ráðs­sess­ unu, 7 av teimum 13 og kundi stýrt býnum einsa­ mall­ur. Kortini gjørdi alt bý­ráð­ið samgongu, sum Tjóð­veldi seinni er farið úr. Heðin Mortensen er tann persónur, sum hevur sit­ið longst í Tórshavnar Bý­ráð. Hann hevur sit­ ið í 44 ár. Saman við Poul Michelsen hevur hann metið sum tann borg­ar­ stjór­in, sum hevur sitið longst – í 12 ár. Verður Heð­ in Mortensen aftur borg­ ar­stjóri, eigur hann metið eins­a­mallur: Fyrstu listarnir til býráðsvalið Heðin Mortensen, býkong­ur í Havn. Hann hev­ur sit­ið í býrðanum í Havn í 44 ár og er tann, sum hevur sitið longst.