Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ungdómar á gallaveitslu Barnaróðurin kom mikukvøldið til heiður og æru B arnaróðurin verður ikki varp­aður í útvarpi og ikki vístur í sjón­varpi. Men eins og til kappróðurin hjá teimum vaksnu, so er hørð kapping og nógvir fjepparar, har mong eru systkin, vinir, foreldur og ommur og abbar. Mikukvøldið í farnu viku var galla­ veitsla fyri teimum, ið hava tikið lut í barnaróðrinum í ár. Gallaveitslan var í Bridgehúsinum í Havn. Fyrireikararnir siga, at hetta er fyri at vísa teimum ungu virðing og fyri at eggja teimum til at halda fram, sam­ stundis sum tey fáa eitt hugnaligt kvøld. Á skránni var sodavatn, pizza og síðani dansur. Veitslan byrjaði klokkan 19, og tá myndamaður okkara var framvið mikukvøldið beint fyri klokkan 19, byrjaðu veitsluklødd ungfólk at koma inn í Bridgehúsið og sessast. Gentur í stásiligum kjólum, smyrsli og flottum hári, og dreingir í klædningi, skjúrtu og slipsi og við gelé í hárinum. Stílur var í, júst sum tað sømir seg til eina gallaveitslu. Umframt mat, drekka og dans, so vórðu eisini skreytbløð handað mann­ ingunum við flestu stigunum, Galla­ veitslan endaði klokkan 01 á nátt. Yvir 80 ungdómar vóru á gallaveitsluni hjá barnaróðrinum. Fyrsti íslendski forsetin hevði bilstjóra úr Gøtu S um kunnugt hevur Ísland júst fingið nýggjan forseta. Í hes­um sambandi kann tað vera áhuga­ vert, at bilstjórin hjá fyrsta íslendska forsetanum, Svein Bjørnsson, var Reimar Isaksen, ættur úr Norðragøtu. Kona hansara var Magnhild, f. Olsen, ættað úr Syðrugøtu. Tey vóru annars kend havnarfólk. Á ungum árum búðu tey í Íslandi, og tá er tað, at Reimar gerst bilstjóri hjá Sveini, sum var forseti í Íslandi frá 1944 til 1952, tá ið hann doyði. Magnhild lat Óla Jacobsen hesa myndina, stutt áðrenn hon doyði fyri nøkrum árum síðani. Hann heldur, at myndin kundi verið av áhuga hjá okk­ ara lesarum. Reimar og Magnhild eru høgru­ megin á myndini. Við bilin standa for­ setahjúnini, Georgia og Svein. Vit vita ikki hvør drongurin á myndini er. Bilurin er ein amerikanskur Buick Special árgang 1938.