Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 19 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Skúlabyrjan Fyri at nøkta tørvin av føðsluevnum, er tað er eitt gott hugskot at variera úrvalið av bæði breyði, frukt, grønmeti, viðskera og tilhoyri mest møguligt. At skifta millum breyðmáltiðir og døgurðarestir er eisini við til at skapa variatión. Ein sunnur matpakki inniheldur ■ Grøntmeti – salat, viðskeri ella at gnaga ■ Breyð – helst rugbreyð ella groft breyð við max 5g feitt og min 6g fibur/100g ■ Viðskera – kjøt við max 10g feitt/ 100g, ostur max 30+ ella egg ■ Fisk – minst eitt slag av fiska við­ skera ■ Frukt – tað fríska og søta Dømi um sunnar matpakkar ■ Rugbreyð við viðskera, t.d.: ■ Fiskafrikadella við agurk/tomat/ sitrón ■ Toskarogn við agurk/tomat/ pipar frukt/sitrón ■ Makrel í tomat við agurkstavum ■ Tun blandað við piparfrukt og fro­ mage frais ■ Skivir av kókaðum eplum og radis um/piparfrukt ■ Livurpostei við agurkskivum ■ Høsnarungi ella skinka við agurk/ tomat/pipafrukt ■ Røregg ella kókað egg við tomat og karse ■ Avokado blandað við súrepli og fromage frais ■ Smyrjiostur við agurkskivum ■ Ostur við piparfrukt ella nøtum/ honning ■ Humus ■ Smáttuostur við tomat ella reyðari piparfrukt ■ Fikuviðskeri ■ Banan­, súrepla­, kiwi­ ella jarð­ ber skivir Grovbollar við fyllu sum t.d. ■ Skinkuterningar/smáttuosti/ leyki/piparfrukt Fyltar muffins við t.d. ■ Skinkuterningum og fínt skornari purru ■ Sólturkaðum tomatum, mais og basilikum ■ Høsnarunga , reyðari piparfrukt og oregano Grov pitabreyð ella tortilla við fyllu sum t.d. ■ Salat og rækjum ■ Avokado og sitrónsaft ■ Skinkustrimlum, sjerrytomat og majs ■ Frikadellu og agurk ■ Rivnum osti og piparfrukt ■ Hakkað hartkókað egg, tomat og agurk ■ Falafel Blandað salat við skinku, høsnarunga, tun e.l. og rugbreyði Innkeyp ■ Tað er týdningarmikið at minnast til mat­ pakk an, tá íð keypt verð ur inn – nøkur minn ast til alt, með­ an onnur mugu gera sær ein inn keypslista. Tann størsti parturin av planleggingini gongur út upp á at gera innkeypslistan. Har um framt geldur tað um at nýta teir møgu leikar, íð eru fyri at brúka døg urðarestir til mat­ pakkarnir. Plan legg t.d. at gera eyka frikadellir ella eina eyka stóra portión av gula róta salat ■ Lat eisini børnini koma við hugskot­ um. Serliga hjá minni børnum skift ir tað ofta, hvat íð tey hava hug til frá degi til dags. Tað er tí gott, um innkeypslistin inniheldur varia tións møguleikar, íð gera tað møguligt at improvisera, um ein ella fleiri í familjuni knappiliga skuldu broytt meining um, hvat íð tey dáma og ikki dáma! Matpakki til børn í dagstovni ■ Nógv smá børn hava ein matar­ lyst, íð skiftir rættiliga nógv. Nakrir dagar eta tey nógv, og aðr ir dagar næstan einki. Tað er týdn ingar­ mikið, at matpakkin hvønn dag pass ar til tann góða matarlystin. ■ Øll børn skulu hava ein matpakka, íð er lættur at eta. Hann skal síggja lekkur út – eisini eftir at hann er pakkaður út. Tað er oftast gott at hava eitt sindur at velja ímillum. Okkurt óvæntað viðhvørt er heldur ikki so galið! ■ Børn við góðum matarlysti skulu hava ein matpakka, íð hóskar til tey. Tað skal vera nokk av breyði, grønmeti og soltnum viðskera, soleiðis at barnið kann eta nógv, uttan tó at fara at viga ov nógv ■ Børn, íð ikki hava so góðan matar­ lyst, skulu hava ein matpakka, íð hóskar til tey. Her mugu ikki vera alt ov tjúkkar breyðflísar ella stórar portiónir av rákosti. Matpakkin skal vera leskiligur, og má gjarna vera í tí eitt sindur feitara endanum, t.d. livurpostei, pylsa o.l. Leskiligir matpakkar Tað skal vera lætt – bæði at gera og at eta matpakkan. Tí vit hava nógv um at vera. Og tað skal vera innbjóðandi lekkurt fyri tann, íð opnar hann. Tað eru krøvini, um matpakkin skal vera ein sukses og ikki enda í ruskspannini. Matpakkin er týdningarmikil, av tí at umleið 1/3 av okkara dagliga orkutørvi verður nøktaður, í meðan vit eru til arbeiðis, í skúla ella á dagstovni. Um vit eta sunt og fjølbroytt gjøgnum dagin, gagnar tað bæði heilsuni og vælveruni. Vit fáa meiri orku, fáa betur samla okkum umframt lættari við at halda vektini. Eisini hevur ein sunnur matpakki við sær, at børnini útvikla sunnar kostvanar, íð tey fáa gagn av restina av lívinum. Matpakki til smá skúlabørn • Tey smáu skúlabørnini eru glað fyri matpakkan – serliga um hann inniheldur okkurt óvæntað. Tey seta prís uppá rugbreyð og gjarna eitt sindur av lekrum døgurðarestum • Teirra størsti trupulleiki er, at tað ofta knípur við at náa at eta matin. Tað er tí eitt gott hugskot at gera ein matpakka, íð kann býtast upp og etast yvir fleiri fríkorter. Børn, íð ikki hava so góðan matarlyst og børn, íð eta spakuliga, skulu hava mat, íð mettar, sjálvt um tey ikki eta so nógv av honum • Minst til frukt og eitt sindur av grønmeti - eina gula­ rót, ein bjálka av agurk ella líknandi. Variera mat­ pakkan, soleiðis at skift verður ímillum rugbreyð, tví flís, pitabreyð, tortilla o.l. Tað ger matpakkan meiri spennandi og økir um møguleikan fyri, at hann verður etin. • Lat vera við at nýta ov nógv pynt ella kryddsós, íð ger matin ov svansutan Matpakki til tannáringar • Tannáringar hava tørv á mati líka sum øll onnur, sjálvt um man av og á kundi freistast til at hildið naka annað, tá íð talt verður eftir, hvussu nógv hava matpakka við í teimum elstu flokkunum! • Tey flestu vilja tó fegin hava ein matpakka. Hann skal bara vera sunnur, innbjóðandi og lekkur ­ Og so má hann sjálvandi ikki lukta! • Hvussu kann man fáa ein tílíkan matpakka? Tað fær man sjálvandi við at gera hann sjálvur. So verður hann akkurát soleiðis, sum man vil hava hann! • Ger ein lista, íð gevur íblástur til breyð, salat, viðskera o.s.fr., íð er lekkurt til matpakkan • Tað má tilráðast at matpakkin verður gjørdur um kvøldi. Nógv ung bíða til í síðstu løtu við at fara upp og eru neyvan tá før fyri at gera ein lekran matpakka. Um tey harumframt eru so seint uppi, at tey ikki hava stundir til at eta morgunmat, er tað dupult so lekkurt at hava ein góðan matpakka við. Svongdin kemur jú fyrr ella seinni! Matpakki til vaksin Flestu vaksnu hava ½ tíma “døgurðaatíma” og atgongd tilbæði knív og gaffil! Hetta merkir, at tað eru góðar stundir til matin, og at møguleiki er fyri at hava døgurðarestir, salatir o.l. við Bæði menn og kvinnur eta ov lítið av frukt og grønmeti í mun til tey tilráddu 600 g. Serliga menn eta ov lítið av grønmeti og næstan onga frukt. Døgurðarestir sum t.d. grønmetisrættir og frukt omaná er ein lættur máti at økja um inntakið Millummáltíðir – ein partur av matpakkanum Ein matpakki skal ikki bert innihalda mat til eina einkulta máltíð. Serliga fólk, íð hava hart fysiskt arbeiði, umframt børn og ung, hava tørv á at eta fleiri ferðir um dagin. Annars verða tey troytt, óuppløgd og torført verður hjá teimum at samla seg Tørvur kann eisini vera á bæði morgunmati, og eini millummáltíð fyrra- og/ella seinnapart Tað er týdningarmikið at velja matvørur, íð tola at liggja í longri tíð og ofta í stovutemperaturi. Breyð, frukt og grønmeti er nakað av tí, íð best tolir hesa viðferð Tað ræður um at servera mat, íð mettar. Frukt aleina er ofta ov lítið og merkir, at børnini skjótt gerast svong aftur.