Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 24 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum 27. september 14 dagar Hoydalsvegur 17 100 Tórshavn tel. 340000 booking@62n.fo travel Sí meira á www.62n.fo So er ferðin byrjað! 27. september kunnu tilkomnir og eldri føroyingar aftur njóta vakurleikan, hugnan, sólina og lýkkuna við Sólorku uttan at verða rakt av tí ramasta summarhitanum. Aftur hesaferð skipa vit fyri serligum útferðum og tiltøkum fyri tey tilkomnu. Við í prísinum er flúgving, bussflutningur, gisting (eykagjald er fyri eina- ella serkamar), full pensjón og føroyskir vertir, sum kunnu vegleiða og ráðgeva. Harafturat kanst tú hjá Sólorku njóta okkara skrá til gamans og álvara: • ANNIKA HOYDAL syngur og geiðir frá sínum lívi sum listafólk og sum ung og nú meira tilkomin kvinna • ÓLI JACOBSEN greiðir frá lívinum sum høvundur og nøkrum av teimum áhugaverdu persónunum, hann hevur skrivað um – m.o. havnarmannin Dollan, sum í Afrika broytti heimssøguna • DURITA HOLM greiðir frá tí at búgva í Andalusia, frá stuttligum gerandissøgum og frá teirri serligu tarvamentanini í Spania • KIM HANSEN og ROBERT MCBIRNIE ríka okkum løturnar við práti, sangi og tónleiki Vit hava sjálvandi eisini spanskan tónleik og undirhald – m.o. við vinmanni okkara JOSÉ TORAL. Afturat hesum ber til at melda seg til eldra- ella heilsupakkan og/ella til hópin av einstøkum útferðum og tiltøkum. So stevna seniorar aftur til Sólorku Grundprísur: einans úr kr. 10.990,- Eyka fyri eldrapakka einans kr. 1.510,- (Í eldrapakkanum eru fleiri útferðir og túrar,vitjan á víngarði við vínsmakking, Benidorm Palace døgurðashow o.a.) 9 av 10 ætla at vitja Sólorku aftur Sambært eini anonymari spurnarkanning, sum 62N travel hevur gjørt millum tey, sum vitjaðu Sólorku í vár, siga ikki færri enn 9 av 10, at tey ætla at vitja aftur – summi enntá longu í heyst! 97% mæla eisini øðrum til at vitja Sólorku!