Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØGDSEMISKANNING Vilmund Jacobsen Kring um í Føroyum, har menn plagdu at fleyga lunda um summarið, verður sagt, at væl av fugli hevur verið at sæð í summar. Men, tað er helst bert á fáum støðum, at menn í summar hava fleygað nakað av týdningi. Lundi er ikki friðaður við lóg, men á nøkrum plássum, har menn plagdu at fleyga, hava grannastevnur friðað fuglin í eitt, tvey ella trý ár. Aðrastaðni hava tey valt ikki at friðað lundan, men her hava tey í staðin latið skilið ráðað. Settorvan á Viðoynni er eitt av lundalondunum í Før­oyum. Onnur lundalond eru eisini á Viðoynni, har rotta hevur gjørt sítt til at halda stovninum niðri. Í Set- torvuni og Urðini, tey rópa, hava menn lagt seg eftir at týna rottuna við rottueituri fyri at verja sum best um lundastovnin. Á Viðareiði halda tey seg gera lundalondunum best við ikki at friða fuglin á grann­a­stevnu, men heldur royna at røkja røkur og vøll, sam­stundis sum farið verður í lunda­londini við rottueituri. Bæði í fjør og í ár hava menn soleiðis verið í Settorv- uni og hava hesar túrar eisini havt fleygastong við sær. Tá Sosialurin í gjár skifti orð við viðoyingar, søgdu hesir, at tað sær nógv betri út við lundanum í Settorvuni ár enn í fjør. – Tá menn vóru har í fjør, fleygaðu teir einar 30 lundar, og í ár hava teir á sama túri fleygað tíggju ferðir so nógv­ an lunda, tó at teir ikki á nakran hátt halda seg hava gingið stovninum ov nær. Viðoyingar fegnast um, at allur fuglurin, sum teir fingu í summar, var ungur fuglur, sum var væl í holdum. – Árið í ár kann slett ikki samaberast við árið í fjør. Mong tekin er um, at lunda­ stovnurin nú so smátt er við at koma fyri seg aftur. Men, treytin er, at rottan verður hildin burtur, siga viðoy­ing­ ar. Mangt bendir á, at lundin so smátt er við at koma fyri seg aftur, men fyrsta treytin fyri vøkstri er, at rottan verður hildin burtur ARBEIÐSVEGUR VERÐUR NÚ GJØRDUR TIL SANDOYARTUNNIL Vilmund Jacobsen Tað er entreprenørfelagið, Sp/f Andrias Berg, sum hev­ur fingið uppgávuna at gera arbeiðsvegin frá lands­ vegnum norðan fyri Megin­ skúlan á Sandi og eystur til benið, har tunnilsmunnin til Sandoyartunnilin skal verða. Andrias Berg eigur og rekur hesa fyritøku, sum hev­ur heimstað í Slættanes­ gøtu 10 í Havn. Sp/f Andrias Berg hevur meira enn 20 ára royndir við útgrevstri, boring og spreing­ ing. Níggju fólk eru í starvi hjá fyritøkuni og millum onn­ur arbeiði, sum felagið í løtuni hevur í gongd, er eitt nú nýggja parkeringsøkið hjá Eik Yviri við Strond. Ein arbeiðsvegur Uppgávan, sum nú liggur fyri framman í Sandoynni, verður gjørd fyri P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar. Hetta er ein arbeiðsvegur úr verandi lands­vegi og eystur til ben­ ið, har tunnilsmunnin til Sandoyartunnilin verður. Andrias Berg sigur við Sosialin í dag, at hann í løt­uni hevur tvær maskinur í Sand­ oynni, men hann væntar, at neyðugt verður við einari ella tveimum maskinum aftrat. – Talan verður í fyrsta lagi um grevstur, koyring og planering, og vit koma at keypa nakað av gróti frá Lands­verki, ið hevur grót­ brot beint við lands­vegin. Hann sigur, at tilfarið, sum verður koyrt av arbeið­ søk­inum og sum ikki verður brúkt til arbeiðsvegin, verð­ ur lagt í goymslu. – Sambært ætlanini skulu vit verða lidnir við arbeiðs­ vegin seinni í heyst, sigur Andrias Berg. Arbeiðið hjá Eik Sp/f Andrias Berg er eisini høvuðsarbeiðstakari í verk­ ætlanini at byggja nýggja parkeringsøkið hjá Eik. Her verður eisini eitt munandi laðingararbeiðið gjørt, sum grótlaðarar gera fyri entre­ prenørfelagið. – Parkeringsøkið skal eis­ini asfalterast, og hetta ar­beiðið gera undirveitarar fyri okkum. Andrias Berg væntar, at nýggja parkeringsøkið hjá Eik Yviri við Strond verður liðugt um ein mánaða ella so. – Í løtuni hava vit tvær maskinur í Sandoynni, og eg vænti, at neyðugt verður við einari ella tveimum maskinum aftrat, sigur Andrias Berg, entreprenørur Royna at halda rottuni frá lundanum TÍÐINDI Sp/f Andrias Berg eru byrjaðir at byggja arbeiðsvegin eystur til tunnilsmunnan til Sandoyartunnilin Mynd: Vilmund Jacobsen – Sambært ætlanini verður arbeiðsvegurin liðugur seinni í heyst, sigur Andrias Berg, entreprenørur