týsdagur 9. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Minningarorð um mín góða vin,
Signheðin Olsen
Signheðin varð føddur 22. septemb
er 1938.
Foreldrini vóru Elisabeth, ættað
úr Tjørnuvík, og Nickas Olsen, van
liga nevndur Niclas í Skorti.
Vit vóru í Keypmannahavn í
ørindum á ríkissjúkrahúsinum, tá
vit hoyrdu, at Signheðin var farin.
Tað kom eitt sindur óvæntað,
hóast vit vita, at vit øll skulu fara
her frá, fyrr ella seinri.
Signheðin var mín barndóms
vinur. Vit vuksu upp saman, og
vinarlagið okkara millum vardi alt
lívið.
Elisabeth og Niclas vóru okkara
bestu vinir, og so systir hansara
Guðbjørg, sjálvandi.
Signheðin og eg komu at kenn
ast, áðrenn vit dugdu at ganga. Vit
fóru í skúla í senn, og gingu saman
í kommunuskúlanum.
Vit spældu sum smádreingir, og
vóru góðir vinir. Eg fór í realskúla,
men Signheðin fór tíðliga til skips.
Hann var raskur og sterkur, og
sigldi við línubáti, og fiskaði m.a. á
Flemish Cap. Seinri arbeiddi hann
á landi á Tvøroyri m.a..
Elisabeth og Niclas vóru trúgv
andi fólk, og vildu hava Signheðin
at koma sama veg, men tað vildi
hann ikki tá.
Tey gingu í meinigheitshúsið, og
vit gingu í Bethel.
Signheðin giftist og fekk børn,
og hann bygdi á Tvøroyri.
Seinri bleiv hann skildur, og
nakað eftir møtti hann Monsu úr
Hvalba, sum varð blivin einkja, og
sum hann hevði kent frá tí hann
var ungur, og tey giftust.
Tey keyptu hús á Marknoyri, og
fluttu til Vágs. Tey fingu nøkur góð
ár saman, men so bleiv Monsa sjúk,
og hevur verið á Hamragarði seinru
árini.
Tá Signheðin var rættiliga til
komin, vendi hann um, og hann
vitnaði um Jesus, tá tað bar honum
til.
Eg búði hjá Signheðin og Monsu
onkuntíð, eg var á Tvøroyri.
Onkuntíð vóru Monsa og Sign
heðin og vitjaðu meg í Kaldbak.
Vit vóru saman á møti í Oasuni
og í Lívdini, og Signheðin vitnaði á
møtinum í Oasuni.
Signheðin vitjaði eisini Sólvu og
meg í Gøtu.
Elisabeth og Niclas høvdu verið
nakað glað, um tey fingu at vita, at
Signheðin kom til trúgv á Jesus.
Signheðin var ein góður og
trúgvur vinur.
Má Harrin troysta børnini,
Monsu og Guðbjørg í sakninum
eftir Signheðin.
Ærað verið minnið um mín góða
og trúgva vin Signheðin Olsen.
Álvur Kirke
Minningarorð um Hávarð Jensen
Tung vóru boðini, nú tíðindi vóru
um, at ein góður vinur, Hávarður
Jensen í Kvívík, er farin. Ein stór
rødd er tagnað.
Kom at kenna Hávarð, tá eg var
um tey 20 og hann eini 15 ár eldri,
tá hann arbeiddi fyri pápa mín.
Vit skrúvaðu uppá bussar og bilar
á ESSO-støðini í Kollfjarðadali.
Hávarður hjálpti mær mangan
at umvæla gamla SAAB-bilin hjá
mær – eitt nú dugdi hann sera
væl við startarum og øðrum elek
triskum. Hávarður var av tí góða
gamla slagnum, sum dugdi ALT.
Hann sveisaði, skrúvaði motorar,
gearkassar, diffirentialir – ja, alt
fekk hann at virka. Eg var sera
hugtikin av, hvussu hugagóður
hann altíð var. Onkuntíð kundi
hann kanska taka í so rívan til um,
hvat hann dugdi og kundi, men sera
dugnaligur til alt, tað var hann, og
hann gjørdi alt sjálvur: smíðaði
m.a. síni egnu hús og egnan bát.
Og Hávarður visti nógv, men – sum
hann skemtiliga tók til – "man kan
ikki vita alt – heldur ikki eg".
Hávarður hevði eina rødd sum
fáur, og røddin var ein sonn Guðs
gáva. Tíbetur eru upptøkur frá
Vesturkirkjuni, har Hávarður syng
ur og Hanus Joensen spælir orgul,
og havi eg mangan sitið við andagt
og lurta í útvarpi eftir hesum vakra
sangi.
Tá eg byrjaði egna fyritøku, var
Hávarður ofta sera góður at heita
á, tá ið á stóð, og við sínum góða
likamliga førleika var hann tann,
sum oftast tók tey tyngstu tøkini
við teimum stóru hjólunum.
Hávarður var innløgumaður
burturav. Hann fekst við alt frá
fjals til fjøru, og nógv aftrat. Har
var fiskur, fuglur, hvalur, seyður,
harur og hvat tað annars kundi
blíva til. Minnist einaferð eg segði
honum, at pápi og eg høvdu hjálpt
eini súlu, sum var komin í eitt trol,
á flog aftur. Tað dámdi honum
lítið, at vit ikki høvdu kipt, og tikið
fongin heim við.
Hávarður var eisini sera hug
tikin av tí gamla, og onkuntíð tók
hann til, at hann mintist abban,
sum aftur mintist abba sín, sum
var føddur í 1850´unum ella seinni,
og soleiðis kundi hann droyma seg
burtur í farnar tíðir og ynskja, at
alt var sum fyrr. Ivist ikki eina løtu
í, at Hávarður væl hevði klárað at
liva soleiðis, sum tey gjørdu fyri
150 árum síðan. Soleiðis var hann
eisini. Tíbetur untist mær at kenna
Hávarð í fleiri enn 30 ár, og eg fari
at liva við minninum um alt tað
góða, vit hava havt saman.
Tankarnir leita til konuna Jona,
børn, verbørn og abbabørn, sum
hann var so glaður og errin um.
Má Harrin verða við tykkum, nú
maður, pápi, verpápi, og abbi er
farin til Jesupápa.
Friður veri við minninum um
Hávarð Jensen.
Fríðrikur Bláhamar
95 ára føðingardagur
Hósdagin 11. august fyllur Anne
lisa Gaardlykke í Saltangará
95 ár. Dagurin verður hátíðar
hildin í skótahúsinum við Løkin
frá klokkan 17. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
90 ára føðingardagur
12. aug. verður Jóhanna
Vágsheyg 90 ár. Dagurin
verður hildin í hølinum
ítriv hjá Klaksvíkar sjúkra
húsi frá kl. 15–18 .
2 x 70 ár
Ónsdagin 17. august halda
Eris
og
Torkil
Hentze,
Trongisvágur, teirra 70 ára
føðingardagar á Seglloft
inum frá kl. 12-16. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Heilsan Eris og Torkil
Avlýsing
Vegna forfall verður áttati
ára føðingardagurin ikki
hildin í Føroyum.
Gunnar Joensen
Eiði/Bornholm
75 ára føðingardagur
Kristianna Djurhuus fyllir 75 ár
11. aug. Dagurin verður hildin
í Nerija á Skála leygardagin 13.
aug. frá kl 16.
Øll eru hjartaliga vælkomin.