hósdagur 11. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
12. august 2016
Tá tað mikudagin frættist, at Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í innlendismálum, ikki
sjálv hevði góðkent byggiloyvið hjá Tórs
havnar Havn um stóru og nógv umrøddu
havnarútbyggingina í Havn, so var tað 41
dagar eftir, at kommunan kunngjørdi, at
endaliga loyvið varð fingið frá landsstýris
kvinnuni.
Og tá hon við útvarpið sigur seg onga
viðmerking hava til, um hon hevur álit á sín
um starvsfólkum – ella um okkurt høvd fer
at rulla av hesi avgerð, so er í øllum førum
meira enn einki um málið.
Og tað er sjávlandi eitt álvarsmál, at
fulltrúar ikki lurta eftir harraboðum frá
landsstýriskvinnu og aðalstjóra. Sigur
landsstýriskvinnan, at ein góðkenning
ikki skal út, fyrr enn hon hevur gjóðkent
hana, so skal tað sjálvandi vera so. Tí hevur
umsitingin í Heilsu- og Innlendismálaráð
num uttan iva ein sera stóran trupulleika at
dragast við í hesum døgum.
Tað er einki dulsmál, at tað er vorðið til
eiit politiskt projekt hjá Tjóðveldinum í
Tórshavnar kommunu at vera ímóti hesi
stóru útbyggingarætlan hjá kommununi.
Og tá júst Tjóðveldi ger hetta mál til floks
smál, so var tað sera áhugavert at frætta,
hvat partakvinnan hjá Tjóðveldinum í
Havn, Sirið Stenberg, fór at gera.
Men eftir øllum at døma tosa tjóðveld
iskvinnurnar báðar ikki serliga væl saman
– ella sita tær ikki væl um sátt. Tí so seint
sum í síðstu viku legði Marin Katrina Frýdal
partakvinnuna undir at hava hoknað fyri
politiskum trýsti. Hon nevndi ikki frá hvørj
um, men pílurin vendi helst ímóti Heðini
Mortensen og hansara fólkum.
Tú kundi freistast at halda, at Sirið
Stenberg heldur fór at hokna fyri poliskum
trýsti frá sínum egnu floksfeløgum. Men
tað gjørdi hon ikki – tí sambært henni sjálv
ari fekk hon als ikki høvi til tess, tí umsit
ingin tók landastýriskvinnuna av ræði.
Hetta vísir kanska best, hvussu skitið
politiska spælið mangan er. Fyri av órøttum
at vinna sær politiskan sigur hevur Marin
Katrina Frýdal lagt Sirið Stenberg undir
ódugnaskap sum landsstýriskvinna. Og tað
av púra órøttum!
Kanska Marin Katrina Frýdal kemur við
almennari umbering til partakvinnuna – og
kanska høvd fara á rull í Innlendismálaráð
num.
Avgerðin um byggiloyv
ið hjá Tórshavnar Havn
verður tó valla broytt.
Mánadagin fara 670 børn
í skúla fyri fyrstu ferð, 314
gentur og 356 dreingir.
Meðan Skúlin við Løg
mannabreyt seinastu árini
hevur verið skúlin, sum hev
ur tikið ímóti felstu børnum,
so er tað hesaferð Skúlin
á Fløtum, ið tekur flestar
næmingar, 64 í tali. 14 skúlar
eru, sum taka færri enn 10
næmingar inn.
Í skúlaárinum, sum nú
byrjar, ganga 6949 næmingar
samanborið við 6889
næmingar farna skúlaár. 141
teirra ganga í Frískúlanum
í Havn og Frískúlanum
Kelduni.
Høvd á rull í Innlendismálaráðnum
670 fyri fyrstu ferð í skúla
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At 7.442.632 fólk
búgva í heiminum í
dag?
Heima í havn
S
pyrt tú ein føroying,
hvat honum damar
best, ja so svara 90%
ræst kjøt!
Allur tann føroyski køk
urin er baseraður upp á heyst
ið, veturin og várið. Tað er
sera sjáldan, at hitt føroyska
summarið verður nevnt í
samband við gastronomi, og
kortini standa Føroyar í fagr
asta blóma nú í august, og
nógv er at taka av.
Væleydnaða Summar
lambs tiltakið í fjør á Áarstovu
verður nú endurtikið í Fúta
stovu fríggjadagin 19. august
eftir sama leisti:
Flett verða 10 lomb frá
Búnaðarstovuni í Kollafirði,
lombini eru frá maimánaði í
ár. Tey verða borðreidd upp
á ymsar mátar saman við
teimum fyrstu Sandseplunum
og grønmeti úr Sandoynni og
frá Gróðurstøðini í Hoydølum.
Tað verður aftur ein Mo
hito við føroyskari myntu
og árgangsrølliku snapsi á
skránni.
Kendi John Gynther fra
Arla Unika, sum framleiðir
nakrar, av heimsins bestu ost
um bjóðar eina ostadessert (til
íblástur hjá føroyskum osta
framleiðarum) og Joen Pauli
Joensen fer at hugleiða eitt
sindur um føroyska summar-
gastronomi í farnum døgum.
John Mikkelsen, sommell
ierur, hevur valt góð vín og til
dessertina verður sjálvandi
champagna.
Stigtakararnir vóna at til
takið fer at eggja til at flett
verður eisini um summarið
– kanska verður tað vanligt
framyvir at ólavssøkudøgurð
in verður feskt kjøt og fyrstu
eplini heiman av Sandi og
so grønmeti nú okkara flora
stendur í fullum blóma við
hópin av átuligum urtrum,
blómum og soppum.
Johan Mortensen
Limur í hugarákstoyminum
Heima Í Havn
Og so var aftur Summarlamb
Johan Mortensen er partur
av hugarákstoyminum í
matstovunum heima í Havn,
Áarstovu, Barbaru og Ræst
Mynd: Birgir Kruse
læra
vit
børnini?
Hvat