Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjómannadagurin Stórt tiltak í Klaksvík um trygd á sjónum Vilmund Jacobsen M ikudagin 17. august verður skip-að fyri áhugaverdurm tem­adegi og pallborðsfundi um trygd á sjónum í Sjónámi í Klaks­ vík. Annbjørg á Høvdanum, vinnu­sálar­ frøðingur, hevur gjørt eina umfatandi kanning, sum verður løgd fram, og haraftrat fara serfrøðingar úr Noregi, Íslandi og Danmark at greiða frá. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, fer eisini at luttaka. Klokkan 19 um kvøldið verður pall- borðs­fundur um trygd á sjónum. Vandamikil arbeiðspláss Kring heimin verður fiskiskipavinna skírd at vera eitt tað vandamiklasta arbeiðsplássið sum er. Trygdarátøk hava havt positiva ávirkan í londunum rundan um okkum, og talið av van­ lukkum er nógv minkað. – Hóast hetta, vísir tað seg í lond­ unum rundan um okkum, at fiski­ vinnan framvegis hevur 25-50 ferðir fleiri deyðsføll enn vinnur á landi. Fyrireikararnir av Føroya Sjó­ manna­degi vísa á, at í Føroyum hevur okkum vantað tøl, sum siga nakað um, hvussu støðan er hjá okkum í Før­oyum. – Tí varð í 2014 farið í holt við at samla data inn um vanlukkur í før­ oysku fiskivinnuni. Hetta varð gjørt við at fara ígjøgnum allar vanlukkur hjá sjómonnum, sum vóru fráboðaðar til vanlukkutryggingarráðið í tíðar­skei­ð­ num 1972-2014. Arbeiðið tók umleið fýra mánaðir. 4163 fráboðanir Tølini vístu, at hetta tíðarskeið vórðu 12619 vanlukkufráboðanir, harav 4163 vóru á sjónum – og av hesum 3407 í fiskivinnuni. Manningarfeløgini veittu pen­inga­ ligan stuðul, so hetta arbeiðið kundi verða gjørt. Fyrireikararnir av sjómannadegnum vísa á, at í okkara grannalondum hava tey hagtalsviðgjørt vanlukkutøl fyri síðan at kunna brúka hesar upp­lýs­ ingar til at betra um trygdina á sjó- num við at gera málrættað trygdar­ átøk. – Í 2016 játtaði Sjúkra­kassa­ grunnurin manningarfeløgunum pen­ ing til arbeiði at hagtalsviðgera og greina innsavnaðu tølini, soleiðis at vit eisini kunnu menna trygdina út frá eini skipaðari vitan um okkara egna flota og teimum vanlukkum, vit hava havt í Føroyum. Tað verður út frá hesum úrslitum, at víst verður á afturvendandi or­søkir til vanlukkur, títtleikan av ym­isku vanlukkunum innan ymiskar skipa- bólkar og sermerktar vanda­støður innan skipabólkarnar. Á temadegnum verða hesi úrslit løgd fram, umframt at vit fáa vitjan av spennandi fólkum úr Noregi, Ís­ landi og Danmark, sum hava holla vitan innan trygdarmenning á sjónum í teirra heimlondum. – Hesa vitan koma tey at deila við okkum, umframt at eitt umboð fyri Føroyar, Ragnar Ludvig, ið hevur arbeitt innan trygd bæði í Noregi, í Sjó­vinnustýrinum og nú sum stjóri á Sjó­námi, eisini kemur at leggja fram. Landsstýrismaður í fiskivinnu­mál­um endar dagin við at hugleiða um økið. Pallborðsfundur Kunningardagurin, sum byrjar klokkan 9, endar klokkan 15, men klokkan 19 verður pallborðsfundur við umboðum fyri heilsuøkið, manningarfeløgini, reið­arafelagið, trygdarmenning og við landsstyrismanninum í fiskivinnu­ málum. Evnið á pallborðsfundinum verður »Trygdar-og heilsu politikkur fyri før­ oyskar sjómenn anno 2016«. Í steðginum millum framløgurnar og pallborðsfundin verður høvi at fáa rundvísing á Sjónámi, og Fiski­veiði­ eftirlitið kemur eisini at hava trygd­ar­ venjing uttan fyri Sjónám klokkan 16. Høvi verður eisini til at keypa sær ein góðan døgurða og annars fara ein túr út í býin. – Bæði tiltøkini eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyri­ reikararnir av Føroya Sjómanna­degi. Temadagurin og pallborðsfundurin í samband við sjómannadagar í Klaksvík eru ókeypis tiltøk, har øll eru vælkomin Vilmund Jacobsen – Føroya Sjómannadagur hevur til enda­mál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, so familjur og fólk í øllum ald­ urs­bólkum kunnu njóta gleði av hes­ um tiltaki. Soleiðis siga fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi um tiltakið, sum byrjaði í Klaksvík í 2005 og sum hevur verið hildið í Klaksvík um heystið øll árini síðan. – Eins og undanfarin ár eru vit í tøtt­um samstarvi við Havstovuna um kunn­andi átøk sum framløgum av granskingarúrslitum hjá Havstovuni. Fyrireikararnir leggja dent á, at hetta er ein dagur, har ikki er neyð­ ugt hjá familjum við børnum at brúka pening, tí øll tiltøk, sum sjómanna­ dag­urin skipar fyri, eru ókeypis. – Dentur verður lagdur á at kunna og skúla fólk í føroyskari mentan, mati, virðisgrundarlagi og politiskari mentan við opnum og mennandi orða­skifti um føroysku fiskivinnuna og onnur viðurskifti í hesum sambandi. Ognaður Nólsoyar Pálli Fyrireikararnir siga, at Føroya Sjó­ manna­dagur 2016 er ognaður sigling­ ar­manninum, Poul Poulsen Nolsøe, Nólsoyar Pálli. – Nólsoyar Páll fór í 1798 at sigla við skipum hjá Det økonomiske Vel­ færds Selskab, og hann kom á Havnina í mai sum stýrimaður á Charlotte. Tá hann hevði fingið borgaraskap sum skipari í Keypmannahavn, kom hann 12. september í 1798 til Føroya sum skipari á Patriotisme, sum hevði vøru til handilin. Hin 12. september í 1799 var Páll aftur á Havnini við vøru til hand­ilin, nú sum skipari á barkini, Thetis. Fyrireikararnir av sjómannadegnum vísa á, at nógvar frásagnir eru frá sigl­ ing Nólsoyar Páls úti í heimi – summar trúligar uttan at vera vitnisfastar, aðrar meira ævintýr­kendar. – Tó eru til tvey álítandi skjøl frá hesum árum. Annað er bræv Nólsoyar Páls frá 1806 til rættin í Havn, har hann nevnir lond, hann sum skipari sigldi uppá. Aðrastaðni vita vit, at hann sigldi fyri stórt amerikanskt handilshús millum Amerika og Evropa. Við hesum upplýsingum saman við vitan okkara um forna sigling um Atlantshav, sum í veruleikanum fór fram eftir somu meginreglum sum sigling Kolumbusar, hevur verið roynt at siga frá, hvussu Nólsoyar Páll sigldi tey árini, tá eingin frætti frá honum. Tá hungursneyð hótti Í 1808, tá hungursneyð hótti føroy­ ingar, fór Nólsoyar Páll til Danmarkar eftir korni við skipi sínum, Royndini Fríðu. – Nær Skagen tók bretska her­ skipið Fury Royndina Fríðu, ið skuldi gerast vrak. Páll og menn hansara vórðu tiknir fangar og sótu umborð í bretskum fangaskipi í Gøteborg, til teir loksins sluppu til London at tala sína søk, og har teir síðan fingu nýtt skip. Lagt verður aftrat, at skjøl úr Oslo, sum innlit er fingið í, vísa greitt, at Royndin Fríða fór ikki so illa, sum higartil hildið. Skipið sæst dag­ stevnd­an dag seta inn í navngivna norska havn ávegis til Bretlands sum krígsfongur. Fyrireikararnir siga, at Føroya Sjómannadagur 2016 er ognaður siglingarmanninum, Poul Poulsen Nolsøe, Nólsoyar Pálli Ein rúsfríur familjudagur Føroya Sjómannadagur er ein hugnaligur, gevandi og rúsfríur dagur fyri alla familjuna og fólk í øllum aldursbólkum