Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjómannadagurin Sera væl fyriskipað av Grindamannafelagnum Vilmund Jacobsen E in afturvendandi táttur á Føroya Sjómannadegi hevur verið, at ein grindahvalur verður skorin upp á havnalagnum í Klaksvík. Aftur í ár hevur tað eydnast fyri­ skip­arunum av tiltakinum at fáa fatur í einum grindahvali. Hesin er úr seinastu grindini, sum doyði í Hvanna­ sundi. Okkurt einstakt ár hevur eingin grindahvalur verið, og eitt árið fekk sjómannadagurin grindahval heilt úr Suðuroy. – Tá grindin hevði lagt beinini í Hvannasundi, varð hvalurin opnaður, og alt varð tikin innan úr honum. Síð­ an varð hann heilfrystur í einari frysti­ bingju. Eyðstein Poulsen, ein av fyri­skip­ arunum av sjómannadegnum, sigur, at longu í seinastu viku varð grinda­ hvalurin lagdur til tiðningar. – Royndir vísir nevniliga, at tað tekur langa tíð at tiðna ein heilan grindahval, tí spikið bjálvar bæði móti kulda og hita. Okkurt árið sat í so nógv frost í hvalinum, tá dagurin nærkaðist, og skerast skuldi, sigur hann. Vælskipað tiltak Tað er Grindamannafelagið, ið syrgir fyri, at hvalurin verður skorin upp á bryggjuni í Klaksvík, og tað er felagið, sum syrgir fyri kunningini, sum bæði er á føroyskum og enskum, soleiðis at eisini útlendingar, ið hava áhuga, kunnu líða á, samstundis sum tey síggja, hvussu hvalurin verður skorin upp. – Hetta er eitt ógvuliga væl fyri­ skipað tiltak av Grinda­manna­fe­lag­ num, og soleiðis hevur verið øll árini. Tey, sum standa aftan fyri felagið, eiga stórt rós uppborið fyri hetta frálíka tiltak. Tey eru siðilig í orð og talu og duga sera væl at greiða frá. Eyðstein Poulsen vísir á, at í fjør varð eisini ein kúgv flett og skorin sund­ur á bryggjuni í Klaksvík - beint við síðuna av, har hvalurin varð skorin upp. – Hetta var líka sum fyri at vísa á, at skulu fólk fáa neytakjøt í handlunum, er neyðugt at drepa og fletta kúnna - og ein kúgv bløðir eisini, tá hon verður dripin. Tað var John William Joensen, ið átti hugskotið um at fletta kúnna við síðuna av hvalinum, og hetta var í eini tíð, tá nógv trýst hevði ligið á før­oy­ingum um grindadrápið. Eyðstein Poulsen sigur, at kúgvin varð ikki skotin á staðnum, men var avlívað, áðrenn hon koma frá bónd­ anum, Karl Hera Joensen. – Tiltakið at skera ein grindahval upp á bryggjuni á sjómannadegnum er eitt upplýsandi tiltak, sum vit halda fellur væl inn í skránna og enda­ málið við degnum, har dentur verður lagdur á tilfeingið og tað arbeiði, sum á ymiskan hátt er knýtt at hesum, leggur hann aftrat. Tað verður leygardagin komandi klokkan 13.15, at grindahvalurin verð­ ur skorin upp á bryggjuni í Klaksvík. Næstan á hvørjum ári, síðan Føroya Sjómannadagur í 2005 sá dagsins ljós, hevur grindahvalur verið skorin upp – At skera ein grindahval upp er eitt upplýsandi tiltak, sum fellur væl inn í skránna og endamálið við degnum, har dentur verður lagdur á tilfeingið og tað arbeiði, sum á ymiskan hátt er knýtt at hesum, sigur Eyðstein Poulsen Hvalurin, sum verður skorin upp á bryggjuni í Klaksvík á sjómannadegnum í ár, er úr seinastu grindini, sum legði beinini í Hvannasundi