Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjómannadagurin Útgangs­ støðið er ógvuliga misjavnt – Hvussu fer arbeiðs­ setningurin hjá nevnd­ini, ið skal gera til­mæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskipan, at ávirka veiðiflotan Vilmund Jacobsen Í annaðkvøld – týskvøldið klokkan 19 – fer Símun Absalonsen, sum starv­ast hjá grannskoðaravirkinum NUMO, at halda fyrilestur í Norð­ oya Sparikassa í Klaksvík um bú­skaparligu gongdina hjá út­ vald­um skipabólkum í føroyska veiði­flotanum. Á tiltakinum, sum verður fyri- skipað í samband við Føroya Sjó­ mannadag, fer hann eisini at røða um møguleikarnar hjá fiski­flot­ anum við atliti til nýggju fiski­vinnu­ skipanina, sum arbeitt verður við. – Um hugt verður eftir tølum seinastu árini, sæst, at tað er sera ymiskt, hvussu ymisku skipa­bólk­ arnir hava klárað seg og eru fyri. Ymiskt útgangsstøði Símun Absalonsen vísir á, at skipa­ bólkarnir fiska ymisk fiskasløg á ymiskum leiðum, men teir eru eisini undir ymiskum fiskivinnuskipanum, og tað er her, at orsøkirnar til ym­ isku gongdina, liggja. – Hvussu ymisku skipabólkarnir koma at klára seg framyvir, veldst um, hvussu nýggja fiski­vinnu­ skipanin kemur at verða, men, so­ leiðis, sum støðan er, er fíggj­arliga útgangsstøðið hjá skipa­bólkunum sera ymiskt. Símun Absalonsen fer eisini at hugleiða um, hvussu arbeiðs­setn­ ingurin hjá nevndini, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2018, kann koma at ávirka veiðiflotan.w Høgni og Jacob fara at kjakast í Klaksvík Vilmund Jacobsen N ú ein fiskivinnunýskipan er á gáttuni, hevur Føroya Sjó­ mannadagur bjóð­að lands­ stýris­mann­in­um og fyrr­ver­andi lands­ stýris­manninum í fiski­vinnumálum, Høgna Hoydal og Jacobi Vestergaard, til politiska hólmgongu um okkara høvuðsvinnu. Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard eru grundleggjandi ósamdir um, hvussu samfelagið fær mest burtur úr fiski­vinnuni. – Á sjómannadegnum seta vit teirra sjónarmið upp ímóti hvørj­um øðrum. Høvið er fráboðaða fiski­vinnu- nýskipanin. Í Klaksvík vísa tey á, at sit-andi samgonga í vetur setti ein ser­frøð- inga­b­ólk at gera eitt tilmæli um eina nýskipan av okkara høvuðsvinnu. Bólkurin skuldi verða liðugur við sítt tilmæli hin 1. august í ár, men hevur fingið tveir mánaðir aftrat at ar­beiða í. – Við støði í arbeiðssetninginum hjá serfrøðingabólkinum spyrja vit Høgna Hoydal og Jacob Vestergaard, hvat er í væntu. Eisini spyrja vit verandi og fyrrverandi landsstýrismann í fiski­ vinnumálum um, hvat teir fingu burtur úr royndaruppboðsøluni í summar. Fiskivinnupolitiska hólmgongan verður í Skúlanum á Skúlatrøð hós- dagin 18. august klokkan 19. Vertur verður Jón Brian Hvidtfeldt. Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard, núverandi og fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum, fara í hólmgongu á sjómannadegnum – Hvussu ymisku skipa­bólk­ arnir koma at klára seg, veldst um, hvussu nýggja fiski­vinnu- skipanin kemur at verða, sigur Símun Absalonsen, sum fer at halda fyrilestur í Klaksvík í annaðkvøld Eitt rættiligt vatn­ kríggj í Klaksvík Vilmund Jacobsen Stóra og sera vælumtóktað vatn­ kríggið á sjómannadegnum verður fríggja­kvøldið klokkan 19. Tá leggja skip og bátar at Kósabrúnni og taka fólk umborð, og síðan verður lagt út á vánna at kríggjast við vatni. Hetta tiltak hevur stóra undirtøku á sjómannadegnum, og umframt at sløkkilið og bjargingarfeløg úr Før­ oyum taka lut, hevur Vørn eisini boðað frá, at sjóverjuskipið Brimil verður við í krígnum. – Í ár fara vit at gera enn meira burtur úr sera vælumtóktað tiltak­ in­um, og meira verður at frætta um hetta, siga fyrireikararnir av Føroya Sjó­mannadegi í Klaksvík. Lagt verður aftrat úr Klaksvík, at øll, sum luttaka í vatnkrígnum úti á vánni, skulu verða í bjargingarvesti. Leygardagin verður eisini høvi hjá almenninginum at vitja umborð á Brimil, har manningin fer at bjóða vaflur og kakao. – Í ár fara vit at gera enn meira burtur úr vatnkrígnum, siga tey, sum standa aftan fyri sjómannadagin í Klaksvík Vatnkríggið er eitt sera vælumtókt tiltak á Føroya Sjómannadegi Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard fara at kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og um fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndaruppboðssøluna, sum var í summar