Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjómannadagurin Stórur áhugi fyri fiskikappingini Vilmund Jacobsen F iskikappingin, sum er partur av skránni fyri Føroya Sjómannadag, savnar nógv børn og foreldur á Kósa­brúnni. Hetta er kapping og hugni fyri bæði gentur og dreingir, for­eldur, ommur og abbar. Fiskikappingin verður seinnapartin fríggjadagin og byrjað verður klokkan 18. Fyrireikararnir í Klaksvík siga, at børnini sjálvi skulu hava tráðu við, men agn verður útflýggjað á bryggj­uni. – Silvi fer at vitja, og bæði børn og vaksin fáa kakao, sunkist og góðgæti. Vinnararnir av sjálvari fiski­kapp­ ingini verða heiðraðir á stórapalli leyga­rdagin á sjómannadegnum, 20. august. Gardar Vatnkríggj Meðan stóra vatnkríggið er úti á vánni í Klaksvík millum bátar og skip fríggjakvøldið klokkan 19, verður eisini eitt vatnkríggj á vestursíðuni á Klaksvíkini fyri smærri børnum. Kaptain Gardar Vatnkríggið, sum tað verður rópt, verður framman fyri Northern Fish Cold Storage, og her verður tað sjálvur Kaptain Gardar sum skipar fyri. – Kaptain Gardar og aðrir sjóræn­ arar krógva seg inni í einari stórari borg á bryggjuni, har teir verja seg móti børnum við einari stórari vatn­ kanón. Tilmelding Tilmelding til fiskikappingina og vatnkríggj er á deildunum hjá Norðoya Sparikassa kring landið, og seinasta freist at melda til er fríggjadagin, 19. august klokkan 15. – Øll, bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát. Tí er umráðandi at hava heit klæði við, siga fyrireikararnir í Klaksvík. Seinnapartin fríggjadagin og fríggjakvøldið verður høvi hjá børnum bæði at luttaka í fiskikapping, stórum vatnkríggi á vánni - og í vatnkríggi fyri smærri børn saman við Kaptain Gardar á vestara armi í Klaksvík Fiskikappingin á Kósa­brúnni, sum verður seinna­part- in fríggjadagin klokkan 18, hevur altíð havt stóra undir­tøku millum børn, foreldur, ommur og abbar Myndir: Norðlýsið