Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjómannadagurin Børnini púra vill í fiskum, krabbum og skeljadjórum Vilmund Jacobsen E itt tiltak, sum øll árini hevur ver­ið á Føroya Sjómannadegi í Klaks­vík, er kør niðri á bryggjuni við fiskum, krabbum, ymiskum skelja­ djórum, krossfiskum og øðrum. Kørini við livandi úr havinum vekja ans og hava stóran áhuga – ikki minst millum børnini, men eisini millum tey vaksnu og enntá millum uppilagstar fiski-og útróðrarmenn. Men, hvussu kom so hetta í lag? Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyri­reikarunum av hesum stóra familju­tiltaki í Klaksvík, sigur, at bróð­ ir hans­ara, Ólavur Poulsen, tá var við gamla Søkanum, núverandi Karla­ magnusi. – Minnist eg rætt, hevði hann eina livandi longu og ein háv við sær aftur av útróðri. Vit skaffaðu okkum kør á smoltstøðini í Norðtoftum. Tað vísti seg, at fiskarnir livdu ógvuliga væl, og sum tíðin leið, komu fleiri við livandi fiski at lata í kørini, serliga toska­fiski. Hava góðar stuðlar Eyðstein Poulsen Hann sigur, at til­ takið við fiski, skeljum og øðrum liv­ andi úr havinum hevur verið øll árini, og soleiðis verður eisini í ár. – Onkrir av teimum, sum hava ging­ið høgt upp í at skaffa fiskar og annað, eitt nú beiggi mín, Hjaltur og sonur hansara, Pól Eyðfinn, eru ikki heima hesaferð. Men, vit hava eisini aðrar góðar stuðlar í so máta, eitt nú bátarnar, Gudrun og Líðhamar – og Elmar Simonsen í Hvannasundi, sum eitt nú er komin við hummara. Eyðstein Poulsen sigur, at tað eru fleiri aðrir, sum eisini hava verið óførir at hjálpa til við at fylla kørini. – Flestu fiska- og krabbasløg liva væl í kørunum, men tað hevur ongan­ tíð riggað nakað serligt við hýsu. Hýsa hevur nevniliga ikki víst seg at liva serliga væl í fangilasi uppi á landi. Børnini púra vill Eyðstein Poulsen sigur, at orsøkin til, at teir fóru í holt við at hava livandi úr havinum í kørum á landi, var, at børnini í dag liva eitt annað lív, enn tey gjørdu fyrr. Hann heldur, at tað eru nógv børn í dag, sum ongantíð fáa høvi at nerta við ein livandi krabba – ella ein livandi fisk. – Her kunnu tey nerta við bæði fiskar, krabbar og skeljar, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at børnini eru púrasta vill í hesum. Hann vísir á, at eisini teimum vaksnu dáma væl at steðga á við kør­ ini og síggja, hvussu leikur fer. – Tað eru eisini eldri uppilagstir menn, ið hava verið útróðrar-ella fiski­menn, sum í friði og náðum hava hug at síggja, hvussu fiskur, skeljar og krabbadjór uppføra seg. Í døgunum, meðan kørini standa á bryggjuni, eru tað eisini javnan barnagarðar, sum vitja fram við, tí eisini tey smáu vilja síggja livandi úr havinum. Hvat hendir so? Vikublaðið spurdi eisini Eyðstein Poul­ sen, hvat teir gera við tað, sum er livandi, tá sjómannadagurin er liðugur. – Vit plaga at ringja til Sjósavnið á Argjum og spyrja, um tey møguliga hava brúk fyri onkrum av tí, sum her er og onkur, sum hevur hug, fær eitt kók. Tað, sum gongur livandi eftir, tá alt er liðugt, verður slept í havið aftur, sigur Eyðstein Poulsen. – Tað eru eisini eldri uppilagstir menn, ið hava verið útróðrar-ella fiskimenn, sum í friði og náðum hava hug at síggja, hvussu fiskur, skeljar og krabbadjór uppføra seg, sigur Eyðstein Poulsen Tað byrjaði í smáum við fiskum, skeljum og krabbum í kørum í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Eyðstein Poulsen er ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi Mynd: Vilmund Jacobsen