Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-15, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 33 • 15. AUGUST 2016 30 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Opel Rekord hjá Radio Karl Bilurin Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin er ein Opel Rekord B hjá Karl Jakobsen, vanliga nevndur Radio Karl, stjóra í S.H. Jakobsens Radio­ handli í Havn. S. H. Jakobsens Radiohandil helt í mong ár til á Bryggjubakka og hevði m.a. eisini deild í Niels Finsengøtu. Handilin varð stovnaður í 1934 og læt aftur í 1992. Karl var eisini hálendskur konsul í Føroyum. Myndin er tikin heima hjá Radio Karl ovast í Niels Finsensgøtu. Hesir Opel Rekord B vórðu fram- leiddir frá 1965 til 1966. Opel Rekord vórðu annars framleiddir frá 1953 til 1986, tá teir vóru avloystir av Opel Omega. Myndaeigari: Tummas Jakobsen Fiat hjá Kiosk Centrum M yndin er úr savninum hjá Birg­ ari Johannessen. Bilurin her er ein Fiat 1100T hjá Kiosk Centrum í Havn. Myndin er tikin við Áarvegin í 1961. Centrum er í lága bygninginum beint við bilin. Eisini sæst handlin Tubbak, har sum niðari partur av Hotel Hafnia er í dag. Í 1940 læt Kirstine í Stórustovu, vanliga nevnd Kims, upp kioskina Centrum við Áarvegin. Centrum helt til við Áarvegin til 1967, tá flutt var oman á Kongabrúnna. Hesir Fiat vørubilarnir vóru vanlig sjón í býnum fyrst í 1960-unum, bæði hjá fyritøkum og hjá teimum sum koyrdu vøruvognskoyring burturav. Fiat 1100T varð í 1967 avloystur av Fiat 238, sum síðan bleiv til Fiat Ducato, sum vit kenna í dag. Mynd: Úr savninum hjá Birgari Johannessen