Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 Sólvit E. Nolsø - Vit eru ein lítil skúli, ið leggur dent á kreativar og tvørfakligar hættir í undir­ vísing og skapandi list er raðfest høgt, siga Jenny Winther Poulsen, leiðari, og Gunvør Hofgaard, vara­leið­ ari. Tær siga, at tær vilja leggja dent á eina kreativa undirvísing, við grundarlagið í t.d. tónleiki og list, tí tað stimbrar hugflogið og hjálpir børnum at mennast fakliga og persónliga. Eisini koma tey at hava ein útidag um vikuna, har øll undirvísing fer fram uttandura. Lítliskúli er skipaður sum ein frískúli, har foreldrini rinda eitt mánaðarligt gjald. Leggja seg eftir øðrvísi undirvísing Vanliga undirvísingin, sum vit kenna frá fólkaskúla­ num, er ein struktureraður undir­vís­ingartími, har flokk­ urin saman hevur føroyskt, stødd­frøði, danskt ella aðra lærugrein. Tað er ein manna­gongd ment, ið skal fáa flokkin ígjøgnum árs­ ætlan­ina. Lítliskúli hevur eina øðr­ vísi tilgongd til undir­vís­ ingina. – Vit hava 18 børn í forskúla og 19 børn í skúla­ aldrinum 1-3 flokk, siga Jenny og Gunvør. Tær siga víð­ari, at øll børnini koma at verða í einum bólki, men at tvær stovur eru til hvørja deild, so at ein eisini kann deila tað upp í forskúla og skúla. Umframt øðrvísi hølis­ deil­ing, so vil undir­vís­ing­in sjálv eisini verða til­rætta­løgd soleiðis, at ístaðin fyri undir­ vísing í eini lærugrein, so verður fok­us­era uppá evnir. – Eitt evni kann verða natúran, siga Gunvør og Jenny. Við tí út­gangsstøðinum vilja næm­ingarnar so arbeiða uppá evnið í støddfrøði, før­oysk­um, enskum o.s.fr. Hvør næm­ingur hevur eina byrjan, ið hann viðgerð evn­ ið uppá, men vit tryggja okk­ um, at allir næmingarnir koma runt og viðgera evnið á ymsan hátt. Jenny Winther Poulsen og Gunvør Hofgaard siga, at við tí undirvísingarháttinum tryggjar tú tær, at undir­vís­ ingin verður lagað til næm­ ingin og á tann hátt kann mann fáa tað besta buturúr. Stórur áhugi fyri skúlanum - Vit hava merkt ein stóran áhuga fyri skúlanum, sigur leiðarin og varaleiðarin. Børn standa á bíðilista fyri at sleppa inn. Tó leggja tær dent á, at skúlin ikki verður størri enn hann er nú. Tær siga, at tað er ein fyrimunur at verða ein lítil skúla tá mann hevur lagt eftir tí und­ ir­vís­ing­ar­mannagond, ið tey hava og at tað eru aðrir størri frískúlar, ið mann kann melda børnini til. Samanumtikið hava fólk verið ótrúliga positiv og nógv fólk hava latið møblar og undirvísingaramboð ókeyp­is til skúlan. Tær meta eisini, at pos­ itiva gongdin kemur at halda fram, tí at nógv hava við­merkt, at ein slíkur skúli hevur mangla, ið er eitt alternativ til fólkaskúlan. LÍTLISKÚLI HAVT SÍN FYRSTA SKÚLADAG Lítliskúli í Havn er nú farin undir regluliga undirvísing. Lítli skúlin, ið heldur til har Adventistaskúlin var, er eitt spennandi alternativ til núverandi fólkaskúla SKÚLAR Jenny Winther Poulsen, leiðari, og Gunvør Hofgaard, vara­leið­ari Lítliskúli hevur 18 børn í forskúla og 19 børn í skúla­aldrinum 1-3 flokk Myndir: Álvur Haraldsen