Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JARÐHITI Árni Gregersen Eitt stríð hevur verið um, hvussu nýggi miðnámsskúlin í Marknagili skal hitast. Nú hevur landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, Javn­aðarflokkurin, so skorið ígjøg­ num og lagt uppskot fyri tingið um at játta nakrar milljónir afturat til verkætlanina, so skúlin fær jarðhita. Í uppskotinum stendur, at hetta má samtykkjast beinanvegin, tí annars gerst alt dýrari og tað fer at standa á at halda tíðarætlanina. Uppskotið leggur upp til, at tingið tekur eina skjóta støðu: - Ja, men heta hendir tí tað ikki er eydnast at finna eina endaliga loysn og taka avgerð i málinum. Núi fekk eg at vita, at byggingin er komin so langt, at nú má avgerð­in takast, sgiur landsstýriskvinnan. Stríð hevur veirð um, hvørt tað er betri og grønari at bíða eftir at fjarhitin er komin heilt út til Glasir og so hita skúlan upp við fjarhita. Fjarhitin er ikki komin so langt enn, so skuldi hendan loysnin veljast, so var neyðugt fyrst í nøkur ár at hita skúlan við vanligari oljufýring. - Men tað vil eg ikki. Eg veit hvussu tað hevði endað. Vit høvdu helst hildið fram við oljufýringum og so sagt, at tá ið vit byggja næsta, stóra almenna bygningin, so fara vit at hita hann við grønari orku, sigur landsstýriskvinnan. Tekniskt er tað soleiðis, at jarð­ hitin krevur størstu íløguna, men gevur samstundis bíligasta rakst­ urin. Íløgan er umleið 13,4 mió. krón­ ur men orkuprísurin yvir 30 ár er ikki høgur. Við verandi elprísi (1,39 kr./kWh) verður orkuprísurin um 0,75 kr./ kWh. Um elprísurin til hitapump­ ur verður lægri (t.d. 1,14 kr./kWh ), minkar orkukostnaðurin til 0,65 kr./kWh. Rakstrarútreiðslurnar eru lág­ ar, tí at talan er um effektiva hita­ pumpuskipan. Við dagsins elprísum er út­ reiðslan umleið 0,7 milljónir krónur um árið. CO2-útlátið er lágt Við samansetingini av elfram­ leiðslu, sum tað var í 2015, verður útlátið 40 g CO2/kWh. Um roknað verður við worst case, at alt el til hitapumpuna kemur frá olju, tá ið Sundsverkið koyrir, verður útlátið 80 g CO2/ kWh, sigur Umhvørvisstovan. Samgongan hevur sagt, at málið er, at almennu Føroyar skulu verða sjálvveitandi við grønari orku, so er atgerandi at: 1. Orkuskipanin við tíðini byggir á varandi orkukeldur. 2. Orkunýtsla verður elektrifis­ erað, har tað ber til. 3. Øll orkuskipanin verður so effektiv sum gjørligt. Tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at taka avgerð um, hvør hitaskipanin er tan besta, tí munur er á prísi á íløgum og rakstri í teim­ um ymisku skipaninum. Í víðmerkingunum til uppskot­ ið um jarðhita, verður sagt, at rakst­ rarkostnaðurin er nógv lægstur fyri jarðhita. Sjálvt við lágu oljuprísunum og lágu fjarhitaprísunum, sum eru í løtuni, er rakstrarkostnaðurin um 300.000 krónur lægri um árið. Hetta hevur stóran týdning fyri raksturin á Glasi, tá hendan sparda upphæddin verður tøk hvørt ár til onnur endamál. At tað almenna nú arbeiðir við øðrum hitaskipanum enn vit hava kent fyrr, sæst eisini í sam­ bandi við byggingina av nýggja H-bygninginum. Har verður ikki jarðhiti, men sjóvarhiti. Sjóvarhiti verður framleiddur eftir sama leisti. Har verður tað bara sjógvur, sum verður tikin inn í staðin fyri vatn úr jørðini. Ein annar fyrimunur við hes­um skipanum er, at tær dálka minni tí útlátið er munandi minni enn við øðrum skipanum. Jarðhitaskipanin er vælegnað til Glaisr, siga ráðgevararnir, tí Glasir bygningurin hevur stórar glasútveggir. Hetta saman við, at hann dag­ liga húsar nógvum fólkum og nógvum orkugevandi aktivitetum, ger, at hann partar av árinum fer at framleiða hita, sum neyðugt verður at sleppa av við. Ein jarðhitaskipan við um 60 boriholum er væl egnað at taka móti hesi hitaorku, sum mest verður framleitt summarhálvuna. Hitaorkan kann goymast í bori­ holunum (boriholini fáa ein hægri temperatur), og kann brúkast aftur vetrarhálvuna. Jarðhitaskipanin fær við hesum ein enn hægri effektivitet og fer at verða enn bíligari í rakstri. Líkn­ andi skipanir eru væl kendar í okkara grannalondum. Ósemja um orku seinkaði avgerðini Ikki fyrr enn nú er endalig støða tikin til, hvussu nýggi skúlin skal hitast Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum skal hitast við sjóvarhita