Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LISTAFÓLK AT LISTPRÝÐA GLASIR Nevndin, ið stendur fyri listprýðingini á Glasi, søkir listafólk at koma við uppkas- ti til at listprýða nýggja skúladepilin við Marknagil. Tríggjar milliónir krónur eru settar av til verkætlanina. Listafólk kunnu gera uppkast til listprýðing allastaðni í bygninginum, bæði innan- og uttandura, eitt nú í teimum fimm trappurúmunum, av ljóðdoyvandi gardinunum í fyrilestrasalinum og skelting í bygninginum. Listprýðingin á Glasi skal verða á høgum listarligum stigi og í nøktandi samanspæli við arkitekturin og virksemið og fólkini, ið bygningurin skal hýsa. LIST.GLASIR.FO Uppskot við stuttari og greiðari lýsing av listaverki, í teksti, sum tekning, mynd ella í øðrum formi, skal latast inn við telduposti til list@glasir.fo í seinasta lagi 29. august 2016 kl. 12:00. Kunning og tilfar um bygningin, krøv og treytir til innsend uppskot sæst á list.glasir.fo samband-list@glasir.fo | www.glasir.fo LIST- LÝSING