mikudagur 17. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2016 · Nr. 93
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Málið um byggiloyvið hjá Tórs
havnar Havn tyktist í fyrstu syftu
komiskt. Men seinni er tað vorðið
meira tragiskt – og at enda fatalt
fyri ein deildarleiðara í Heilsu- og
Innlendismálaráðnum.
Nógvar kritiskar røddir hava
verið frammi um landsstýris
kvinnuna – og ikki minst Tjóðveldi,
sum hevur havt opinleika og
reinleika sum bringuprýði.
Tað er ilt at vita, hvat vendir
upp og hvat vendir niður í hesum
máli í Heilsu- og Innlendisráðnum.
Spurt verður, um vit kunnu
hava álit á ráðnum og á landsstýr
iskvinnuni, tá avgerðir verða send
ar úr ráðnum, uttan at landsstýris
kvinnan veit av tí. Serliga tá stórar
avgerðir, so sum nógv umrødda
havnarútbyggingin í Havn, fara í
gjøgnum ráðið á henda hátt.
Men tað skalar trúvirði, tá vit
ikki fáa svar upp á spurningin.
– Hví skal ein deildarleiðari í
ráðnum sigast upp, tí at undirsátti
hjá henni hevur sent eina rætta
avgerð til Tórshavnar Havn?
Hvat er tað, sum ger hetta til
eitt so stórt álitisbrot, at leiðarin
skal sigast úr starvi?
Hendan spurningin fáa vit ikki
svaraðan.
Landsstýriskvinnan
svarar bara uttanum, og aðalstjór
in vil als ikki gera samrøðu við
fjølmiðlarnar.
Eftir stendur mistankin.
Skulu høvd rulla, tí at onkur
ikki hevur tikið boðini frá lands
stýriskvinnuni í álvara?
Skulu høvd rulla, tí onkur hev
ur tikið landsstýriskvinnuna av
ræði?
Ella skulu høvd rulla, tí at
mannagongdirnar innanhýsis í
Heilsu- og Innlendismálaráðnum
eru so óprofessiónellar, at slíkir
feilir henda – og kanska kunnu
henda aftur?
Tað vita vit ikki. Tí avvarðandi
kvinnur í ráðnum vilja ikki svara
hesum spurningum.
Tað er ein keðiligur stílur, sum
Heilsu- og Innlendismálaráðið
hevur fingið sær:
At tiga ein so stóran trupulleika
burtur.
Helst er tað pínligt hjá onkrum
persónum. Men tað er fólkið, sum
skal hava álit á eini landsstýris
kvinnu og á allari umsiting henn
ara. Hetta álit er illa skalað – og tað
bøtur ikki, at vit einki fáa at vita.
Landsstýrissamgongan skyldar
fólkinum opinleika og reinleika.
Fólkið eigur at fáa at vita, um tað
núe er eitt starvsfólk, sum skal
offrast fyri at fáa politiksan frið –
og eisini, um tað er eitt starvsfólk,
sum hevur gjørt beint ímóti
politiskum ella embætisboðum -
og tí má bøta við starvinum.
Sjálvsagt eiga starvsfólk sína
verju. Men tað er ikki rætt at tiga
trupulleikan burtur
Hvar er nú tann politiski
reinleikin og opinleikin?
at tiga sannleikan
Vóna
at finna
DNA ella
fingaspor
Tíðindi síða 18
Íslend
ingar eitt
sindur
svakir
ítróttur Síða 14-15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tað var havnarmaðurin og
táverandi skipasmiðjustjór
in, Poul Mohr, sum fann upp
á navnið »Skansabryggjan«,
sum nýggja havnin uttan
fyri molan eitur.
Tað var 31. august í 2000,
at Poul Mohr ringdi til Sosi
alin. Hann troyttaðist av, at
fólk og fjølmiðlar í ramasta
álvara kallaðu nýggja havn
arlagið í Havn fyri »Nyhavn«.
– Hatta navnið klingar
ikki væl segði Poul Mohrog
bað okkum á blaðnum væl
signað lata vera við at nýta
hatta navnið.
Sjálvur visti hann ikki
rættuliga,
hvussu
nýggja
havnarlagið skuldi kallast,
men skeyt upp at nevna tað
»Skansabryggjan«, tí havnin
liggur á Skansaboðunum.
Hetta uppskotið bóru vit
á blaðnum víðari til Tórfinn
Smith, sum var býráðslimur
og formaður í Havnarnevnd
ini hjá Tórshavnar komm
unu.
Smáar tvær vikur seinni
ringdi Tórfinn Smith til
Sosialin og segði, at havn
arnevndin nú gjørt av, at
nýggja bryggjan uttan fyri
eystara mola í Havn skal eita
Skansabryggjan.
– Vit hava havt fund um
málið, og eg havi ráðført meg
við aðrar býráðslimir. Semja
er um at nýta uppskotið,
sum Poul Mohr nevndi í
Sosialinum herfyri: at kalla
bryggjuna Skansabryggjan,
segði Tórfinn Smith.
Soleiðis var danska keli
navnið, »Nyhavn«, manað í
jørðina til frama fyri vakra
navninum – við søguliga kjøl
festinum – »Skansabryggj
an«
Nei, Heðin Mortensen sat
ikki í býráðnum, tá tann
fyrsta stóra havnarbyggingin
í Havn stóð liðug í 1929. Tí tá
var Heðin Mortensen ikki
føddur.
Men hann hevur verið til
allir hinar stóru havnarút
byggingarnar, sum hava ver
ið síðani.
Tann fyrsta stóra út
byggingin var tá molin varð
longdur í 1973. Tá var Heðin
Mortensen júst valdur í Tórs
havnar býráð.
– Tað var nógv tosað
um
allar
pengarnar,
vit
brúktu til havnina. Eg minn
ist, at vit játta 10 milliónir
krónur, og tað vóru øði
liga nógvir pengar, segði
Heðin Mortensen, tá hann
mánadagin skrivaði undir
sáttmála upp á 465 miliónir
til komandi havnarútbygg
ing.
Í áttatiárunum var stóra
útfyllingin uttan fyri Skans
an gjørd – og hon fekk skjótt
kelinavnið »Nyhavn«
Tá bleiv grót tikið av
Glyvursnesi og ført inn við
báti.
Sama var við útbyggingini
í 90'unum, tá fylt varð upp
uttan fyri molan.
Nýggjasta
útbyggingin,
sum nú fer í gongd, er tann
fjórða, sum Heðin Mort
ensen hevur verið við til tey
44 árini, hann hevur sitið í
Tórshavnar býráð.
Fjórða havnarbygging Heðins
Poul Mohr fann upp
á Skansabryggjuna
Síðani Heðin Mortensen
varð valdur í býráðið í Havn
fyri fyrstu ferð fyri 44 árum
síðani, hevur hann verið við
til fýra havnarútbyggingar
Mynd: Álvur Haraldsen