mikudagur 17. august 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17.august 2016 · Nr. 93
KJAKMENTAN
Barbara Holm
A
t
kjakmentanin
hevur
broytt seg ótrúliga nógv
seinastu 10 árini, eru tað
helst fá sum ivast í. Frá at kjak
ast varð umvegis lesarabrøv í
bløðunum, hava føroyingar nú
møguleika at luttaka í almenna
orðaskiftinum umvegis tíðinda
miðlarnar og teirra tilknýti til
sosialu miðlarnar. Hevur tú eina
Facebook kontu, so kanst tú kjakast
so galið tær lystir um alt tað, sum
netmiðlarnir borðreiða við.
Á portal.fo hava tey av álvara
tikið
nýggju
interaktiónsmøgu
leikarnar til sín, tí ikki bara kanst
tú viðmerkja á portal.fo - tínar við
merkingar enda eina løtu á forsíðuni
á ein av Føroya størstu tíðindasíðum.
Eg haldi tað er keðiligt, at vit
einans síggja viðmerkingar á net
miðlum sum nakað negativt, tí tað
viðførir eisini nógv positivt, sigur
Ingi Samuelsen.
Eftir hansara tykki er veruleikin
tann, at viðmerkingar mangan geva
meirvirði til tær greinarnar, sum
verða lagdar út.
Tað er tí vit valdu at seta tað á
forsíðuna. Tí tað kann vera við til
at halda lív í kjakinum longri, sigur
Ingi Samuelsen.
Men tað krevur eftirlit
Sletta javnan
Á portal.fo er ikki óvanligt, at
brúkarar vera bannaðir ella at við
merkingar verða slettaðar. Hetta er
ein umráðandi partur av tí, at loyva
viðmerkingum á tíðindaportalin.
Ljótt málbrúk og keðilig atferð
annars verður altíð steðga. Men tað
er givið, at sumt sleppur at standa
longri enn gott er, tí vit varnast tað
ikki altíð beinan vegin, sigur Ingi
Samuelsen.
Er tað so hert eftirlit, nú við
merkingarnar standa á forsíðuni?
Sjálv tilgongdin varð ikki broytt
tá viðmerkingarnar komu á forsíð
una, tí vit hava frammaundan eisini
hildið eftirlit á sama hátt, sigur Ingi
Samuelsen.
Tað sæst tó sjálvandi betur nú,
tá ið viðmerkingarnar ikki longur
eru nakað, sum tú mást inn at leita
eftir sjálv.
Tað sæst betur, men tað merkir
eisini, at vit síggja tað betur. Og
sum redaktørur royni eg at halda
skil í tí, sum fer út, hóast eg sjálv
andi ikki lesi alt, sigur Ingi Sam
uelsen og vísir á, at til dømis so
kallað huldufólk á netinum – tað
eru falskir profilar – verða slettað
beinan vegin.
Fólk mugu sjálvi seta mørk
Ingi Samuelsen dregur paralell
til dulnevndu lesarabrøvini, sum
fyrr vóru at finna í avísunum. Tað
varð tó steðgað í 90’unum og hevur
ikki verið loyvt síðani. Men Ingi
Samuelsen var tá ein teirra sum
helt, at dulnevnd lesarabrøv vóru
í lagi, um blaðstjórin visti hvør
viðkomandi var og annars helt, at
lesarabrævið gav okkurt til kjakið.
Hóast tað ikki er sama støða í dag,
so kann ein paralellur finnast í, at
vit aftur í dag seta spurnartekin
við, hvør og hvussu fólk skulu
kjakast.
Eg haldi ikki tað er nakað galið
við, at fólk, sum vit áður einki
hoyrdu frá, nú sleppa til orðanna.
Og tey leggja enntá navn og mynd
til síni orð, vísir Ingi Samuelsen á.
Hann viðgongur tó, at hann
kundi hugsað sær eitt hægri kjak
støðið.
Men fólk hava loyvi til at siga
sína hugsan so leingi tey halda
seg innan nøkur mørk, sigur Ingi
Samuelsen.
Spurdur um, hvørt viðmerking
arnar á forsíðuni á portal.fo ikki
kunnu síggjast sum ein roynd at
fáa fleiri “kliks” viðgongur Ingi, at
tað sjálvandi er ein partur av tí.
Vit skriva fyri at fáa fólk at lesa
okkara greinar. Og hava vit ikki
lesarar, so hava vit ikki lýsarar og
so heldur ikki nakran møguleika at
rinda løn og so framvegis, staðfestir
Ingi Samuelsen.
Hann vísir á, at fólk í dag kjakast
dúgliga á sosialu miðlunum og
hóast tað kann gerast meira sjón
ligt, um kjakið flytur seg á tíðinda
miðlarnar, so er tað ikki tann stóri
munurin.
- Fólk mugu sjálvi standa til
svars fyri tí, sum tey gera. Tað kann
ongantíð vera miðlarnir, sum hava
ábyrgdina av at uppala fólk ella at
betra um kjakmentanina, sigur Ingi
Samuelsen, redaktørur á portal.fo.
PORTAL.FO VIÐMERKING
ARNAR Á FORSÍÐUNI
-Ikki okkara uppgáva at uppala
Endamálið við at hava nýggjastu viðmerkingarnar frá okkara
lesarum á forsíðuni á portal.fo er at geva greinunum meira
innihald og longri livitíð, sigur Ingi Samuelsen, virkandi
redaktørur á portal.fo. Hann sær tað ikki sum uppgávu hjá
miðlunum at uppala fólk, tá ið umræður atferð á netinum.
Sosialurin varpar
í hesum døgum ljós
á kjakmentan.
Les meira
í Vikuskiftis
Sosialinum
TEMA