hósdagur 18. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
19. august 2016
– Eg havi einki eftir at missa. Sonur mín
hevur tikið rúsevni og selt síðani hann
var áleið 13 ára gamal. Løgreglan hevur
roynt at funnið fram til bakmennirnar,
men har er einki at gera. Nú vil eg koma
við einari almennari umbøn til teir. Latið
børnini fáa frið!
Soleiðis sigur ein mamma í blaðnum
í dag. Hon er mamma ein 16 ára gamla
drong, sum er rúsevnismisnýtari, og sum
hevur havt trupulleikar síðani hann var
12 ára gamal.
Hendan mamman er í døpurhuga,
tí hon fær ikki soninum ta hjálp, sum
honum treingir. Hon hevur roynt alt,
men hjálpin er ikki har. Tí hevur hon
hetta neyðarróp her í blaðnum í dag.
Hetta er dømi um familju, sum er
komin í eina sera ringa støðu. Men hetta
er ein støða, sum vælferðarsamfelag
okkara eigur at klára. Tað gera vit kortini
ikki. Vit kunnu spyrja, hví vit ikki duga
tað betur. Vit hava viðgerðarstovnar til
vaksin fólk, men vit hava onga viðgerð og
als onga hjálp, tá tað snýr seg um børn
undir 18 ár, sum eru misnýtarar.
Sum tað framgongur í hesum máli,
eru tað vaksin fólk, sum gera sær deilt
av smádreingjum við at fáa teir at selja
rúsevni fyri seg. Hvussu ber tað til, at vit
ikki kunnu koma hesum trupulleikanum
til lívs? Er tað veruliga so, at vaksin fólk
– uttan at løgreglan ella onnur vaksin
fólk varnast tað – kunnu misnýta ungar
dreingir sum rúsevnisseljarar?
Vit hoyr javnan løgreglumyndugleikar
staðfesta, at løgregludømið Føroyar er
tað løgregludømi í ríkinum, har flestu
mál verða uppklárað. Hví klára vit ikki
at koma rúsevnistrupulleikum til lívs í
okkara lítla samfelag, har øll kenna øll?
Neyarrópið frá hesi mammu skal
takast í størsta álvara. Tað skal ikki bera
til, at ungligar við rúsevnistrupulleikum
ikki fáa tilboð um hjálp. Hetta er ikki
ein spurningur um pengar. Hetta er ein
spurningur um raðfesting, um virðing og
um mannarættindi. Sum samfelag skulu
vit ikki loyva, at fólk detta niðurímillum
á henda hátt. Tað skal ikki kunna bera til,
at ungir rúsevnismisnýtarar bara skulu
bíða til teir fylla 18 ár og kunnu flyta
niðan í geglið í Mjørkadali.
Hetta er fúl skomm – hvørki
fólkið ella myndugleikar
skulu góðtaka.
Eftir at Sosialurin mikudagin vísti á, at tað var
Poul Mohr, fyrrverandi skipasmiðjustjóri, sum
kom við uppskotinum um at nevna nýggju
havnina fyri »Skansabryggja«, so ringdi Poul
Mohr á redaktiónina í gjár.
– Jú, hatta passar, eg minnist tað væl. Men tú,
nógv er broytt hesi 16 árini, sigur Poul Mohr.
Vit spyrja, hvat hann hugsar um.
– Jú, nú hevur Eimskip alla hasa bryggjuna.
Skipafelagið seldu føroyingar til Íslands. Og
hinumegin, á Viðarnesi, hava vit Vónina. Hana
hava vit eisini selt til Íslands. Magn húsast
eisini á Viðarnesi. Tað er eisini selt til Íslands.
So manglar bara, at Effo eisini verður selt til
Íslands.
– Vit skuldu kanska heldur kallað havnina
fyri »Islands Brygge«, tá alt kortini skal seljas
til Íslands, sigur Poul Mohr skemtandi – tó við
stórum álvarsemi.
Hann er sera vón
brotin um tað gongd
ina. Men at havnin
verður útbygd, tað
dámar honum sera
væl.
Hetta er stór fúl skomm
Poul Mohr
Les eisini blaðið
á telefonini
Heilsumálaráðið
fyribeini FarGen
Hans Pauli Strøm
Tíðargrein síða 16-17
Frá betongstýri til
politikkstýri
Jógvan Arge s24
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At kommunuval
verður í Føroyum
8. november?
»Islandsbrygge«
hevði verið
rættari
keypa
føroyskt
eru farin?
Hvør skal