Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 4 BØRN OG MISNÝTSLA EG VIL BARA HAVA SON MÍN AFTUR BARBARA HOLM T að er summar í Føroyum. Juni mánaðurin er komin og við sær hevur hann tikið heitu strálurnar frá summarsólini. Men í Vesturbýnum í Havn vakna Angela og sjeikurin Petur til enn ein strævnan dag. Tað fyrsta, sum slær Angelu áðrenn hon fær eygu, er støðan hjá soninum. Vit kalla hann Poul. Tað hugsar hon um hvønn dag, allan dagin. Og tað hevur hon gjørt síðani hann var 12 – fyri smáum fimm árum síðani. Sum 12 ára gamal gjørdist lívið hjá Poul trupult. Tað gekk næstan ikki ein vika, uttan at lærararnir ringdu heim til Angelu at siga henni frá hesum og hasum. Poul endaði mangan í onkrari keðiligari støðu. Men Angela hugsaði fyri sær sjálvari, at hann var ein púra vanligur buldraligur drongur í hasum aldrinum. Tann tankin hvarv tó frá hugaheiminum hjá Angelu, tá ið sonurin fyrstu ferð, sum 12 ára gamal, endaði í klørnum hjá løgregluni. Hann hevði gjørt okkurt ólógligt og skuldi til avhoyringar. Og tá endaði hann, sum vera man, í skipanini hjá Barnaverndini. – Hann var buldrasligur, men eg helt tað fór at ganga yvir. Eg helt hann fór at gerast so mikið skakkur av at enda hjá løgregluni og barnaverndini, at hann fór at steðga við tí hann gjørdi, greiðir Angela Hentze frá. Tað var tó bara byrjanin. Skelkur at síggja Facebook Poul hevur eina eitt ára eldri systur. Ein dagin sigur hon við mammu sína, at hon átti at hugt eftir tí vinarskara, sum Poul hevði fingið á Facebook. Og rætt hevði hon at hava illgruna, tí beinan vegin fóru klokkurnar hjá mammuni at ringja. Hetta kann ikki vera rætt. Nýggju vinmenninir vóru 18 kanska 20 ára gamlir, meðan Poul júst var fyltur 13 ár. Hví tímdu teir eldru dreingirnir at vera vinir við Poul? – Eg fann so útav, at fleiri teirra vóru rúsevnismisnýtarar. Og hvat verri er, so var sonur mín eisini blivin tað, sigur Angela Hentze. Tað var tó ikki tað einasta, sum gekk fyri seg millum hesar dreingirnar. Áhugin fyri unga Poul var so stórur, tí hann seldi eisini rúsevnir. – Eg fór sjálvandi púra í panik, tá ið eg fann útav, hvat veruliga gekk fyri seg. Men tá var hann longu so bundin at hesum lívsstílinum, at eg ikki reiðiliga slapp ígjøgnum til hansara, greiðir Angela Hentze frá. Endaði á barnaheiminum Angela Hentze og familja hennara royndu allar snildur í bókini, fyri at fáa unga dreingin at steðga við ósunna lívsstílinum. Tá Poul var 13 ára gamal valdi Angela at lata hann búgva á barnaheiminum Eg havi einki eftir at missa. Sonur mín hevur tikið rúsevni og selt síðani hann var áleið 13 ára gamal. Løgreglan hevur roynt at funnið fram til bakmennirnar, men har er einki at gera. Nú vil eg koma við einari almennari umbøn til teir. Latið børnini fáa frið, sigur 40 ára gamla Angela Hentze, mamma at nú 16 ára gomlum dreingi, sum er rúsevnsmisnýtari Tað er óhugnaligt at síggja, hvussu alt snýr seg um at fáa fatur á meira rúsevnum. Tað er tað einasta, sum tey tosa um Mamma at misnýtara