hósdagur 18. august 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
24
Fremur politiskt óhefti
Sosialurin politiskt spinn?
Marin Katrina Frýdal,
býráðslimur
Tjóðveldi
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á
tí sonevnda politiskt óhefta blað
num, Sosialurin, hevur nú um dag
arnar aftur og aftur skrivað um,
hvussu skilagóð og týdningarmikil
avgerðin hjá Javnaðarflokkinum,
Fólkaflokkinum og Sambands
flokkinum í býráðnum er at brúka
eina hálva milliard krónur til eina
havnarútbygging, har Glyvursnes
verður sprongt og lagt í dýpið út
fyri molan. Síðani spinnir hann
eina søgu um meg og mín leiklut í
hesum máli, har hann eisini fer eftir
Tjóðveldi og landstýrisskvinnuni,
Sirið Stenberg, og sigur, at vit
báðar ikki sita væl um sátt.
Í leiðaranum 10. august stað
festir óhefti blaðstjórin: “At leggja
havnina aðrastaðni í kommununi,
enn í Havn, er uttanumtos.”
Í enn einum leiðara tveir dagar
seinni er niðurstøða óhefta blað
stjórans: “Tað er einki dulsmál,
at tað er vorðið til eitt politiskt
prosjekt hjá Tjóðveldinum í Tórs
havnar kommunu at vera ímóti
hesi stóru útbyggingarætlan hjá
kommununi. Og tá júst Tjóðveldi
ger hetta mál til floksmál, so var
tað sera áhugavert at frætta, hvat
partakvinnan hjá Tjóðveldinum í
Havn, Sirið Stenberg, fór at gera.
Men eftir øllum at døma tosa tjóð
veldiskvinnurnar báðar ikki serliga
væl saman – ella sita tær ikki væl
um sátt. Tí so seint sum í síðstu
viku legði Marin Katrina Frýdal
partakvinnuna undir at hava hokn
að fyri politiskum trýsti.”
Og víðari sigur óhefti blað
stjórin; “At fyri av órøttum at
vinna sær politiskan sigur hevur
Marin Katrina Frýdal lagt Sirið
Stenberg undir ódugnaskap sum
landstýriskvinna.”
Og
síðani
leggur óhefti blaðstjórin afturat:
“At kanska Marin Katrina Frýdal
kemur við almennari umbering til
partakvinnuna.”
Sosialurin flytur fokus
Í leiðaranum tann 15. august sig
ur óhefti blaðstjórin: “At tað var
væntandi, at Tjóðveldi fór at
brúka hetta málið sum eitt politisk
rumbulsmál.”
Óhefti blaðstjórin leggur meg
undir at hava sagt í KvF, at Sirið
Stenberg hevur bakkað fyri polit
iskum trýsti. Hetta havi eg ikki sagt.
Í samrøðuni við KvF undrist eg á,
at hóast Býarskipanarnevndin,
ið er faknevndin hjá landsstýr
iskvinnuni, mælir frá havnarút
byggingini, so verður ein politisk
avgerð tikin, sum gongur beint í
móti tilmælinum. Og eg kann nú
leggja afturat, at tað tykist sum
um, at umsitingin hevur tikið eina
politiska avgerð. Blaðstjórin hevur
tó rætt í tí, at tíðindamaðurin í
sendingini leggur meg undir at
hava sagt, at landstýriskvinnan er
politiskt trýst til at taka støðu, men
hetta eru ikki míni orð.
Síðani roynir Eirikur Lindenskov
av øllum alvi at flyta fokus við at
siga, at málið nú fullkomiliga skift
ir karakter, og at tað nú snýr seg
um valdsstríð í ráðnum. At tjóð
veldikvinnan í býráðnum stendur
einsamøll í stríðnum ímóti havnar
útbyggingini.
Dylir ósemju í
Javnaðarflokkinum
Óhefti blaðstjórin kundi pass
andi farið at granska eitt sindur í
málinum um havnarútbyggingina.
M.a. at eitt av javnaðarumboð
unum í breiða meirilutanum á Vagl
inum fleiri ferðir ikki hevur tikið
undir við havnarútbyggingini við
at atkvøða blankt og hevur nú boð
að frá, at hon ikki stillar upp aftur
til býráðsvalið. Hetta kundi verið
ein spennandi søga at granska eitt
sindur í, men sjálvandi fer fremsti
javnaðarboðberi í landinum, Sos
ialurin, ikki undir at lýsa eina
ósemju í júst Javnaðarflokkinum.
Skattgjaldarin
heftir fyri lánini
Meirilutin á Vaglinum hevur sam
tykt at brúka eina hálva milli
ard krónur upp á eina havnar
útbygging, har eingin útrokning
ella útgreining av fíggjarligu av
leiðingunum er gjørd. Vit vita als
ikki, hvat útbyggingin fer at kosta
í dýrkan av innfluttum vørum,
sum møguliga fer at bera við sær
hægri livikostnað og verri kapping
við útlandið og tí eisini kann elva
til arbeiðsloysi og fráflyting. Og
tá óljóðið frá núverandi virksemi
á havnarlagnum longu liggja
oman fyri loyvda mark, verður
hetta kortini gjørt, har nógv fólk
búgva, og har landið ger stóra
sjúkrahúsútbygging oman móti
sjóvarmálanum. Hóast eingin
árinskanning er gjørd, samtykk
ir meirilutin í Tórshavnar bý
ráð at brúka eina hálva milliard
krónur og heftir skattgjaldaran
fyri stór lán. Serkunnleikin á
bæði Býarskipanar-, Teknisku og
Fíggjardeildini eru ikki partur av
hesi ætlan og eru tilvitað hildin
uttanfyri hesa politisku avgerð.
Hava ikki lært av
mistøkum
Eg hevði ynskt, at vit fóru betri
um okkara land. Eg haldi, at tað er
harmiligt at standa og vera vitni
til, hvussu illa vit í veruleikanum
fara við okkara landi og ríki
dømi. Eg hevði ynskt, at landið
tók sær av øllum infrakervinum
á sjónum, soleiðis at vit fingu eina
landshavn fyri allar Føroyar, har
náttúruumstøðurnar vóru tær
bestu og vit ikki oyðslaðu og fóru
so illa við lendinum. Tað verður
ikki bara Tórshavnar havn, sum fer
í gongd við útbygging, men fleiri
kommunur, ið koma henni eftir.
Tað er harmiligt, at vit í okkara
landi ikki kunnu lyfta okkum
longri upp og hugsa alt infrakervið
í einum, soleiðis at vit fáa bestu og
bíligastu loysnirnar fyri okkum øll.
Hví hava vit einki lært av øllum
gapandi grótbrotunum, ið standa
sum brendir jakslar runt um í land
inum? Og hví hava vit ikki lært av
øllum teimum gapandi tómu flaka
virkjunum, ið standa sum skrímsl
til ampa fyri fólk og trivnað kring
landið alt.
Tað kundi verið so gott
Vit eiga í øllum okkara avgerðum
at hugsa umhvørvi, burðardygd og
fagurfrøði, sum er trivnaður fyri
fólk okkara. Hetta havi eg saknað
í viðgerðini av havnarútbyggingini.
Eg havi roynt at gjørt míni sjón
armið galdandi, men havi ikki
fingið undirtøku og tí atkvøtt
ímóti. Javnaðarflokkurin fekk
einsamallur meirilutan til bý
ráðsvalið seinast, men tordi ikki
at taka við avbjóðingini og situr
nú saman við Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum við ábyrgdini
fyri risastóru havnarútbyggingini.
Hesin sami peningur kundi gjørt
so øgiliga gott aðrastaðni, ja, hann
kundi t.d. loyst alla húsaneyðina í
Havn.
Einki útistandandi við
landstýriskvinnuna
At enda vil eg sláa fast, at Sirið
Stenberg, sum eg meti sera høgt
sum landspolitikara, og undir
ritaða, einki hava útistandandi
hvør við aðra. Eg eri komm
unalpolitikari og geri mítt polit
iska arbeiði innan býráðsgátt,
meðan hon er landsstýriskvinna
og sjálvandi røkir sína politisku
uppgávu har. Tað er tó spell, at
ávísir fjølmiðlar vanmeta eitt so
stórt og álvarsligt mál og koma við
villleiðandi tulkingum og bíligum
niðurstøðum.
Jógvan Arge
varaborgarstjóri
úr Tjóðveldi
Hendan seinasta býráðssetan
hevur í mangar mátar verið
óvanlig. Serliga fólkaræðisliga
hevur hon verið eitt afturstig.
Ein flokkur fekk einsamallur
meiriluta, men bjóðaði til breitt
samstarv við alt býráðið, so ongin
andstøða var.
Okkara hugur stóð til at halda
fram átta ára samstarvið millum
Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, men
tá Javnaðarflokkurin ikki vildi,
góvu vit tí breiða samstarvinum
ein kjans.
Inni í breiða samstarvinum vísti
seg hvørki at vera høgt til loftið
ella vítt til veggja, og tá samstarvið
einvíst fór at tveita fólk út, fóru vit
øll.
Húsaøði og bryggjuøði
Í andstøðu hava vit víst á vans
arnar við, at einaræði í veru
leikanum valdar á Vaglinum, og
at skilaleysar samtyktir hava
kostað kommunukassanum dýrt
og seinkað fleiri málum.
Á Vestaru bryggju er Fólka
flokkurin sloppin at spæla sær við
einum sjóvinnuhúsi, sum hevur
kostað 100 milliónir krónur. Húsið
stendur gapandi tómt, tí grundar
lagið fyri samtyktunum hevur ikki
hildið.
Inni í býnum hevur býráðið
keypt tveir bankabygningar fyri
90 milliónir krónur. Tá keypt varð,
var ætlanin at hýsa kommunalum
skrivstovum og stovnum í bygn
ingunum, men meira enn illa
hevur gingið at halda hetta lyftið,
og annar bygningurin stendur enn
tómur.
Við Musikkskúlanum er ikki
hent annað enn, at hann á papp
írinum er fluttur úr einum stað í
annað, men ítøkiliga ongan veg
komin. Kanska er hann heilt slept
ur?
Í aðrar mátar hevur hugurin at
byggja torg við minnisplátum verið
størri enn at geva dagligu umstøð
unum hjá fólki ans, og tí er eitt so
týðandi og avgerandi málsøki sum
eldraøkið undirfíggjað.
Í sambandi við Skúlan á Fløt
um, sum hevur verið í umbúna alla
setuna, eru framvegis bara hak
arnir settir í og onki meir.
Og í evsta tíma skrædnaði
Javnaðarflokkurin í málinum um
Skansabryggjuna og læt Fólka
flokkin bera eina íløgu fyri 465 mió.
kr. ígjøgnum býráðið.
Breiða samstarvið hevur tíverri
verið eitt byggi- og betongstýri,
sum hevur havt lítlan og oftast
ongan ans fyri innihaldinum í ger
andisdegnum hjá fólki.
Fólkið fyrst og fremst
Tjóðveldi setir borgararnar fremst
í Tórshavnar kommunu.
Vit vilja ansa væl eftir komm
unukassanum, men játta peng
arnar, har teir gera fólki mun.
Tær íløgur, ið eru skilagóðar og
neyðugar, verða gjørdar.
Næsta býráð skal virka fyri, at
børnini, ungdómurin, familjurnar
og eldru borgararnir fáa uppaftur
betri umstøður og tænastu.
Málið verður, at fólk í Tórshavn
ar kommunu verða sett í hásæti –
og ikki bara betongið.
Tað gera vit fegin saman við
flokkum, sum hava hjartarúm fyri
tílíkum politikki.
Á valinum, ið kemur, er umráð
andi at javnsterkir flokkar ganga
saman í samgongu at stýra býnum.
Paradu-samstarvið, ið var, gjørd
ist eitt betongstýri uttan mál og
mið. Kósin má rættast.
Frá betongstýri til politikk fyri borgararnar
KJAK