mánadagur 22. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 5
Ein
millión
bleiv til
250
Ítróttur
Síða 13
U18
vann
bronsu
Um 11 vikur skulu føroyingar aftur
á val, tá veljast skulu fólk at stjórna
teimum 29 kommununum, sum vit
hava Føroyum.
29 kommunur er ikki so nógv,
borið saman við næstan tað tvífalda
fyri ikki so nógvum árum siðani.
Men kortini er tað alt ov nógv. Ein
samanlegging
verður
hesaferð,
tá Húsa kommuna og Klaksvíkar
kommuna leggja saman.
Størsta kommuan er Tórshavn
ar kommuna við 20.746 borgarum.
Tað vil siga, at høvuðsstaðarkomm
unan hevur tveir fimtapartar av
øllum fólkinum í landinum – ella 40
prosent. Hinir tríggir fimtapartar
nir, tey 60 prosentini, skulu so být
ast í millum 28 aðrar kommunur.
Hetta sigur okkum beinanvegin,
at her er sera stór ójavnvág:
Vit hava fýra kommunur, sum
hava færri enn 100 íbúgvar.
Vit hava 14 kommunur, sum
hava millum 100 og 1.000 íbúgvar.
Vit hava 8 kommunur, sum hava
millum 1.000 og 2.000 íbúgvar.
Vit hava 3 kommunur, sum hava
millum 2.000 og 5.000 íbúgvar.
Og vit hava eina stóra kommunu
við yvir 20.000 íbúgvum.
Undir seinastu samgongu var
ein rættiliga forkølað roynd gjørd
at leggja kommunur saman. Skipað
varð fyri fólkaatkvøðu – men fólka
atkvøðan var so ógreið, at fólk vistu
ikki, hvat tey skuldu atkvøða um. Tí
var úrslitið, at als einki hendi. Hetta
var eitt gott dømi um, hvussu fólka
atkvøður kunnu brúkast – ella mis
brúkast, soleiðis at eingin broyting
hendir.
Í Suðuroy búgva 4.579 fólk, og
tey eru býtt millum sjey kommun
ur.
Í Sandoy og Skúgvi búgva 1.269
fólk, býtt millum fimm kommunur.
Tað vil siga, at vit sunnanfjørðs
í Føroyum hava 12 kommunur við
tilsamans 5.848 fólkum ella einum
miðaltali upp á 487 fólk.
Skulu vit bara so mikið sum
droyma um at menna útjaðaran í
Føroyum, so skal málið um komm
Teir skjóta við skørpum,
hvør eftir øðurm, langabbar
nir báðir í Tórshavnar býráð,
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, og Jógvan Arge, vara
borgarstjóri.
Teir røkja báðir hægtu
politisku størv í kommununi
og hava verið samdir um so
at siga alt, næstan altíð. Tað
eru teir helst enn, men síð
ani vátt kom í reiðrið mill
um Marin Katrinu Frýdal og
Heðin Mortensen, so hevur
úteftir verið eitt politiskt
agg at sæð millum Tjóðveldi
og Javnaðarflokkin.
»Betongstýri«, »einaræði«
og »keypiøði« eru supperla
tiv, sum Jógvan Arge brúkar
um
Heðin
Mortensen
–
sumskjýtur aftur:
»Grumpy (Old) Man«.
Og soleiðis kundu vit hild
ið fram.
Seinasta stríðið í so máta
er stríðið um Tórshavnar
Havn, sum Marin Katrina
Frýdal íðin hevur stríðst
ímóti.
Nakað av stuðli hevur hon
havt frá floksfeløgunum,
sum hava tosað við henni í
ávísan mun. Men tá atkvøtt
varð endaliga um málið, tá
stóð Marin Katrina einsa
møll – og ein smílandi Heðin
Mortensen kundi staðfesta,
at heldur ikki í hesum máli
var Jógvan Arge ímóti borg
arstjóranum.
Men valfepur er í luftini,
og nógvir býráðslimir vilja
Heðini Mortensen til lívs
sum borgarstjóri. Heðin klár
ar seg for væl, og tað er irri
terandi hjá biðlunum í Tjóð
veldi og kanska Fólkaflokki.
Tí ræður um at koma í lykla
støðu – og tað sum hendir,
hendir – hendir valkvøldið
tann 8. november millum
klokkan umleið 23 og 01.
Tá kann størsti atkvøð
uslúkurin hjá Fólkfalokki
ella Tjóðveldi taka valdið frá
Heðini Mortensen.
Møguleiki er fyri, at Marin
Katrina Frýdal vinnur odda
sessin í Tjóðveldi. Sjúrður
Olsen varðveitir helst odda
sessin hjá Fólkaflokkinum.
So er spurningurin, um
tey fara at koppa Heðin, ella
um Fólkaflokkur og Javnað
arflokkur halda fram í sam
starvinum, teir báðir eru so
fegnir um. Heðin Mortensen
sum borgarstjóri og Sjúrður
Olsen um varaborgarstjóri,
fíggjarnevndarmur, vinnu
nevndarformaður og for
maður í Tórshavnar Havn
– og stjóri hjá Balslev!
Tað er vitleyst at hava 28
kommunur til 30.000 fólk
Eitt stríð millum langabbar
leggið kommunur saman
unusamleggingar takast upp alt fyri eitt.
Hetta má vera seinasta kommunuvalið við
so nógvum kommunum.
Um lokal áhugamál ikki kunnu semjast, so
má onkur skera ígjøgnum, tí tað er ikki rætt
víst fyri fólkið kring landið, at tey ikki kunnu
fáa somu tilboð og somu viðferð, sum borgar
ar í eitt nú Tórshavnar kommunu.
Spurningurin er, um vit skulu hava sjey
ella fimm ella kanska tríggjar komunur í
landinum. Men tað er onkustaðni har vit eru.
28 kommunur til færri enn 30.000 fólk, tað er
í øllum førum púra vitleyst.
Bilurin, sum varð stolin
í Hoyvík leygarnáttina,
varð funnin aftur sunnu
dagin.
Talan var um ein reyð
an Suzuki Swift. Eigarin
varnaðist leygarmorgun
in, at bilurin, sum stóð
parkeraður í Hoyvík, var
horvin.
– Bilurin er funnin í
Hoyvík aftur, við skaða
tíverri, segði eigarin við
in.fo sunnudagin.
Tjóvurin
hevði
parkerað bilin annað stað
í Hoyvík. Onkur hevði
sæð eftirlýsingina á in.fo
og boðaði politistøðini
frá.
Løgreglan veit ikki,
hvør hevur stolið bilin.
Av
løgreglustøðini
verður sagt, at bilurin
hevur fingið nakað av
skaða í høgru síðu. Hann
hevur eyðsæð verið í ein
um samanstoyti.
Vakthavandi
á
løg
reglustøðini
segði
við
in.fo, at enn er ikki greitt,
hvat er hent ella hvør er
farin avstað við bilinum.
Um onkur veit nakað
meiri um málið, eru fólk
vælkomin at ringja til
løgregluna á 351448.
Stjól bil og rend á