mánadagur 22. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNUNÝSKIPAN
Árni Gregersen
Fólkaflokkurin stendur einsamall
ur eftir og verjir galddandi lóg um
vinnuligan fiskiskap.
Tað tykist standa fast eftir at
Løgtingið hevur samtykt fiskidag
arnar fyri komandi fiskiár, sum
byrjar 1.september – og eftir hólm
gonguna í Klaksvík millum fyrrver
andi landsstýrismannin við fiski
vinnumálum, Jacob Vestergaard
og Høgna hoydal, landsstýrismann
við fiskivinnumálum.
Útmeldingarnar frá flokkinum
eru torførar at misskilja. Flokkurin
sigur, at hann møguliga kann ganga
við til onkrar tilklagingar, men at
hann heldur, at skipanin, sum vit
hava í dag virkar væl – og at tað
eisini er ein umsitingarskipan, sum
verjir fiskastovnarnar.
Jacob Vestergaard hevur sagt, at
fiskidagaskipanin í veruleikanum
er ein skipan, sum eisini tryggjar
stovnarnar. Tí er ikki neyðugt við
einari nýggjari skipan.
Undir hólmgonguni i Klaksvík í
farnu viku, var fyrrverandi lands
stýrismaðurin ógvuliga hvassorð
aður og fanst at so at siga øllum tí,
sum núverandi landsstýrismaðurin
í arbeiðssetningunum hjá nýskip
anarbólkinum, hevur sett út í
kortið.
Fiskidagarnir
Løgtingið samtykti í seianstu viku
fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.
Allir flokkar tóku undir við
semjuni, uttan Fólkaflokkurin.
Í semjuni er tað soleiðis, at talið
av fiskidøgum verður skert við 15
prosentrum, men so kunnu nakrir
av hesum døgum koma útaftur
at virka gjøgnum ein sonevndan
buffara.
Fiskidagarnir
verða
skerdir
munandi minni enn Havstovan
mælti til, m en allir politisku flokk
arnir vita, at her er talan um tað
seinasta heila fiskiárið, áðrenn
lógin um vinnuligan fiskiskap verð
ur broytt.
Grundgevingarnar
hjá
and
støðuflokkunum fyri at taka undir
við semingsuppskotinum var, at
flokkarnir á tann hátt avmarkaðu
niðurskurðin, sum landsstýrið ann
ars hevði lagt upp til.
Nú er talan um politik, so alt
verður ikki sagt, sum hendir.
Andstøðuflokkarnir hava klárt
givið eitt signal um, at teir ikki
longur eru stýrdir av Fólkaflokk
inum, tá ið tað snýr seg um fiski
vinnupolitikk.
Undirtøkan er eisini eingreið
ábending um, at tá ið eitt uppskot
kemur fram um nýggja lóg um
vinnuligan fiskiskap, so eru and
støðuflokkarnir sinnaðir at sam
ráðast um skipanina.
Ongin fær alt
Atfinningarnar í samband við
arbeiðssetningin, sum nýskipa
narnevndin hevur fingið, ganga í
stóran mun uppá, at arbeiðssetn
ingurin er trongur og at nevndin í
nógvar mátar er bundin at honum.
Men allir politiskir flokkar vita
eisini, at hóast landssstýrismaðurin
spælir út við sínum ætlanum um
fiskiskipanina, so er tað ikki so
leiðis, at ein flokkur fær alt sítt
ígjøgnum.
Tí eru andstøðuflokkarnir sinn
aðir at samráðast um nýggju lóg
ina. Teir vita væl, at heldur ikki
innanhýsis í samgonguni er full
semja um, hvussu fiskivinnan skal
skipast í framtíðini.
Hetta gevur stóran møguleika at
ávirka, hvussu tað fer at síggja út í
vinnuni eftir 1.januar 2018.
Í seinastuni er týðuligt komið til
sjóndar, at flestu flokkar og stórir
partar av vinnuni eru samdir um,
at skipanin má broytst.
Semja er ikki um, hvussu alt skal
broytast, men tey flestu halda, at
skipanin hevur yvirlivað seg sjálva
og hon má gerast av nýggjum.
Politiskt hevur samgognan í
samgonguskjalionum boðað frá, at
virðini í samfelagnum skulu býtast
øðrvísi enn tey nú eru. Tað vil siga,
at samgongan heldur, at onnur
eisini at eiga at sleppa framat tí
partinum av fiskivinnuni, sum
gevur eitt sindur av avlopi.
Við øðrum orðum er tað ikki nóg
mikið at siga, at tað ber tila t koma
inn í botnfiskavinnuna, tí onkur
línuskip liggja og kunnu keypast.
Hinvegin eru tað mong sum vísa
á, at tað sjálvandi kostar at sleppa
inn í eina vinnu, sum gongur væl
og kastar nógvan pening av sær.
Í slíkum førum eru loyvini dýr
ari. Spurningurin er so, um pol
itiska skipanin fer at gera eina
tvungna fordeiling av loyvunum.
Júst tann spurningurin er tor
førur at svara, tí neyvan megnar
samgongan einsamøll at gjøg
numføra eina slíka skipan – og
tað er meira enn ivasamt um
andstøðan fer at taka undir við
henni – í hvussu so er, hvussu langt
hon vil fara.
Politiska støðan
Júst nú stendur Fólkaflokkurin
einsamallur uttanfyri og hevur á
ongan hátt víst tekin til, at flokk
urin er sinnaður at flyta seg í sam
ráðingum.
Tað fær hinar andstøðuflokkar
nar at flyta seg, tí teir vita, at hend
an samgongan verður ikki sitandi
“for ever”.
Sambandsflokurin er noyddur
at tryggja sær, at hann fær loyst
seg úr tí hafti, sum hann í seianstu
samgongu var bundin við at
Fólkaflokkinum.
Flokkurin við nýggjari leiðslu
má tryggja sær, at Fólkaflokkurin
ikki er einasti møguligi samstarvs
partnarin eftir eitt løgtingsval.
Og søguliga sæð, so snýr tað seg
um at nærkast Javnaðarflokkinum,
sum er gamli samstarvsflokkurin
hjá Sambandsflokkinum.
Orðaskiftið um fiskidagarnar
í seianstu viku var hvast og tað
sama var hólmgongan í Klaksvík,
men onki er at ivast í, at tá ið ein
nýggj lóg skal gerast um vinnuligan
fiskiskap, verður orðaskiftið enn
hvassari.
Sum tað sær út júst nú, so hevur
Fólkaflokkurin valt at halda fast
við gomlu skipanina við ávísum
broytingum.
Hinir flokkarnir vilja samráð
ast. Tað vil siga, at Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, fær ikki alt sítt
ígjøgnum. Sum í øðrum samráð
ingum verður helst funnin semja,
sum onkursvegna verður eitt skip
an, sum fer at liggja millumt að
hjá landsstýrismanninum og tað
sum andstøðan og partar av sam
gonguni vilja ganga við til.
Uppboðssølan er orðið, sum
higartil hevur skilt flokkarnar og
sum vinnan er nógv ímóti. Tí er
spurningurin, hvussu stórur partur
av rættindunum enda á uppboðs
sølu.
Neyvan verður tað onki. Ný
skipanarbólkurin, sum skal gera
upplegg til nýskipanian, hevur eina
mánaða eftir at arbeiða í.
FÓLKAFLOKKURIN EINSA
MALLUR MÓTI RESTINI
AV POLITISKU SKIPANINI
Meðan flytingar henda í hinum politisku flokkunum, so
tvíheldur Fólkaflokkurin um verandi fiskivinnuskipan
Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard vóru í hvassari hólmgongu í Klaksvík