mánadagur 22. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tað líkjist mest einum sjálvmáli, sum
kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt í samband
við Mayowa Alli-málið. Málið snýr seg ikki
um KÍ, HB og Mayowa Alli sum so, men um
handfaringina hjá FSF og kappingarnevndini av
málinum.
Sjálvt ídnastu KÍ viðhaldsfólkini – summi eftir
ein dag av mótmæli – viðurkenna, at Mayowa
Alli átti at fingið reytt kort, um ein dómari sá
støðuna. Tað siga eisini allir dómararnir, ið eg
havi tosað við eftirfylgjandi.
Tó er ein dómaraserfrøðingur hjá FSF og
kappingarnevndini, sum metir at talan er um
eina hending, ið gevur millum gult og reytt kort.
Róin Schrøter, formaðurin í Kappingarnevndini,
segði í Fótbóltspanelinum á Rás2 fríggjadagin, at
tað var høvðusorsøkin til at meiri ikki bleiv gjørt
við málið.
Mær lystir at vita hvussu hatta kann verða
gult kort, tá vit hava sæð spælarar fingið reytt
fyri nógv minni. Tað er ongin ivi um, at HB
spælararnir provokerar við at hála í troyggjuna
og yvirspælir støðuna, men tað er torført at fáa
eyga á annað enn eitt slag frá Mayowa Alli. Tað
er eisini dómurin úr dómaraverðini, sum eg havi
tosað við.
Eitt annar trupulleiki við hesum málinum
er, at tað tykist eitt sindur tilvildarligt hvat
fyri støður verða tiknar upp. Fyrrverandi
ítróttarredaktørurin á Sosialinum, Jákup
Mørk, heldur at tað manglar ein leistur at
ganga eftir. Róin Schrøter avsannar ikki, at
kappingarnevndin hyggur nærri tilgongdini, men
sum heild er hann ikki ónøgdur við tilgongdina í
løtuni.
Tá al ttað er sagt, so er tað gott fyri
steypafinaluna, at KÍ hevur allar sínar spælarar
tøkar. Tíverri hevur Hans Jørgen Djurhuus
leikbann, tí hann hevur fingið tvey gul í
steypakappingini. Tað tykist vera breið semja
um í fótbóltsheiminum, at leikbann skulu í minst
mun gera seg galdandi í finaluni, tí tá vilja vit
síggja liðini í fullari styrki. Tí verða gul kort
millum annað strikaði í altjóað kappingum, tá tað
nærkast finlauni.
Tað tykist longu nú greitt, at løgmansfinalan
2016 verður eitt risa upplivisli, tí talan er um
tvey javnt góð lið, ið liggja nummar eitt og tvey í
landskappingini.
FSF gjørt
sjálvmál?
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Gilli Rólantsson Sørensen
byrjaði í gjár inni, tá Brann
Bergen
og
Rosenborg
frammanfyri
17
túsund
áskoðarum spældi javnleik
1-1. Landsliðsspælarin mátti
tó av vøllinum miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tí hann ikki
minni enn tvær ferðir fekk
bóltin beint í høvdið.
Hann hevur í nátt at kalla
sovið í klæðunum, sum hann
spældi dyst í. Tvøramaðurin
endaði
á
sjúkrahúsinum,
eftir at læknin gav boð um
tað.
Tann fyrsti bólturin eg
fekk í høvdið rakti meg hart
á síðuna. Tað kendist sum
eitt slag. Í hálvleikinum
fekk eg eina tabeltt, men
tað bleiv bara verri í seinna
hávleiki, tá eg so aftur fekk
ein bólt í høvdið, greiðir Gilli
Rólantsson Sørensen frá.
Tað var ein røtt avgerð at
fara av vøllinum, tí tá Gilli
Rólantsson Sørensen kom
inn í skiftirúmið fór høvdið
beint í spýggispannuna.
Eg havi fingið fingið at
vita, at eg ikki skal hyggja í
sjónvarp ella í fartelefonina
komandi dagarnar, so eg veit
ikki hvat eg skal gera í einum
einmanskamari
á
einum
gistingarhúsi í Bergen, sigur
Gilli Rólantsson Sørensen
skemtandi.
Sum ein nýggjur
persónur
Gilli Rólantsson Sørensen
fekk álit frá venjaranum
longu í fyrsta dystinum, sum
var móti ongum minni enn
stórliðnum og oddaliðnum í
Norra, Rosenborg.
Tað broytir so nógv, tá ein
venjari gevur tær álit. Eg eri
sum ein nýggjur persónur,
sigur Gilli Rólantsson Søren
sen, sum leygardagin fekk at
vita, at hann skuldi byrja inni
móti Rosenborg dagin eftir.
Lars Arne Nielsen sigur
við meg leygardagin, at eg
havi vant væl og tí vil brúka
meg á vonginum frá byrjan.
Hann er nøgdur við avrikið í
dystinum, men vit hava ikki
ordiliga tosað saman , sigur
tvøramaðurin úr telefonini
í Bergen.
Hóast
fyrrverandi
lið
skiparin á U21 landsliðnum
var spentur, so var hann
ikki fjálturstungin undan
stórdystinum.
– Eg var sjálvandi spentur
á veg til dystin, men so skjótt
vit komu á leikvøllin, so hugsi
eg bara um fótbóltin. Tað
var feitt at sleppa at spæla
frammanfyri so nógvum og
villum áskoðarum. Tað er
stuttligt og gevur mær hug
at spæla fótbólt, sigur Gilli
Rólantsson Sørensen.
Hann iðrar seg um, at tað
ikki eydnaðist at spæla allan
dystin, men er sannførdur
um at hann hevur nakað at
geva liðnum.
Eg føli eg kann geva
liðnum nakað og vil bara
sleppa
at
spæla,
sigur
tvøramaðurin.
Øðrvísi fótbóltur
Eftir eina tíð í danska Aab er
føroyski landsliðsspælarin
nú
komin
til
norskan
fótbólt, sum í nógvar mátar
er øðrvísi.
Tað er øðrvísi fótbóltur
her enn í Aab og Danmark.
Har snýr tað seg nógv um at
halda upp á bóltin, meðan
norskur fótbóltur líkist meiri
enskum fótbólti. Tað er full
ferð á og tað passar mær væl,
sigur skjóti vongurin.
Ein hvíta lygn um
tað er neyðugt
Læknin hevur fyribils biðið
tvøramannin um at binda
frið í eina viku. Tað passar
Gilla Rólantsson Sørensen
illa. Hann ætlar sær at spæla
komandi
leygardag
móti
Haugesund.
Eg ætli mær at verða
klárur tá. Um tað merkir, at
eg má siga eina lítla hvíta
lygn fyri læknanum, so geri
eg tað. Eg vil sleppa at spæla,
sigur
føroyski
landsliðs
spælarin.
Dysturin móti Hauge
sund, sum hevur tvey stig
færri Brann, ið liggur á triðja
plássi, er seinasti dysturin
áðrenn Gilli skal møta saman
við
restini
at
føroysku
landsliðnum til dystin móti
Ungarn.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Gilli Rólantsson Sørensen endaði við høvdinum í spannini og
so beint á sjúkrahúsið, eftir at hann fekk ein bólt í høvdið
og bleiv útskiftur í dystinum móti Rosenbog í gjár
BÓLTIN Í HØVDIÐ