Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fara at fletta á Tórsgøtu Ein kálvur skal slaktast og fleiri lomb flettast, tá tiltakið Slaktið fer at varpa ljós á føroyska landbúnaðin Danjal av Rana Veitst tú, hvaðani maturin á tallerk­ inum kemur? Bogi Andreasen og Kári Sørensen hava, saman við Birgiri Enni, seinastu tvey árini sett sjóneykuna á, hvaðani fiskurin kemur við tiltakinum Ein Dagur á Grynnuni. Tiltakið hevur verið sera væl vitjað. Fyrsta árið leitaðu um 4.000 fólk sær oman í Tórsgøtu, meðan annað árið vóru tað um 9.000 vitjandi. Nú taka Bogi Andreasen og Kári Sørensen næsta stigið - Eg eri uppvaksin í fiskivinnuni í Klaks­vík, so eg kenni væl til tann part­ in av føroyska tilfeinginum. Eg merkti tó, tá eg flutti til Havnar, at her hevði fiski­vinnan ikki somu støðu, men nógv fleiri fólk høvdu okkurt tilknýti til landbúnaðin, enn eg var vanur við, sig­ur Bogi Andreasen. Teir báðir fara tí at skipa fyri ein­ um líknandi tiltakið sum Ein Dagur á Grynn­uni, men við støðið í føroyska land­búnaðinum. Slaktið er heitið á nýggja tiltakinum, sum verður í Tórs­ gøtu 24. septembur. - Við hesum ynskja vit at vísa, hvat landbúnaðurin í Føroyum hevur at bjóða. Tá tosa vit bæði um kjøt, mjólka­úrdrátt og grønmeti, sigur Bogi And­reasen. Frá kríatúri til døgurða Í samstarvi við bøndur, urtagarðs­ áhugaði og Meginfelag Búnaðar­ manna, skulu føroyingar nú fáa høvi at síggja tilgongdina frá livandi djóri til borðreiddan døgurða. - Ætlanin er at hava slakt á stað­ num. Vit hava fingið ein kálv av Sand­ oynni, sum vit fara at slakta, umframt at vit eisini fara at fletta lomb, sigur Bogi Andreasen. - Hetta gevur okkum høvi at vísa fólki, júst hvør tilgongdin er, hvat tað ymiska av kríatúrunum verður nýtt til og so framvegis. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu blóðpylsa og rullupylsa verða gjørdar og ikki minst, fáa smakkiroyndir eisini. Fólk skulu fáa høvi at síggja, hvaðani kjøtið á tallerkinum kemur frá. sigur hann. Eins og á fiskatiltakinum, verður eis­ini borðreitt við alskyns góðum før­ oyskum mati til hetta tiltakið, sjálv­ andi einans føroyskt. - Vit hava sett okkum í samband við onkrar matstovur og onnur mat­ áhugaði, sum fara at virka okkurt til fyri okkum og vit eggja teimum eisini til at nýta føroyskt grønmeti til rættirnar, sum tey fara at gera, sigur Bogi Andreasen. Alt verður sjálvandi ikki heilt feskt, tí nógv av føroyska matinum skal upp at hanga í styttri ella longri tíð ella leggjast í laka, men nógvur matur Endamálið við degnum er at seta føroyska landbúnaðin í fokus - Vit hava eitt ómetaliga stórt tilfeingi her í Føroyum. Nú hava vit í tvey ár víst á tilfeingi í sjónum og nú er tíðin komin at vísa á tilfeingi á landi, sigur Bogi Andreasen. Umframt at slakta ein kálv og fletta nøkur lomb, vónar Bogi Andreasen eisini at kunna bjóða harur, dunnur og gæs hendan dagin. Megin­felag Búnaðarmanna verður eis­ini til staðar við sínum vørum, sum jú eru framleiddar úr føroyskari mjólk. - Vónandi fara fólk heimaftur ov­ farin av, hvussu nógvan mat vit hava í Føroyum og við eini betri fatan av, hvussu hagreiðingin fer fram og hvað­ ani maturin á tallerkinum stavar, sigur Bogi Andreasen.