Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen Sonni á Horni, borgarstjóri í Fugla­ fjarðar kommunu, gleðir seg sum fugl­firðingar flestir til stóru og fjølbroyttu mentanardagarnar - og Føroya størsta harmonikutreff, sum nú á triðja sinni verður í Fuglafirði. – Vit eiga eina ríka vinnu, eina ríka mentan og ein ríkan og dugnaligan ungdóm, og eg haldi, at evnið tilfeingismentan, sum hesir dagar nú fara at seta sjóneyku á, er ógvuliga áhugavert og fevnir breitt. Borgarstjórin gleðist um, at so mong hava lyfta undir hesi tiltøk, sum koma at mynda teir næstu dagarnar í Fuglafjarðar kommunu. – Vit hava valt at skipa okkum væl á mentanarliga økinum, og eg haldi, at vit eru sera heppin at eiga so dugnalig fólk at taka sær av so stórum tiltøkum, sum her verða løgd fyri dagin. Hesi fólk eru sanniliga fyrimyndir fyri mong onnur. Vegna Fuglafjarðar kommunu ynskir Sonni á Horni at bjóða øllum – bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum at vitja í Fuglafirði, nú mentanardagar og harmonikutreff verður. – Eg ivist onga løtu í, at hesir dagar fara at ríka okkum og fara at geva okkum íblástur, sum seinni eisini fer at koma okkum í Fuglafjarðar kommunu til góðar. Gongur væl Sonni á Horni letur annars væl at gongdini í Fuglafjarðar kommunu, og nú sjóneyka verður sett á tilfeingi og tilfeingismentan í Fuglafirði, hevur kommunan eitt ynski um, at eitt sølutorg verður skipað niðan fyri Mentanarhúsið. – Seinastu tíðina hava vit arbeitt við at dagføra bátahylin her niðanfyri. Tað, sum nú restar í at gera, er at leggja el og vatn oman á brúgvarnar til bátarnar, sum koma at liggja her. Tað er P/F Petur Larsen, sum hevur leverað brúgvarnar, og teir hava loyst hesa uppgávu í samstarv við kavarafelagið hjá Høgna Kjeld. Nakað av laðingararbeiði skal eisini gerast við hylin. Sonni á Horni sigur, at ætlanin er at leggja bátarnar, sum lógu í bátahylinum, men sum seinastu tíðina hava ligið í ytra bátahyli, inn aftur til nýggju brúgvarnar, áðrenn mentanarvikan byrjar. – Vit arbeiða eisini við at snøgga enn meira um bátahylin, og eitt nú er ætlanin at byggja eina atløgusíðu fram við innaru síðu av bátahylinum. Vit hugsa okkum eina atløgu, har menn kunnu tveita fisk, fugl og annað í land eftir loknan dag á sjónum.   Eitt sølutorg Borgarstjórin vísir á, at ætlanir eisini eru um eitt sølutorg niðan fyri Mentanar­húsið, har eitt nú fiskur, fuglur og annað kann seljast undir rími­liga skipaðum viðurskiftum. – Býráðið hevur samtykt at biðja Teknistovuna í Gøtu um at tekna eitt heildaruppskot av økinum við bátahylin, soleiðis at hylur og økið uttan um verður ein heild - í framhaldi av torginum við Mentanarhúsið og vakra býnum omanfyri. Nakrar av gomlu brúgvunum, sum lógu í bátahylinum, liggja nú í ytra hylinum til bátarnar har úti at brúka. Sonni á Horni heldur, at eitt sølutorg niðan fyri Mentanarhúsið eisini kann verða við til at stimbra undir okkara tilfeingismentan. Vit eru sera heppin at eiga so dugnalig fólk – Eg ivist onga løtu í, at mentanardagarnir og harmonikutreffið, sum nú stunda til í Fuglafirði, fara at ríka okkum og fara at geva okkum íblástur, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri – Eitt sølutorg niðan fyri Mentanarhúsið kann eisini verða við til at stimbra undir okkara tilfeingismentan, heldur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen – Býráðið hevur samtykt at biðja Teknistovuna í Gøtu um at tekna eitt heildaruppskot av økinum við bátahylin, soleiðis at hylur og økið uttan um verður ein heild - í framhaldi av torginum við Mentanarhúsið og vakra býnum omanfyri, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen