Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Føroya størsta harmonikutreff Samstundis, sum harmonikutreff á triðja sinni verður í Fuglafirði, stovna fuglfirðingar eisini harmonikufelag Vilmund Jacobsen Sjálvt harmonikutreffið, sum nú verður í Fuglafirði fyri triðju ferð, verður í døgunum 2.-4. september. Hetta verður eins og undanfarin ár eitt stórt og ikki minni gott har­ moniku­treff, har nógvar góðar kreftir, bæði føroyskar og útlendskar, eru við. Harmonikutreffið er eisini við sum partur av mentanardøgunum í Fugla­ firði. Sólgerð Andreassen, sum júst er vorðin formaður í nýstovnaða Fugla­fjarðar Harmonikufelag, sigur, at nýggja felagið eisini fer at spæla onkra løtu í Fuglafirði, og eitt nú fara tey at hava eina útikonsert. – Eftir havsvimjikapping, sum Fugla­fjarðar Svimjifelag skipar fyri á sandinum í Fuglafirði leygar­morgunin, 3. september, klokkan 11, verða heiðurs­merki handað við Sjóstovuna Unika, og eftir hetta verður útikonsert við nýggja har­moniku­felagnum. Sólgerð Andreassen eigur eisini Sjó­stovuna Unika, og her hevur hon kafé og livi-tónleik av og á, meðan harmonikutreffið er, 2.-4. september. – Eg fari eisini at selja smyrjibreyð, kaffi, te og køku, og her eru øll hjarta­ liga vælkomin á gátt. Sólgerð Andreasen sigur, at hon eisini hevur leigað tveir heitar pottar, sum fara at standa niðri á sandinum í Fuglafirði, og hesar verður høvi at royna somu dagar, sum harmonikutreffið er.