Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Henda seinasta kunngerðin um longt trygdarskeið er steinur oman á byrðu hjá vinnuni og sjófólki. Tað segði Kári P. Højgaard í fyri­ spurn­ingi til Rigmor Dam 27. nov­em­ ber í fjør. Fyrispurningurin kom, eftir at lands­stýr­is­kvinnan hevði kunn­gjørt, at trygdarskeið til sjófólk nú skuldu leingjast úr trimum døgum upp í tríggjar vikur – soleiðis at øll sjó­fólk okkara skuldu standa roynd í trygd á sjón­um, áðrenn farið var til skips. Rigmor Dam, ráðfrú í menta­mál­ um, varð illa happað fyri hesa kunn­ gerð. Hon var so speirikin, at hon hokn­aði undan trýstinum og tók kunn­gerð­ina aftur. Úrslitið varð, at kravið um trygd­ ar­skeið til sjófólk ikki varð hert. Tað var týðuligt, at spyrjararin helt tað vera fjant og fjas at økja so nógv um trygdina. Hetta var ein háðan ímóti sjófólki, sum fór at gera, at eing­in tímdi til skips. Hann helt, at man heldur átti at latið ung­dóm­ ar slopp­ið til skips – fyri at læra, og uttan trygd­ar­skeið. Eingin hevur sagt tað – og tað er held­ur einki krav, at vit skulu velja tey gløggastu okkara á ting. Men viðhvørt er fákunnan so stór, at vit síggja ikki skógin fyri berum trøum. Tá er gott at hava fólk, sum kunnu kanna og greina og forklára, hvussu høpisleys slík tankagongd er: at trygd á sjónum er nakað fjas, nakað, sum konur í Kontórshavn ikki skulu pilka við. Men trygdin á sjónum er ikki í lagi. So langt í frá. Serliga í føroysku fiski­vinnuni. Tað vísir áhugaverda kann­ingin hjá Annbjørg á Høvd­a­ num, vinnusálarfrøðingi. Sambært hagtølunum hennara doyr í miðal ein føroyskur fiski­mað­ ur um árið fyri hvørjar 1.000 fiski­ menn í vinnu. Millum 20 og 50 pro­ sent meira enn í grannalondum. Í 42 ár eru 73 menn deyðir um­ borð á føroyskum fiskiskipum. Tað gekk ikki væl hjá Rigmor Dam at grundgeva fyri longda trygd­ ar­skeið­num – og tingfólk gott­aðu sær við at speireka hana. Men øll eru ikki á sama støði, sum ting­fólk. Tí var tað áhugavert at hoyra Pál Weihe í útvarpinum – ein mað­ur, sum í øllum førum setir tingini í øðrvísi perspektiv, enn ting­ fólk flest. Hann helt, at tað var ein ó­lukka, at kunn­gerðin varð tikin aft­ur. Hann vísti á, at í fiskivinnuni er tað cow­boy­ment­an­in, sum ræð­ur. Tað hevur størri týd­ning at vera fríur veiðu­maður, enn at ganga upp í trygd. Hann helt tað vera grund­ leggj­andi skeivt av landsstýrinum at trekkja í land. Hann vísir á frálandavinnu og flogvinnu, har greiðar og skipaðar mannagongdir eru við trygd, sum ger, at vanlukkur minka niður í næst­an einki. So Rigmor! Stýr ikki eftir lægsta felagsnevnara. Kom tú aftur við hasi kunngerðini! 73 sjómenn deyðir – og tingfólk halda, at trygd er fjas Lægsti felagsnevnari ræður Hi­ta­ skip­an pol­itiskt val tíðindi síða 4 Brint­ tøkni ikki nóg búgvin Tíðindi Síða 11 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Havfrúgvin – nýggjur leikur hjá Jóanes Nielsen Hvat hendir tann dagin, tá fiski­ menn fáa eina havfrúgv í trol­ ið? Á Tjóðpallinum eru tey far­in undir venjingar av ný­skriv­að­ um leiki eft­ir Jó­an­es Niel­sen, sum mill­um ann­að set­ir hendan spurning. “Vit byggja Føroyar á ald­um. Vit reka á kenslunnar havi.” (Úr yrkingini "Hugo er deyð­ur") “Tað merkir m.a. at okk­ara fiski­vinna og sam­fel­ag­ið sum bygg­ir á vinn­una, er sera við­ brek­ið, og júst tað er kjarnin í leik­i­num HAV­FRÚGVIN. Høv­ uðs­per­són­ur­in Ol­ivar gjørdist av­lam­in á trol­ar­adekki, og gjøgn­um hansara krit­isku eygu, og sambondini sum hann hev­ur við familju og kenn­ingar, upp­ liva vit Før­oyar í dag.” Soleiðis sigur Jóanes Niel­sen um nýggja leikin HAV­FRÚGV­ IN, sum hev­ur heims­prem­ieru á Tjóðpallinum 17. sep­tember. Hetta er triðja stórverkið eft­ir Jóanes Nielsen, ið verð­ ur nú verður pallsett. Í 2001 fram­førdi Gríma “Eitur nak­að land weekend?”, ið seinni vann Norð­ur­lendsku Dram­atikara- virðislønina og í 20­09 var leikurin “Aftaná Undr­ið” fram­ førd­ur á Tjóð­palli­num. Vit kenna Jóanes sum ein slóð­brót­andi rithøvunda, ið fevn­ir víða, bæði á bundnum og óbundnum máli, sum yrkj­ ari og sum stuttsøgu- og skald­ søguhøvundi. Um­framt ein ídn­an við­merkj­ara til sam­fel­ ags­kjakið. Eisini er nýggj før­ oysk skald­søga á veg frá honum. Skald­s­kap­ur­in hjá Jóanesi er týdd­ur til fleiri mál. Jóanes hevur fing­ið Norð­ ur­lendska Dramatikarprísin, Ment­un­ar­virðisløn Landsins, Mentun­ar­virðisløn M. A. Jac­ob­ sens og FMA fyri Árs­ins sang­ tekst. Eisini hevur hann verið til­nevndur Bók­ment­a­virð­is­løn Norð­u­r­land­a­ráðs­ins fimm ferð­ ir. Jó­an­es hevur eisini fleiri ferð­ ir mót­tik­ið starvsløn fra Ment­ un­ar­grunni Landsins. Eitt spennandi toymi av før­ oysk­um ungum lista­fólk­um Leikstjóri er Eyðun Jo­ hann­es­sen og hann hevur ver­ið eisini verið ráðgevi hjá Jóanesi í sambandi við leik­rit­ið. Afturat sær hevur hann hesu­ ferð eitt heilt ser­stakt toymi av royndum, ung­um og dugn­a­ lig­um før­oy­sk­um listafólkum. Al­tjóða pall­sniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sám­al hev­ur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og kon­ sert­ir kring heimin og hevur vunn­ið fleiri virð­is­lønir. Tón­a­ skaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Films­ leik­stjór­in Heiðrik av Heyg­um, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri video­upp­ tøk­um. Turp­in N. Djurhuus stend­u­r fyri ljósdesigni og Gunn Reg­ins­dóttir Joensen er kore­o­ graf­ur. Leikarar eru: Annika Jo­ hanne­s­sen, Beinta Clothier, Sús­anna Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen um­framt Høgni Olsen og Eyð Matr­as, sum fyrstu ferð eru at síggja á Tjóð­ pall­i­num. Hósdagin bórust deyðs­ boð­ini av Hilmari Bech í Pork­eri. Hilm­ar Bech er fyrr­verandi, lær­ari, løg­ tingsmaður og løg­tings­ for­maðu­r. Hilmar Bech varð fødd­ur 19. juli í 1933, og var 83 ára gam­al, nú hann doyði. Hann tók læraraprógv á Has­lev Seminarum í 1958, og stavð­að­ist sum lærari í Vági 1958-59 og síðani í Pork­eri til hann gavst í 1999. Hann var bygd­ar­ ráðs­lim­ur í Pork­eris komm­unu frá 1962-66 og hevði eisini fleiri onn­ur á­lit­is­størv. Hann var dekn­ur í Pork­eris kirkju í 43 ár og varð heiðr­aður fyri drúgva tæn­astu við medalju frá drotn­ingini. Hilmar Bech varð vald­ur á ting fyri Javn­ að­ar­flokkin í Suð­ur­oyar val­dømi í 1970 og sat á tingi til 1984. Aftan á løg­tings­val­ið í 1984 var hann vara­maður á tingi fram til 1990. Hann var løg­tings­for­ maður, tá seinna sam­ gong­an varð skip­að mill­um Javn­að­ar­flokk­ in, Tjóð­veld­isflokkin og Fólkaflokkin í januar í 1979 til valið 8. november í 1980. Hilmar Bech var giftur við Kristinu f. Samuelsen úr Tjørn­ uvík. Tey áttu børnini: Jo­hanna f. 1958 og Dann f. 1967. Hilmar Bech deyður