týsdagur 23. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Nú er tað spurningur um
politiska støðutakan, um
nýggi miðnámsskúlin, Glasir,
skal hitast við jarðhita ella
fjarhita.
Landsstýriskvinnan við
mentamálum, Rigmor Dam,
Javnaðarflokkurin,
hevur
lagt uppskot fram um at
játta 13,4 milljónir krónur
afturat
verkætlanini,
so
nýggi skúlin verður hitaður
við jarðhita og hitapumpum.
Síðani tá, hevur Fjar
hitafelagið í Havn vent sær
til tingið og boðið sær til at
veita hita til skúlan fyri ein
bíligan penga og uttan íbind
ingargjald.
Fjarhitafelagið hevur fyri
tveimum árum síðani sent
sama tilboð til Landsverk,
sum vegna landið stendur
fyri verktætlanini í Markna
gili.
Hóast tilboðið frá Fjar
hitafelagnum,
so
mælti
landsverk í mars í ár til –
saman við rektaranum á
Glasi – til jarðhita og hita
pumpur.
- Við at velja grøna orku
til Glasir, seta vit eitt slóð
brótandi fordømi, sum uttan
iva kemur at ávirka hvussu
vit
hugsa
upphiting
av
bygningum hjá tí almenna
framyvir.
Tað vil vera eitt syrgiligt
afturstig fyri orkupolitikkin,
um valt verur at hita ein so
stórslignan og nýhugsandi
bygning, sum Glasir, upp við
olju.
Tá
ein
hitaskipan
til
Glasir skal veljast, mæla vit
staðiliga til, at hitapumpur
verða valdar og man politiskt
arbeiðir fyri at gera hetta
møguligt. Hitapumpur fáa
uml. 25 prosent av hitaorkuni
frá elkervinum, meðan restin
av hitaorkuni kemur frá
náttúruni, antin frá holum i
jørðini, ella frá luftini, skriva
Landsverk og rektarin á
Glasi til mentamálaráðið.
Umhvørvisstovan
sigur tað sama
Umhvørvisstovan
hevur
eisini gjørt eitt skriv til
mentamálaráðið og mælir
somuleiðis
til
jarðhita
og hitapumpur til hita
skipanina á Glasi.
Hetta tilmælið er latið
fyrst í august. Umhvørvis
stovan skrivar:
Mælt verður til at taka
endaliga avgerð um at gera
jarðhitaskipan á Glasi.
• Íløgan er um 13 mió. kr.,
men orkukostnaður yvir 30
ár er ikki størri enn fyri aðrar
loysnir.
•Rakstrarútreiðslur eru
0,7 mió. kr. um árið og nógv
lægri enn fyri aðrar loysnir.
• Loysnin er grøn við
nógv minni CO2-útláti enn
aðrar orkuloysnir.
• Loysnin órógvar ikki
skynsama
útbygging
av
fjarhita í Tórshavn.
• Loysnin passar sera væl
til orkupolitikkin.
Alt bendir tó á, at talan
nú er um eitt politiskt mál,
sum helst røkkur langt inn í
samgonguna.
Nú
hevur
samgongu
fundur verið um málið.
Serliga eru tað áheitanirnar
frá Fjarhitafelagnum, sum
hava fingið samgongupolit
ikarar at ivast í, umt eir skulu
taka undir við uppskotinum
frá landsstýriskvinnuni, sum
altso mælir til jarðhita, men
kostar góðar 13 milljónir
krónur í íløgum.
Í áheitanini frá Fjarhita
felagnum stendur, at
•Fjarhitin er ein væl virk
andi grøn loysn.
•Fjarhitin
hevur
nóg
mikið av tøkari orku
•Fjarhitin er ein týðandi
orkuberi í einum grønum
samfelag
•Felagið
arbeiðir
við
grønum langtíðarætlanum í
samsvari við Visjón 2030
Politisk viðgerð
Samgongan hevur viðgjørt
málið á samgongufundi og
tað tykist sum fleiri eru fyri
loysnini við jarðhita og hita
pumpum.
Á
samgongufundunum
fingu
samgongutinglimir
at vita fyrimunir og vansar
við báðum loysnunum, men
samgongan hevur skrivað
í samgonguskjalið, at allir
bygningar hjá tí almenna
skulu hava grøna orku.
- Landsstýriskvinnan hev
ur lagt eitt uppskot fram um
jarðhita og eg haldi tað skulu
ómetaliga góðar grundgev
ingar til, um vit skulu velja
nakað annað, sigur Ruth
Vang, forkvinna í fíggjar
nevndini.
Á
samgongufundinum
fekk málið ikki nakra bein
leiðis politiska viðgerð. Nú
skulu flokkarnir hvør sær
fyrst viðgera spurningin, áð
renn samgongan tekur enda
liga støðu.
- Í míni verð er ongin ivi
um, at sjálvandi velja við
jarðhitan. Tað er frameftir
lýtandi og ein trygg loysn,
sigur Pauli T. Petersen, Tjóð
veldið.
Landsstýriskvinnan við
mentamálum, Rigmor Dam,
er sannførd um, at jarðhitin
er tað rætta, men hon torir
ikki enna t mera um, hvønn
veg smagognan hellir í mál
inum.
- Eg tori onki at siga, fyrr
enn vit hava fingið aftur
meldingar aftur frá viðgerð
ini í flokkunum, sigur hon.
Málið kemur eftir øllum
at døma fyri á tingfundi mið
skeiðis í næstu viku.
Støða skal takast í seinasta lagi í fyrstu viku av september til,
um miðnámsskúlin í Marknagili skal hava jarðhita ella fjarhita
GLASIR
EITT POLITISKT VAL UM
HVØRJA HITASKIPAN
GLASIR SKAL HAVA
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, veit ikki enn hvørja lagnu hennara uppskot fær.
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, heldur at
góðargrundir skulu til, tekur samgongan ikki undir
við uppskotinum frá landsstýriskvinnuni.