leygardagur 11. september 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
43
TINGHELLUKLUMMAN
Høgni Djurhuus
Ikki vardi tað meg, at lítli nagla-
klipparin hjá mær kundi gerast
ein hóttan móti heimsfriðinum.
Naglaklipparin er keyptur í
einum toluliga heiðurligum
matvøruhandli fyri danskar
krónur, ikki frá einum ónoss-
ligum eysturevropeiskum
seyðatjóvi fyri amerikanskar
dollarar. Trim eitur hann, og
hann er hampuliga blankur enn
og bítur væl. Upprunalandið er
ókent. Hann er vissuliga
effektivur, hevur gjørt av við
manga ófantaliga negl. Men
nakað morðvápn er hann ikki.
Fyri knappliga trimum árum
síðani var eg á veg um borð á
eitt flogfar í Kastrup. Tá eg bleiv
skrivaður inn, skuldi eg vísa
henni við syntetiska SAS-
brosinum passið. Gamaní. Og so
spurdi hon har innan fyri
skivuna, um eg hevði nakað
hvast í taskuni hjá mær,
naglaklippara til dømis. Eg
undraðist fyrst, áðrenn eg fekk
svarað, á hesa nýíkomnu
umsorgan hjá starvsfólkunum í
Kastrup. Men, nei, tað hevði eg
ikki. Einki hvast í taskuni. Legði
afturat, at maðurin aftan fyri meg
í halanum hevði hvassa tungu og
upp aftur hvassari eygnabrá, tí
hann hevði bíðað so leingi. Tað
helt hon ikki var stuttligt.
"Det er desværre ikke vores
problem bla bla bla.....".
Naglaklipparin var tíbetur í
kuffertinum, sum longu var farið
innum og afturum. So Trimmirin
bleiv ikki konfiskeraður sum ein
latent hóttan móti trygdini í
luftini og heimstrygdini yvir-
høvur. Eg havi hann enn. Hann
liggur heima við hús í einum
ólæstum skápi sum stuttbyrs-
urnar í USA.
Hetta var í teimum døgum, tá
knívar, gafflar og skeiðir hjá
flogfeløgunum aftur vóru úr
plasti. Tað ber ikki til at drepa
flogternur og flogskipararar við
plastknívum. Teir brotna bara.
Vit vóru kortini ikki komin
langt inn í árið null, so var
vandin longu hasaður av. Eingin
spurdi longur um naglaklipparar
ella onnur hent amboð í
handviðførinum. Og passið
skuldi ikki upp úr lummanum. Á
ársfundinum hjá Norðurlanda-
ráðnum tað sama heystið, síðst í
oktober, var Poul Nyrup
Rasmussen, sum tá framvegis
var beinharður forsætisráðharri,
stuttligur í einari røðu fyri tí fína
nordiska selskapinum á teimum
spegilsblonku bonaðu gólvunum.
Hann segði, at hann hevði ikki
sæð ein norðurlending við knívi í
aðrari hondini uttan so at hon
hevði ein gaffil í hinari.
Knívar og gafflar úr stáli komu
um sama mundið aftur í flog-
førini og lættari gjørdist at
stykkja sundur pseudomatin hjá
flogfeløgunum.
Fyrst í árinum null vóru
naglaklipparar hóttan móti
trygdini. Áðrenn roykurin á
Manhattan var køvdur og tárini
tornað, vóru stálknívar ikki
nøkur hóttan móti trygdini.
Er Bush fittari enn bin
Laden?
Eg tori at viðganga, at eg var
ikki við í grátikórinum tann
11. september og fyrstu dagarnar
í árinum null. Tað ljóðaði snøgt
sagt ov býtt, at heimsins besta
fregnartænasta og heimsins besta
løgregla onga ábending høvdu
um, at nakrir dubiøsir menn, ja,
enntá arabarar, verri fær tað ikki
verið, vóru í statunum og fyri-
reikaðu 11.september. Fingu teir
frið, tí USA hevði brúk fyri
yvirganginum? Brúk fyri einum
høvi, júst sum Pearl Harbor. Í
kyniskum stórpolitikki hava
3.000 mannalív ongan týdning
sum slík, heldur ikki tíni egnu
mannalív, men tey hava stóran
týdning fyri næsta leikin í
stórpolitikkinum. Tey verða
offrað fyri heildina. Og hví
sluppu flogrænararnir um borð á
flogførini við knívunum hjá sær,
hóast smogan í trygdareftir-
litinum gjørdi vart við teir?
Kemur tað fram ein góðan dag,
at amerikanarar skipaðu sjálvir
fyri rokinum tann 11.september
2001, detti eg ikki av stólinum
ella vendi mær í grøvini av mis-
trúgvandi undran.
Vit kunnu antin viðurkenna
kristna yvirgangin ella
muslimska yvirgangin. Hvørgin
er frægari enn hin. Men mátin er
ikki tann sami. Tann kristni er
sivilseraður og kallast fyri-
byrging. Tann muslimski er
barbariskur og kallast terrorisma.
Hugaligt hevði verið at fingið
staðfest eina ferð fyri allar, hví
og hvar og nær hetta alt byrjaði.
Hvør upprunin er. Hvør gálvaði
fyrst. Vita vit tað, er lættari at
fata og skilja. Og tað er neyðugt,
tí fyribyrgingin og terrorisman
og terrorisman og fyribyrgingin,
ella í einum orði hevndin, vera
so leingi fólk er á jørðini.
Er Bush fittari enn bin Laden?
1000 ungir amerikanarar hava
fingið ein ræðuligan deyða í
Irak. Hvør sendi teir hagar?
TINGHELLAN/POLITIK-
ARANS HUGSAN:
Kaj Leo Johannesen
Hví eru tað menniskju sum
beinleiðis eru stýrd av einum
óndskapi, sum vit vanligu
menniskju ikki fata? Hvørji
virði hava hesi menniskju
fingið við sær gjøgnum lívið og
hvønn uppvøkstur hava tey
havt?
Tað er eingin ivi um, at hesir
menn, sum broyttu heimin til
eitt ótryggari stað, ikki altíð
hava verði so ávirkaðir av hatri.
Teir hava ikki verði ymiskir frá
tær og mær, tá teir bórust í
heim, og tí er spurningurin,
hvønn uppvøkstur og hvørjar
treytir umheimurin hevur givið
hesum monnum. Spurningurin
kann setast um nú ikki vit øll
hava ein part av ábyrgdini fyri
at hetta hendi.
Kunnu vit bert siga at hetta
vóru sinnissjúkir fanatikarar,
sum framdu hetta álopið á púra
ósek fólk? Hesir menn høvdu
jú einki samband við-, og
kendu ongan umborð á
flogførunum, so tað var ikki
nakað persónligt sum motiver-
aði til hesa gerð. Heldur var tað
reindyrkað hatur mótvegis
einum landi, eini religión,
einum uttanríkispolitikki, sum
motiveraði hesar menninar til at
gera eina sovorðna gerð.
So er spurningurin: Kundu
vit gjørt nakað fyri at forða
hesum, og svarið er eitt greitt
ja. Sjálvandi kundu vit forðað
hesum.
Útreiðslurnar til hernaðar-
endamál vuksu í 2003 við 11
prosentum (til 5.850 milliardir
krónur). Hækkingin er grundað
á, at heimsins størsta og
sterkasta land er av álvara farið
í kríggj móti einum ósjónligum
fígginda, uttan at vita, hvar
fíggindin er staddur, og uttan at
kunna staðfest ta veruligu
orsøkina til hatrið frá
víðgongdum terrorbólkum, sum
eitt nú Al Quiada.
USA ger hetta fyri at gera
heimin tryggari og fyri at vit øll
kunnu gerast frælsari. Tí verða
hesar astronomisku upphæddir
brúktar, men gerast vit tryggari
av tí? spyr fólkið á gøtuni. Eg
trúgvi ikki at vit gerast tryggari
av hesum. USA stendur í dag
fyri umleið helvtini av øllum
hernaðarútreiðslum í heimin-
um.
Síðani álopini á USA í
september 2001 eru heimsins
hernaðarútreiðslur hækkaðar
við 18 prosentum og er hetta
ein skeiv gongd síðani tað
kalda kríggið endaði umleið
1999. Amerika brúkar í dag
líka nógvan pening til
hernaðarútreiðslur sum Reagan
gjørdi í 80-unum, og líka nógv,
sum teir brúktu undir
Koreakrígnum og undir
Vietnamkrígnum. Tað vil siga,
at vit kunnu staðfesta, at
Amerika er farið í kríggj móti
einum ósjónligum fígginda.
Hinvegin kunnu vit siga, at
fíggindin í Vietnam var eisini
ósjónligur, bert á ein annan hátt
- djúpt inni í skóginum.
Sjálvandi ávirkar 11/9 okkum
í Føroyum. Vit steðga á eina
løtu og hava samkenslu við
ofrunum fyri hesum atsóknum,
men hetta kemur eisini at hava
langtíðar ávirkan á okkara
handilsviðurskifti. Tað sum
hendi aftaná 11/9, tá talan er
um sølu av fiskavørum, var at
eftirspurningurin minkaði. Av tí
at amerikanarar hildu seg
burtur frá matstovum, eitt nú í
Boston, var ein stór minking av
fólki sum fór út at eta. Tey
keyptu tað sum tey skuldu
brúka í handlum og ótu heima.
Tað sum byrjaði í USA
breiddi seg skjótt til Evropa.
Einki er tað sama sum áðrenn
11/9 heldur ikki innan
fiskasølu.
Vit koma at uppliva eina aðra
tíð, har ið vit í nógv størri mun
verða noydd til at leggja orku í
at fáa menningarlondini upp á
okkara livistøði. Hetta er
einasta loysnin fyri at skapa ein
ríkari og tryggari heim fyri øll,
og fyri at forða altjóða
yvirgangi at slá enn fastari
røtur í heiminum.
11/9 – kærleiki og sorg vinna á hatrinum
TRIM, TRYGD
og TWIN
· Vinyl
· Linolium
· Flísar
· Teppir
· Veggir
DVEYLAN
Gólv- og vegg vask
J.C. Svabosgøta 50
100 Tórshavn
Tlf. 31 41 75
Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík
Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78
• Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald
• Seta gravsteinar upp v.m.
• Gera tún við flisum ella oljugrúsi
• Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a.
Spyr - tað kostar einki!
Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta
Undirvísari
Søkt verður eftir yrkislærara til útbúgvingar innan
maskinøkið: Maskinlærlingar,SIT- og HT-næmingar.
Førleiki
Ynskiligt er, at umsøkjarin er útbúgvin innan
maskinøkið.Maskinmeistaraprógv er ein fyrimunur.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag, lønar-
talva I og II.Tikið verður við starvinum 1. november
2004.
Spurningar
Áhugað kunnu fáa meir at vita við at venda sær til
Rúna Heinesen, skúlastjóra.
Freist
Umsókn skal sendast skúlanum í seinasta lagi 27.
september.
Umsókn sendast:
Tekniski skúlin í Klaksvík
Postrúm 20
FO-700 Klaksvík
Handil til sølu
Ein væluppbygdur handil við meturvørum o.ø. og
við stórum, føstum viðskiftafólkið, í miðjuni í
Tórshavn, til sølu um nóg høgt boð fæst.
Skriva til Sosialin, Box 76, 110 Tórshavn.
Bill.mrk. 170
Søkt verður eftir
verkstaðarassistenti
til El-deild skúlans
Umsøkjari skal vera handverkari við minst 5 ára
starvsroyndum.
EDV kunnleiki á brúkarastøði er ein fyrimunur, eins
og víðari útbúgving er ein fyrimunur.
Arbeiðið umfatar:
• Umvæling av amboðum og útbúnaði.
• Innkeyp av tilfari.
• Umsiting av tilfarsgoymsluni.
• Verða lærarum til hjálpar í samb. við verkligu
undirvísingina.
• Umsiting av bygningum og øki uttanum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og
Handverkarafeløgini.
Skrivlig umsókn merkt »verkstaðarassistentur« skal
vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13.
sept. 2004.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Jógvan Sørin
Hansen, leiðandi lærara á el-deildini á tlf. 311269
lokalnr. 30.
Starvið verður sett skjótast tilber.
TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN
Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
e-mail: tst@tst.fo
Avloysari
Søkt verður eftir avloysara fyri skrivstovufólk í
barnsburðarfarloyvi til 15. okt. 04.
Arbeiðstíð: 15 tíma vika.
Viðkomandi sum søkir, skal hava góðan kunnleika
til Teldu (Navision Financials).
Umsókn við prógvum og ummælum skulu vera
Sjúkrakassanum í hendi innan 20.09.04.
Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi
FO-800 Tvøroyri
Avloysara starv
sum bókhaldari
Fyri fólk sum eru í barnburðarfarloyvi verður søkt
eftir einum ella tveimun fólkum til bókhald okkara
at byrja beinanavegin.
Talan er í fyrsta umfari um starvstíð uppá 3 til 4
mánaðir. Men kann tó møguliga seinni verða talan
um fast starv.
Arbeiði umfatar alt vanligt bókhalds arbeiði, her-
undir avstemmingar og lønarbókhald v.m.
Avgjørdur fyrimunur er at viðkomandi hevur
royndir við bókhaldsarbeiði og kann arbeiða sjálv-
støðugt. Brúkar stutta tíð um at seta seg inn í ting-
ini, og kemur skjótt upp í ferð.
Eisini er tað ein fyrimunur at viðkomandi hevur
kunnleika til Navision Attain bókhaldsskipanina og
til Com Data lønarskipanina.
Vit kunnu bjóða kappingarførar treytir.
Løn eftir avtalu.
Hevur hetta tygara áhuga, ring til okkara á telefon
477000 og spyr eftir Frímund ella send ein e-post
til: frimund@vestlax.fo.
P/F Vestsalmon
Postbox 82
Fo-410 Kollafjørður
Ársaðalfundur
felagsins verður sunnudagin 26. september.
Tíð og stað verður lýst seinni.
CISW
C
M
Y
K
43
42