Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LISTAFÓLK AT LISTPRÝÐA GLASIR Nevndin, ið stendur fyri listprýðingini á Glasi, søkir listafólk at koma við uppkasti til at listprýða nýggja skúladepilin við Marknagil. Tríggjar milliónir krónur eru settar av til verkætlanina. Listafólk kunnu gera uppkast til listprýðing allastaðni í bygninginum, bæði innan- og uttandura, eitt nú í teimum fimm trappurúmunum, av ljóðdoyvandi gardinunum í fyrilestrasalinum og skelting í bygninginum. Listprýðingin á Glasi skal verða á høgum listarligum stigi og í nøktandi samanspæli við arkitekturin og virksemið og fólkini, ið bygningurin skal hýsa. LIST.GLASIR.FO Uppskot við stuttari og greiðari lýsing av listaverki, í teksti, sum tekning, mynd ella í øðrum formi, skal latast inn við telduposti til list@glasir.fo í seinasta lagi 29. august 2016 kl. 12:00. Kunning og tilfar um bygningin, krøv og treytir til innsend uppskot sæst á list.glasir.fo samband-list@glasir.fo | www.glasir.fo LIST- LÝSING Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi tá ið elskaði mamma, omma, vermóðir og systir okkara Bergtóra Súsanna Jøkladal Fuglafirði *20.11.1943 † 30.06.2016 andaðist og varð jarðað. Serstaka tøkk til sjúkrarøktarfrøðingarnar hjá Nánd, sjúklingahotelli, uttanlandatænastuna, B6 og Vesturstovu í Fuglafirði har hon var seinastu dagarnar. Takk fyri bønir, talur, sang og undirspæl, tøkk til berarar og gravarar, takk fyri bakstur og góða hjálp til ervið, stóra tøkk fyri alla hjálp og umsorgan. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Siloa. Hjartaliga tøkk øll tit ið fylgdu Bergtóru til hennara seinasta hvíldarstað Familjunar vegna børnini: Snorri, Óli, Kára, Álvur, Magni og Herbjørg Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Judith Mortensen *14.08.1933 † 07.07.2016 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Patrick de Neergaard prest og Josvein Hovgaard fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, Streingjakórið og annars øllum, ið á einhvønn hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til Bú- og heimatænastuna, Suðuroyar Sjúkrahús og B6 palliativa deild. Tøkk fyri blómur og kransar, og peningagávu til Missiónshúsið. Familjunnar vegna Sólvá og Marjun