Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 28 Sosialurin Húsavørður til Skúladepilin í Suðuroy Søkt verður eftir húsvørði til Skúladeplinum í Suðuroy at byrja tann 1. oktober 2016, talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsuppgávur umfata alt vanligt húsavarðaarbeiðið, eitt nú: - hava umsjón við og røkja innbúgv - hava umsjón við og røkja bygningin og uttandura økið hjá skúlanum - hava umsjón við tøkniligum inleggingum, hita-, vatn-, ventilatión-, el- og øðrum skipanum - hava ábyrgd av, at skúlin verður upp- og afturlatin sambært avtalu við leiðslu skúlans - at skúla- og serstovur eru í lagi, tá undirvísingin byrjar - hava ábyrgd av og luttaka í reingerðini av skúlanum, herímillum at vaska við gólvmaskinu. - hava ábyrgd av setan av reingerðarfólki. Hava umsjón við reingerðarfólki og handverkarum, ið arbeiða á skúlans øki - at rigga til høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk, og vera til handa kring virksemi skúlans; eisini eftir vanliga arbeiðstíð Vit vænta, at tú: - ert handverkari ella hevur samsvarandi útbúgving - hevur telduførleika á brúkarastigi - hevur evni at skipa fyri - trívist at vera saman við ymiskum aldursbólkum - ert áhugaður í at arbeiða við nýhugsan viðv. umhvørvisvinarligari umsiting av bygninginum í sambandi við reingerð, renovatión v.m. - hevur góð samstarvsevni Vit bjóða: - eitt fjølbroytt og spennandi starv - eitt øðrvísi skúlaumhvørvi við nógvum avbjóðingum - eitt arbeiðspláss í støðugari broyting og menning Setanar- og lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn: Umsóknir við prógvum, viðmælum og váttanum fyri arbeiðsroyndir skulu stílast til, Skúladepilin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri, att. Ole Laursen ella teldupostur: ole.v.laursen@skulin.fo. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. september 2016. Miðnámsskúlin í Suðuroy Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu tá ið okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Ruth Kjeld *11.09.1927 †11.06.2016 andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, peningagávur til Frelsunarherurin, og takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið í Frelsunarherinum. Stór takk til Bjørn Ove Frøyseth, majorur í Frelsunarherinum, fyri góð og troystarrík orð. Eisini ein tøkk til berararnar. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Edvard, John, Tone, Anne-Karin Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, omma og langomma okkara Berghild Højsted Vági *27.10.1932 † 10.08.2016 andaðist og varð jarað. Tøkk fyri blómur og kransar og takk til tey sum lótu peningagávur til missiónshúsið í Vági. Takk til tey sum hjálptu til við ervinum. Takk til prest, kirkjutænarar,sangarar, berarar og til tykkum mongu, ið fylgdu Berghild til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunar vegna Leona og Heri