Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FØROYSKUR LANDS HOND­BÓLTUR Í MENNING Bronsuheiðursmerkið í EM undankapping, virkið landsliðsarbeiði, útbygging av hallum, skipað menningararbeiði og nú ungir spælarar í stórfeløgunum í Evropa. Føroyskur hondbóltur er raknaður við EM kapping í Bulgaria: Talan er um eina B-kapp­ ing­ar, meðan 16 tey hægst styrkis­mettu spæla í A-kapp­ing­in­in. Bulgari - Føroyar 20-19 Føroyska liðið hevur trup­ ult við álopsspælinum móti sterku vertunum. Føroysak liðið megnar at fylgja við allan vegin, men tveitur bólt­in vekk í av­ger­ andi álop­in­um, so Bulgari stendur eftir sum vinnari. Hørður Trygvas­son hevur eitt bjargingar­pro­ sent upp á 39 í dystin­um og verður valdur til dagsins spælara hjá føroyingunum. Eisini Kaj Johannesen klárar seg væl. Hann skorar seks mál upp á seks roynir teir 20 minuttirnar hann er á vøllinum. Málskjúttar: Kaj Johannesen 6, Jónsvein Dulavík Joensen 3 (1), Ólavur av Fløtum Mittún 2, Johan Petur Hentze 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Tróndur Wardum 1, Brandur Halgirson 1, Bartal Klein Olsen 1 (1), Johan í Garðastovu 1 (1) Føroyar – Turkaland 27-33 Turkaland er ov stórur biti fyri føroyska landsliðið, sum tó megnar at spæla javnt 14- 14 í seinna hálvleiki. Tá er skaðin longu hendir í fyrra hálvleiki, har Turkaland við nógvari kropsstyrki leggur seg greitt á odda 19-13 í hálvleikinum. Tað glógvar í føroyska liðnum eina løtu, tá minkað verður um munin niður í 13-10, men sum heild ger føroyska liðið ov nógvar villur. Brandur Halgirsson verður valdur til besta Tróndur Arge Í longri tíð hevur føroyskur hond­bóltur at síggja til staðið í stað. Landsliðsarbeiðið er so gott sum dottið niðurfyri, og tað hevur ikki verið ein samanhangur í mennandi arbeiðinum í føroyska hond­ bóltsheiminum. Føroyska landskappingin hevur heldur ikki verið fyri størri broytingum, og flestu av okkara útisetum hava spælt við ÍF Føroyum heldur enn yrkisfeløgum. Tað nærmasta vit hava verið stór­heits­tíðini, tá lands­liðið bjóðaði teimum stóru av í kapping bæði úti og heima, var dokumentarurin hjá Suna Merkistein um frálíka landsliðið, sum bragd­ aði í C-HM. Nú eru nýggjar tíðir aftur. U18 landsliðið prógvar talent U18 landsliðið hjá monn­ um prógvaði í EM undan­ kappingini, at føroying­ar kunnu mátast við aðrar tjóðir, tá tað kemur til hond­ bólt. Meðan fót­bólt­urin hevur flutt seg nógv seinastu fjórðings­øldini, so hevur hond­bólt­urin halta eftir. Tað hevur millum annað kostað føroyska lands­lið­ num Jóhan á Plógv Hansen, sum nú hevur valt at umboða Danmark í lands­ liðs­hond­bólti. Seinnu árini er tó røringur komin í. Landsliðsarbeiðið stendur í blóma hjá bæði kvinnum og monnum. Seinasta prógvið er luttøkan hjá U18 manslandsliðnum í Bulgari. Føroyar blivu nummar trý, og millum annað bleiv Brandur Halgirsson valdur til besta verju­spælaran í allari kappingini. Hondbólturin rennur aftaná fótbóltinum Verður samanborið við fótbóltin, so haltar hond­ bólturin langt eftir. Við fullum limaskapi í FIFA og UEFA frá 1988 hevur føroyskur flutt seg nógv. Vit eru við til allar undan­ kappingar, lúka øll altjóða krøv til umstøður og spæl­ ara­menningin gevur nú úr­slit. Føroyskur fótbóltur mennir í løtuni spælarar, ið kunnu fara av landinum sum ungir og ikki detta niður í millum í donskum stór­ feløgum. Tað saman hevur ikki verið tilfeldið við hond­ bóltin­um. Flestu av okkara bestu, ið eru farnir av land­ in­um hava spælt í lægru deild­unum í Danmark, ella í ÍF Føroyum. Eftir at feløgini og Hond­ bólts­sam­band­ið hava lagt stóran dent á ung­dóms­ arbeiðið seinnu árini, so sæst tað eisini aftur. Brandur Halgirs­son og Hørður Trygvas­son eru fyrstu føroying­ar­nir, sum hava um­boðað týska stor­felagið Flensburg-Handewitt. Har vóru teir eisini um reppi at blíva týskir meistarar í ung­ dóms­hond­bólti. Aðrir spælarar royna seg uttan­lands. Eitt nú Áki Egilsnes, Niklas Simonsen og Rói Berg Hansen, ið hava verið úttanlands og roynt seg í ymiskum høvum. Øll landsliðið eru í gongd Í løtuni eru øll ung­dóms­ lands­liðini hjá Hond­bólts­ samband­inum í gongd. Bæði A-lands­liðið hjá kvinnum og monnum skulu spæla HM undan­kapping um árs­ skiftið. Kvinnur­nar spæla HM undankapping í januar, meðan mans­lands­liðið skal spæla EM undan­kapping í januar komandi ár. U21 lands­liðið hjá monnum skal spæla HM undankapping, sum eisini verður í januar. Bæði U19 landsliðið skulu spæla kappingar komandi ár. Mansliðið í European Open í juli, meðan kvinnurnar í EM undankapping í mars mánaði. U17 hjá kvunnum skal til EM kapping í august komandi ár. Sostatt er gongd í øllum landsliðunum. Vónandi er hetta byrjanin til at vit mennast til eina hond­bólts­tjóð eisini. trondur@sosialurin.fo Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR