Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 26. august 2016 Aftur í dag hava vit eina óhugnaliga frásøgn í blað­num um, hvussu børn og ung verða mis­nýtt av vaksnum fólkum, sum gera tey so bund­in av rúsevnum, at tey vilja gera alt fyri at fáa pengar til næsta rús. Í seinasta vikuskiftisblað hittu vit mammu, sum skríggj­aði eftir hjálp til 16 ára gamla sonin, sum var bund­in av rúsevnum, og sum seldi rús­evni fyri bakmenn fyri at fíggja sína egnu mis­nýtslu. Hetta tykir fyri flestu okkara púra ó­veru­ ligt her í okkara lítla landi, sum vit halda okk­um kenna so væl. Men sambært fólkum við innliti í hesi við­ur­skifti, sum eitt nú leiðarin á Barna­ heim­i­num í Havn hevur, so er hetta dagsins veru­leiki. – Børnini fáa boðið hassj at byrja við. So fáa tey sterkari rúsevni, til tey gerast so bundin av rúsinum, at tey vilja gera alt fyri at fáa fatur á teimum. Og tá er tað, at bak­menn­ i­nir krevja, at tey skulu rinda fyri rús­evnini, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barna­ heiminum í Havn við blaðið í dag. Hetta er skakandi at lesa – og kanska tað er naivt at halda, at vit kunnu koma hesum trup­ul­leika til lívs. Men tað er í øllum førum okk­ara skylda sum samfelag at gera tað, vit kunnu at steðga slíkum. Tað at fólk koma so illa fyri á so ungum aldri skapar risa stórar trupulleikar seinni. Hetta snýr seg sjálvandi fyrst og fremst um mannalagnur, men verður eisini ein samfelagsbyrða, tí soleiðis skapa vit menniskju, sum koma at liva lívs­ins skuggasíðu alt lívið. Tí hevur tað so ó­meta­ liga stóran týding, at slíkt verður steðgað bein­an­veg­in – og at myndugleikar taka hetta í so stór­um álvara, sum tað krevur. Og boðið hjá leiðaranum á Barna­heim­i­ num er, at politiski myndugleikin stað­festir, at við­gerð­ar­tilboð til hesi ungu framyvir skulu rað­festast. Hon vísir á, at tað eru nógv fólk á ymsu stovn­u­num, ið brenna fyri hesum økinum og sum fegin kundu hugsað sær at tikið út­ búgv­ing innan rúsevnismisnýtslu. Tað er í øllum førum ein óreingiligur sann­leiki, at slík misnýtsla og kriminalitur millum ung skal bæsast so tíðiliga í lívinum sum gjørligt, fyri at tað ikki skal skaða alla lívs­leiðina og samstundis gerast ein sam­fel­ ags­byrða. Tí er sera umráðandi, at politiski mynd­ug­leikin raðfestir hesa stóru avbjóðing nú! Puff sum tað er troytt­ andi at hoyra Kring­ varp­ið viðhvørt! Onkur sigur, at tað er ein sjúka millum fjøl­miðla­fólk – og onkur ann­ar heldur, summi bara eru meira troyttandi enn onnur. Men í Kringvarpinum hava tey hesa sjúkuna, at journisturin sjálvur vil sleppa í sentrum. Gamalt var, at tú sum lurtari ikki legði merki til journalistin – tú lurtaði eftir tí, sum spurdur varð. Men í Kringvaprinum er helt galið. Hví skulu vit hoyra um, at Finnur Koba hevur meldað seg úr Fólka­kirkjuni, fyri tað um limaskapur í Fólka­ kirkjuni er á skránni? Hví er tað interessant? Hví skulu vit hoyra fjant og fjas og fnis um, at Finnnur er ov seinur til arbieðis, tí at bilurin er steðgaður upp? Og hví skulu fnistandi útvarpskvinnur bla­mera sína vantandi vitan um tokulúðurin á Akrabyrgi fyri opnari mikrofon? Troyttandi og strævið at hoyra uppá. Tað er ikki public service at troytta fólk við slíkum. Gevið okkum heldur Johnsigurd – hann dugir at bera tíðindi uttan altíð at stillla seg sjálvan í vegin! Raðfestið hesa stóru hóttan! Gevið okkum heldur Johnsigurd Public service? Les eisini blaðið á telefonini Góðar vónir fyri FarGen Kristianna Winther Poulsen Kjak síða 28 Sofus Poulsen í Aberdeen farin Siðsøga síða 24-25 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? At vit hava 30 borgarstjórar í Føryum? Spæla um lionsbikar Bestu liðini frá hond­bólts­kapp­ingini farna vetur hjá kvinn­um og monnum møtast í stór­steypadystum næsta leyg­ar­dag, har spælt verður um Lionsbikarið Tað verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum verður karm­ur um teir báðar stór­ steypa­dystirnar í hondbólti, sum altso verða spældir seinna­partin leygardagin 4. sep­tember, og eins og und­an­farin ár, er tal­an um eitt samstarv millum Hond­bólts­ sam­band Føroya og Lions Club í Føroyum. Dystirnir hesaferð eru soleiðis, at klokk­ an 17 er kvinnudysturin millum greipu­ vinn­ar­arnir úr Neistanum ímóti steypa­ finalistunum úr VÍF, og klokkan 19 er mans­dysturin millum føroyameistararnar úr VÍF og steypavinnararnar úr H71. Hetta er triðja árið, at spælt verður um Lions­bikarið, og spælt verður um tað í tíggju ár ella til eitt felag hevur vunnið so ofta, at tað ikki kann takast. Greitt er, at hesaferð verður í øllum førum nýggj­ur vinnari hjá monnum, tí har vann Kyndil í 2015 og Neistin í fjør, men hvørki teirra spælir stórsteypadyst hesaferð. Hjá kvinnunum hevur Neistin hinvegin møgu­ leik­an at endurtaka sigurin frá í fjør. Sum altíð, tá Lions Club telist millum stig­tak­ar­ar­nar, snýr tað seg um at útvega peng­ar til eitt vælgerandi endamál. Í fyrra­árið fekk Sjóndepilin ágóðan og í fjør Før­oya Fólkaháskúli, og í ár er gjørt av, at á­góðin frá stórsteypadystunum skal fara til sam­aritt­arnar hjá Reyða Krossi, ið hava brúk fyri ymsari útgerð. Samarittarnir eru fastir fúsir til øll hugs­andi smærri og størri tiltøk, har teir við síni hjáveru skapa ein tryggleika og eru skjótir at rætta eina hjálpandi hond, tí fyrsta­hjálp er teirra fremsti førleiki. Bæði til lands­dystir, finalur, konsertir, festivalar og onn­ur tiltøk síggjast samarittarnir, ið ferð eft­ir ferð fáa rósandi orð frá eitt nú poli­ti­inum, tí teir lætta um og eru bæði hjálp og fyribyrging. Atgongumerkini til stórsteypadystirnar kosta 70 krónur, sum er vanligi kostn­að­ ur­in til hondbólt í Føroyum, men tað ber væl til at lata meira – og tað er eisini tað, mong gera, tá tey koma til hesar báð­ar stórsteypadystirnar við tveimum enda­ málum: At síggja góðan hondbólt og at stuðla einum góðum endamáli. Stórsteypadystir í hondbólti Mynd: Birgir Kruse Næsta leygardag, 4. september, verða teir báðir árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í hondbólti, sum hava hvør sítt Lionsbikar at spæla um