hósdagur 25. august 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
30
Húsavørður til
Skúladepilin í
Suðuroy
Søkt verður eftir húsvørði til Skúladeplinum í
Suðuroy at byrja tann 1. oktober 2016, talan er
um fulltíðarstarv.
Arbeiðsuppgávur umfata alt vanligt húsavarðaarbeiðið, eitt nú:
- hava umsjón við og røkja innbúgv
- hava umsjón við og røkja bygningin og uttandura økið hjá
skúlanum
- hava umsjón við tøkniligum inleggingum, hita-, vatn-, ventilatión-,
el- og øðrum skipanum
- hava ábyrgd av, at skúlin verður upp- og afturlatin sambært
avtalu við leiðslu skúlans
- at skúla- og serstovur eru í lagi, tá undirvísingin byrjar
- hava ábyrgd av og luttaka í reingerðini av skúlanum, herímillum
at vaska við gólvmaskinu.
- hava ábyrgd av setan av reingerðarfólki. Hava umsjón við
reingerðarfólki og handverkarum, ið arbeiða á skúlans øki
- at rigga til høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk, og vera
til handa kring virksemi skúlans; eisini eftir vanliga arbeiðstíð
Vit vænta, at tú:
- ert handverkari ella hevur samsvarandi útbúgving
- hevur telduførleika á brúkarastigi
- hevur evni at skipa fyri
- trívist at vera saman við ymiskum aldursbólkum
- ert áhugaður í at arbeiða við nýhugsan viðv. umhvørvisvinarligari
umsiting av bygninginum í sambandi við reingerð, renovatión
v.m.
- hevur góð samstarvsevni
Vit bjóða:
- eitt fjølbroytt og spennandi starv
- eitt øðrvísi skúlaumhvørvi við nógvum avbjóðingum
- eitt arbeiðspláss í støðugari broyting og menning
Setanar- og lønarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Umsókn:
Umsóknir við prógvum, viðmælum og váttanum fyri arbeiðsroyndir
skulu stílast til, Skúladepilin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri,
att. Ole Laursen ella teldupostur: ole.v.laursen@skulin.fo.
Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 7. september 2016.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Snøggur bygningur í Niels Finsens gøtu við nógvum nýtslu
møguleikum og stórari vindeyga síðu til leigu.
Bygningurin er nýtímansgjørdur í 2006 og er í trimum hæddum, í
alt 230 fermetrar til støddar.
Er vælegnaður til skrivstovu og tænastuvinnu. Bygningurin er
innrættaður við fundarhøli, skrivstovuhølum, goymslurúmum, køki
og tveimum vesum.
Áhugaði kunnu ringja til Rúna Heðinson, kundastjóra, tel. 239873.
Skrivstovu-/handilsbygningur
til leigu í miðbýnum í Havn
ss.fo
Almannaverkið
Móttøka
Í sambandi við at Solveig Bærentsen,
sosialráðgevi hevði 40 ára starvsdag á
Almannaverkinum hin 1. juli 2016 verður boðið
til almenna móttøku á Seglloftinum á Tvøroyri
hósdagin
1. september millum kl. 15 og 17.
Har øll eru hjartaliga vælkomin.