hósdagur 25. august 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
2
ÍTRÓTTUR
JÓANNES HANSEN
T
að er tiltikið, hvussu
tað plagdi at kóka og
kanska framvegis kókar
á Galvinum. Nógvi seið
urin lokk aði bæði klaks víkingar
og leirvíking ar og ivaleyst onnur
eisini at dyrgja.
Í hesi vikuni kókar tað báðu
meg in Galvin. Tað verður smíðað,
seym að, bundið, málað, skrivað
og tosað, og tað er lagt upp til, at
hýr urin verður av sovornum slagi
kring Tórsvøll leygarkvøldið, sum
tað neyvan hevur verið áður, tá ið
tvey føroysk lið hava dystast.
Í gjár vóru atgongumerkini far
in at ganga undan. Um tað verður
fullsett, so verður tað fyrstu ferð
nakrantíð, at tað ikki hevur verið
møguleiki hjá teimum, ið eru ov
sein á veg, at sleppa at síggja ein
fótbóltsdyst millum tvey føroysk
feløg!
Síðani tað 15. juni varð greitt, at
finalan verður millum KÍ og Víking,
hevur tað so spakuliga verið kynt
upp undir finaluna. Fótbóltsáhugin
er stórur í Norðoyggjum og í Eyst
ur kommunu, og tað ger tað upp
aftur hugaligari í hesum báð um
legunum, at tað eisini í lands
kapp ingini eru hesi bæði liðini,
sum kappast um gullið, og nú tað
av álvara verður talt niður, er tað
um at eksploderað.
Sunnudagin vann Víkingur
sætta landskappingardystin á
rað. Talan var um sannførandi 50
heimasigur ímóti Skála:
Vit stríðast fyri heiðrinum og
æruni, og vit hava hann í huga, sum
so brádliga varð tikin frá okkum.
Hetta er størsti einstaki dysturin
á árinum, og tað ræður um at nýta
hesa løtuna og hava høvdið við
sær. Vit hava verið partur av fýra
teimum seinastu finalunum, men
vit hava onga trygd fyri, nær tað
verður næsti møguleiki hjá okkum
at spæla finalu, sigur Víkinga
liðformaðurin Atli Gregersen.
Tíverri er Hans Jørgen Djur
huus leikbannaður, og so er tað
ein spurningur, um Sorin Anghel
og Finnur Justinussen vera førir
fyri at spæla. Eg vil siga tað soleið
is, at tað er meiri sannlíkt, at Sorin
verður førur fyri at spæla, enn tað
er, at Finnur verður førur fyri at
hjálpa okkum, sigur Víkinga lið
formaðurin Atli Gregersen.
Sunnudagin vann KÍ fjórða
landskappingardystin á rað. Talan
var um sannførandi 40 heimasigur
ímóti TB:
Talvan sigur, at tað eru tvey tey
bestu liðini, sum hittast í finaluni.
Hóast vit hava vunnið tvær ferðir
ímóti Víkingi fyrr í ár – 20 bæði
í Sarpugerði og í Klaksvík – so
eru vit ikki meiri favorittur, enn
Víkingur er tað. Tað er øgiligt prát,
men vit royna at hava fokus á rætta
staðnum, og vit gleða okkum, sigur
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Ras
mussen.
Í KÍ leguni eru allir tøkir, og
harvið hevur venjarin positivan
trupulleika, tí onkur teirra, sum
hava verið so at siga fastir menn,
fara at sita á beinkinum.
KÍ vegurin ímóti finaluni
Sigur í steypafinaluni verður ofta
sagdur at vera sniðgøta at vinna
rættin at luttaka í altjóða fótbólti.
KÍ hevur ikki verið í Europa síðani
2003, tá ið tað endaði við 40 tapi
á heimavølli og 20 útivallartapi
ímóti norska Molde.
Vit hava lagt eins nógv fyri
í steypakappingini í ár, sum vit
hava lagt fyri í landskappingini.
Í fyrsta umfari vunnu vit 40 í
Fuglafirði. Tá vóru vit væl nøgdir
við, at dystargongdin lagaði seg
soleiðis, sum vit høvdu ætlað.
Í fjórðingsfinaluni var talan
um týdningarmikla avbjóðing
í menningini av okkara liði. Vit
vunnu 21 á heimavølli ímóti B36,
eftir at vit longu eftir eitt korter
mistu annan miðverjan og tískil
vóru undirmannaðir í nógv tann
størsta partin av tíðini, minnist
KÍ venjarin Mikkjal Thomassen
aftur á.
Í fyrru hálvfinaluni legði NSÍ
seg framum í Klaksvík, men KÍ var
sera sannførandi og vann 41:
Ta ferðina haldi eg, at vit tóku
NSÍ á bóli, tí vit høvdu framm
anundan lagt rygg til 31 tap á
heimavølli ímóti NSÍ, sum ta
ferðina spældi sera væl. Vit broyttu
spæliætlan, og tað riggaði sera væl.
Í Runavík endaði tað málleyst,
og vit vóru fult fokuseraðir,
tí royndirnar siga, at tað ofta
eydnast hjá NSÍ at skora fleiri mál
á heimavølli, sigur KÍ venjarin.
Víkinga vegurin
ímóti finaluni
Steypavinnararnir hava verið
favorittar í øllum dystunum fram
ímóti finaluni. Tað er eydnast at
avgreiða setningarnar, men tað
hevur ikki lopið so nógv av.
Í fyrsta umfari var úrslitið 32
á Vágseiði. Heimaliðið minkaði
um munin fýra minuttir undan
leikloki, men Víkingur hevði tak á
støðuni.
Í fjórðingsfinaluni leyp einki
av í vanligari leiktíð, tá ið úrslitið
á heimavølli var 33 ímóti HB,
sum javnaði við brotssparki tveir
minuttir undan dystarenda. Støð
an var tann sama eftir longda
leiktíð, og so vann Víkingur brots
sparkskappingina 43.
Í hálvfinaluni vísti tað seg at
vera heilt avgerandi, at mið verj in
Erling Jacobsen skoraði sig urs
málið á Skála, tá ið tað restaðu tveir
minuttir. Í Sarpugerði var úrslitið
11, eftir at Skála leikliga var omaná
og misnýtti fleiri góðar møguleik ar.
Tað var tætt við, at Skála
vann finaluplássið, tí teir høvdu
møguleikar at skora avgerandi
málið í Sarpugerði, minnist Víkinga
venjarin Sámal Erik Hentze afturá.
Tølini eru ímóti KÍ
Eftir langt tíðarskeið við soltnum
úrslitum er tað nógv, sum KÍ
skal gera upp við í ár, og sum lið
ið longu hevur megnað at gera
upp við, nú málið er at vinna
bæði steypakappingina og lands
kappingina.
Nú er takið leygarkvøldið at
gera upp við veruleikan, sum sigur,
at tað ikki hevur eydnast at vinna
steypakappingini í hesum túsund
árinum.
KÍ hevur verið í tveimum fin al
um síðani aldarskiftið, og í báðum
førum eru klaksvíkingar farnir
norður aftur úr høvuðsstaðnum
sum av torvheiðum.
Fyrra ferðin var tiltikna ill
veðursfinalan ólavsøkudag í 2001.
Tað vóru yvirhøvur ikki líkindi at
spæla fótbólt. Kortini var finalan
avgreidd, og hagtølini siga, at B36
vann 10.
Seinna ferðin var eisini ímóti
B36, sum fyri tíggju árum síðani
vann 21. Tveir spælarar eru
framvegis á KÍ liðnum, sum vóru
við ta ferðina. Tað eru Hjalgrím
Elttør og Meinhardt Joensen, sum
higartil í ár fyri tað mesta hevur
verið eykamálverji. Atli Dan ielsen,
sum var við fyrr í ár, men sum nú er
langtíðarskaddur, skoraði KÍ mál ið
FÓTBÓLTUR Meðan fimm lið
stríðast fyri rættinum at spæla
í Europa, so stríðast fýra fyri at
sleppa undan niðurflyting
Upptakt
TAÐ KÓKAR BÁÐU
MEGIN GALVIN