hósdagur 25. august 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
4
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR
Best
umtókta
ungdóms
steypa finalan er ung linga
steypafinalan, ella U18fin
al an, sum hon eitur í dag.
Orsøkin er helst tann, at
í hesari finaluni aloftast
spæla fleiri leikarar, sum
hava verið at sæð í bestu
deildini, og sum fólk tískil
kenna aftur.
Bæði í 2014 og 2015 vóru
tað NSÍ og HB, sum brustu
saman í unglingafinaluni,
og soleiðis verður eisini í
ár. Bæði í 2014 og 2015 vóru
tað teir reyðsvørtu, ið fingu
gullheiðursmerki um hálsin
og steyp. Í 2014 vann HB 43
í einari sera hendingarríkari
og málríkari finalu, og í fjør,
endaði finalan 32 til HB,
ið hevði verið á odda 30 í
hesum dystinum.
HB byrjaði við
12-máls sigri
Hjá HB byrjaði leiðin til
fin aluna 5. apríl, tá ið HB
spældi innleiðandi umfar á
heimavølli ímóti EB/Streymi.
HB fekk ikki ta heilt stóru
mótstøðuna hendan dagin,
tí at dysturin endaði heili
131 til HB.
Í fjórðingsfinaluni harð
naði mótstøðan hjá HB mun
andi. HB spældi á útivølli
ímóti Víkingi, og hesin dyst
urin endaði 11 í vanligari
leik tíð. Í longdu leiktíðini
dróð HB tó longra stráðið og
vann 32.
Í hálvfinaluni skuldi HB
til Klaksvíkar at spæla ímóti
KÍ, ið ikki hevur eitt serliga
sterkt unglingalið í ár. HB
vann ein rættiliga tryggan
31 sigur, har helst størsti
profilurin á liðnum, Adrian
Justinussen, skoraði tvey
mál.
NSÍ hevði styttri
veg til finaluna
Ikki tí, at tað gjørdi nakran
serligan mun fyri HB, men
NSÍ hevur havt ein styttri
veg í finaluna, tí at runa
vík ingar sluppu undan at
spæla innleiðandi umfar. Í
fjórð ingsfinaluni spældi NSÍ
á niðara vølli í Havn ímóti
nýstovnaða U18liðnum hjá
Giza Hoyvík. NSÍ vann ein
knúsandi 70 sigur í hesum
dysti.
Í hálvfinaluni harðnaði
mót støðan hjá NSÍ júst sum
hjá HB. Mótstøðuliðið var
B36, sum hevur eitt rættiliga
sterkt unglingalið í ár, men
á heimavøllinum við Løkin
eydnaðist tað NSÍ at vinna
21 og sostatt spæla seg í sína
triðju steypafinalu á rað í
unglingadeildini. Nú vóna
runavíkingar, at tað í triðju
royndini eydnast at vinna
ímóti HB.
Dysturin verður spældur
klokk an 19 fríggjakvøldið.
Fin alan verður dømd av
Súna Fríða Barbá.
Hjá U16dreingjum verða
tað nummar tvey og trý á
stigatalvuni, ávíkavist HB
og NSÍ, ið skulu dystast um
Blaðberasteypið. Heili 11 lið
eru við í Abólkinum í U16,
og hetta hevur elvt til, at tað
er sera ójavnt, hvussu nógvar
dystir liðini hava spælt. Hig
ar til er HB nummar tvey í
landskappingini við 18 stig
um eftir sjey dystir, með an
NSÍ er nummar trý við 13
stigum eftir fimm dyst ir.
Eftir stigatalvuni í lands
kapp ingini at døma mugu
liðini metast at vera sera
jøvn, tí at vinnur NSÍ teir
tveir dystirnar, sum runa
vík ingar hava spælt færri
enn HB, so yvirhálar NSÍ HB
við einum stigi og kemur á
19 stig.
Oddalið í U16deildini er í
skrivandi løtu B36, ið hevur
19 stig eftir átta spældar
dystir.
Vegurin til finaluna
NSÍ legði hart út við at vinna
heili 91 ímóti 07 Vestur í
áttandapartsfinaluni. Í fjórð
ingsfinaluni sluppu runa
víkingar at slíta meira fyri tí,
tá ið teir á útivølli í Suðuroy
ímóti SB vunnu 10. SB er
samansetta dreingjaliðið í
Suðuroynni, sum umboðar
oynna í U16deildini. Í hálv
finalu eydnaðist tað síðani
NSÍ at vinna ímóti EB/
Streymi.
Tíverri
hevur
tað ikki eydnast okkum at
útvegað úrslitið frá hesum
dystinum.
HB trein inn í kappingina
í fjórðingsfinaluni, tá ið
útidystur ímóti felagslið num
ÍF/Víkingur var á skránni.
HB vann hendan dystin
trygt, 30, og var harvið klárt
til hálvfinaluna, sum var
ímóti grannunum úr B36.
Í fjør luttók B36 í finaluni
um Blaðberasteypið, men
teir hvítu úr árstals felag num
sleppa ikki at taka lut enn
einaferð í ár, tí at í hálv final
uni vann HB havnarbrakið
21.
Finalan
um
Blaðbera
steyp ið í fjør var ímillum
NSÍ og B36. NSÍ vann 21, og
har við eru tað helst fleiri
á liðnum hjá NSÍ, ið hava
møguleika at vinna Blað
bera steypið annað árið á rað.
Finalan
um
Blað bera
steyp ið byrjar klokkan 14.30
leyg ardagin. Dómari verður
Arni Rasmussen.
U18: SOMU LIÐ HITTAST TRIÐJA ÁRIÐ Á RAÐ
Fyri triðja ár upp í slag verða tað unglingaliðini hjá NSÍ
og HB, sum skulu spæla steypafinalu sínamillum. HB
hevur vunnið báðar finalurnar tvey tey seinastu árini
U16: NSÍ KANN ENDURVINNA BLAÐBERASTEYPIÐ
Profilar hjá HB:
Teit Jacob sen
Ari Mohr Olsen
Adri an Justinussen
Profilar hjá NSÍ:
Petur Knud sen
Jannik Olsen
Jann Benja minsen