mánadagur 29. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 10-11
Fleiri
lívshættis
lig rúsevni
í Føroyum
Tíðindi síða 6-7
Fara nú
at broyta
lækna
skipan
Eins og Keynes gamli mælti til fyri
80 árum síðani, so ætlar løgmaður
at føra ein varnan búskaparpol
itikk, nú virksemið í Føroyum er
so stórt – nú vit hava ein »heitan«
búskap.
Í teori síni segði enski búskap
arfrøðingurin yvir øllum, John
Maynard Keynes, at staturin eigur
at »fylla holini« í eftirspurningi
num við at føra ein ekspanskivan
fíggjarpolitikk í ringum tíðum,
tá ov lítið virksemi er annars. Og
tá alt koyrir við fullari ferð, eigur
staturin at føra ein kontraktivan
fíggjarpolitikk.
Í dag má sigast, at vit hava ein
heitan búskap. Nógv privat virk
semi er í gongd. Men tað er so sann
iliga eisini nógv alment virksemi
sum koyrir við fullari ferð.
Tað almenna byggir í hesum
døgum fyri milliardir. Vit byggja
Skálafjarðartunnil, Glasir, Lands
sjúkrahús, fara undir eina stóra
havnarútbygging í Havn bara fyri
at nevna eitt sindur av alemnna
virkseminum, sum er í gongd beint
nú – og sum kostar yvir tríggjar al
mennar milliardir krónur.
Eitt
yvirlit,
sum
Sosialurin
gjørdi fyrr í summar vísti, at íløgur
fyri einar 11 milljardir krónur verða
gjørdar komandi fimm árini. Tað er
ikki hissini.
Hetta yvirlitið vísti, at landsverk
komandi fimm árini ger íløgur fyri
1,7 milliardir krónur. Tunnilsfelagið
ger íløgur næstu seks árini fyri 2,2
milliardir krónur. SEV ger næstu
trý árini íløgur fyri 1,1 milliard
krónur, Bústaðir gera íløgur næstu
fýra árini fyri 400 milliónir krónur,
Havnar kommuna ger íløgurnæstu
fimm árini fyri 700.000 milliónir
krónur, kommunurnar í Eysturoy
gera íløgur næstu fimm árini fyri
500.000 milliónir krónur, og Klaks
víkar kommuna ger íløgur næstu
trý árini fyri 100 milliónir krónur.
So tað er einki at siga til, at
landsstýrið nú má tátta í. Men líta
vit aftureftir, so hevur ikki verið
gjørt soleiðis, sum Keynes mælti
til. Vit hava gjørt júst tað øvugta.
Í góðum tíðum hevur tað al
menna koyrt á og soleiðis skumpað
undir upphitingina av búskapi
num. Og í ringum tíðum hevur tað
almenna knallað bremsurnar í og
soleiðis elvt til størri kreppu enn
neyðugt.
Klárar landsstýrið at koma við
einum fíggjarlógaruppskoti, har
vøksturin einans er 1,8 prosent, so
er tað væl sloppið.
Og klára andstøða og samgonga
at semjast um eina fíggjarlóg, so
vísir politiska skipanin sínar dygdir.
Um ein mánað, skal uppskotið ber
ast í tingið.
1,8 prosent er stór avbjóðing
Valstríðið koyrir við fullari
ferð, nú kommunuval nærk
ast. Men enn eru tað helst bara
fólk í Havn, sum gera um seg.
Gamlir og gloymdir býráðs
politikarar eru farnir at røra
upp á seg – og fleiri av sitandi
býráðslimum eru komnir í
tankar um alt møguligt posi
tivt, sum teir nú eru farnir at
egna við.
Jógvan Arge – sum er vara
borgarstjóri og sum hevur sit
ið í býráðnum seinastu 16 árini
– er komin í tankar um, at man
burdi havt størri opinleika í
býráðnum.
Hann heldur tí, at Tórs
havnar býráð átti at farið at
stroymað býráðsfundir á int
ernetinum, so borgarar kunnu
fylgja við, hvat hendir í býráð
num.
Allarhelst eitt frálíkt hug
skot Jógvan Arge. Men hví ert
tú ikki komin við hesum geni
ala hugskoti fyrr?
Bogi Andreasen er farin at
egna við parkeringsplássum.
Hann sigur, at hann fer at
virka fyri, at vit fáa fleiri park
eringspláss í Havn.
Go' morin Bogi. Tað ein
asta, sum Tórshavnar komm
una hevur gjørt við parker
ingspláss, er at taka burtur.
Tað tykir, sum um tað er ein
samfeld ætlan hjá øllum bý
ráðslimum í Tórshavnar bý
ráð, at parkeringspláss eru av
tí ónda. Høvdu vit verið eitt
sindur órein, so kundu vit talt,
hvussu nógv parkeringspláss
eru horvin, meðan tú hevur
sitið við borðið hjá Heðini.
Eingin loysn hómast, sjálvt
um trupulleikin er gamal.
Og tó, summi fáa sertreytir
til parkering, men skalt tú
droyma um tað, so mást tú
blíva borgarstjóri, løgmaður
ella landsstýrismaður. Hesi
fólk eru so viktig, at tey mugu
hava sertreytir, so tey sleppa
at parkera har, sum onnur ikki
sleppa – og so leingi, tey hava
hug.
Annfinn Brekkstein í Sam
bandsflokkinum egnir við,
at fólk skulu ikki hava fleiri
kaskettar. Tað er væl skiljandi,
tí stillar Kaj Leo Holm Johann
esen upp til býráðsvalið aftur,
so er sessurin hjá Annfinni
hóttur.
Annika Olsen hevur somu
støðu um kaskettarnar, so tí
sleppur hon helst undan at
stilla upp. Tað kann vera hent,
tí tað er ikki vist, at fólka
floksfólk í Havn hava fyrigivið
henni enn.
Tróndur Sigðursson í Javn
aðarflokkinum lovar at taka
sakina í egnar hendur og lova
fólki, sum búgva uttanlands at
skriva seg upp á grundstykkja
listan hjá Tórshavnar býráð.
Men vilja flokkar hava
vald í Tórshavnar býráð, so
má stilllast upp við sterkastu
manning. Tað hevur Javnað
arflokkurin gjørt – halda tey í
øllum førum – við at stilla fýra
løgtingsfólk upp .
Fólkaflokkurin átti at fing
ið sterkan lista, um Annika Ol
sen verður á listanum, og Sam
bandsflokkurin fær sterkan
listan, um Kaj Leo Holm Jo
hannesen er á listanum.
Vit á síðu 2 vita, at vallyfti
eru til at bróta – og at tað eru
persónligu atkvøðurnar, sum
telja – og sum gera av, hvat
stýri vit fáa í Havn komandi
fýra árini.
Vallyfti eru til at bróta!
Um ein mánað skal fíggjar
lógaruppskot latast tinginum
Soleiðis verður ein býráðs
samgonga til: Tað verður av
talað í Høllini á Hálsi, skjótt
atkvøðurnar eru taldar
Hálvársroknskapurin hjá
Eik Banka vísir eitt avlop
eftir skatt upp á knappar
37 mió. kr. Úrslitið áðrenn
skatt er knappar 45 mió. kr.
– Úrslitið er nøktandi, og
á hædd við tað, vit høvdu
roknað við, serliga tá hugsað
verður um hørðu kappingina
á føroyska marknaðinum,
sigur Súni Schwartz Jacob
sen, forstjóri í Eik.
Hann sigur, at hóast
harða kapping heldur Eik
Banki fast um sína støðu á
føroyska lánimarknaðinum.
Hann vísri á, at Eik Banki
hevur gingið á odda við at
lækka renturnar hjá bú
staðareigarunum og hava
hesar verið týðandi partur
í lækkandi kostnaðarstøði
num í samfelagnum, og eru
tískil komnar føroysku hús
arhaldunum til góðar.
Innlánini vaksa, og við
einum solvensi á 22,3 prosent
er talan um ein hin tryggasta
peningastovnin í danska
ríkinum, sigur hann.
Innlánini eru vaksin við
530 mió. kr. fyrra hálvár, og
samlaðu útlánini eru somu
leiðis hækkaði eitt vet, sam
stundis sum at góða gongd
in í samfelagnum hevur
við sær, at privatkundar og
vinnukundar í stóran mun
velja at innfría síni lán.
Úrslitið er lægri enn sama
tíðarskeið í fjør, og er hetta
í stóran mun orsakað av
einstøkum størri niðurskriv
ingum, sum skulu haldast
upp ímóti afturføringum
fyrra hálvár 2015.
Bankin heldur fast við
positivu útlitini fyri árið,
og ársúrslitið fyri skatt fer
væntandi at liggja millum
50-80 mió. kr. áðrenn skatt.
Hálvárið í stuttum:
· Avlopið eftir skatt er 36,5
mió. kr.
· Avlopið áðrenn skatt er 44,5
mió. kr.
· Útlán bankans eru økt til
5,2 mia. kr.
· Innlán bankans eru økt til
7,1 mia. kr.
· Niðurskrivingar eru 10,9
mió. kr.
· Gjaldførið er 253,1 prosent
oman fyri lógarkravið
· Solvensurin við hálvárið er
22,3 prosent.
Nøgd við 37 mió kr