mánadagur 29. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Seinastu árini hevur tað
verið siður, at steypafinalan
hjá monnum og kvinnum
eru spældar í síðsta viku
skiftinum í august, og so
leiðis er eisini hjá teimum
yngru, ið hava spælt finalur
í
ymsu
aldursbólkunum
hetta vikuskiftið. Fyri slíkar
ungar leikarar er tað óivað
ein stór uppliving at spæla í
so góðum kørmum, har fót
bóltssambandið
ger
nógv
burturúr.
Stadionspeakari
er á staðnum, finalurnar
verða streamaðar á heima
síðuni hjá fsf við frásøgu
monnum, og harafturat eru
sjálvandi
eisini
óvanliga
nógvir áskoðarar møttir upp
til
tílíkar
ungdómsdystir.
Hetta gevur øllum steypa
finalunum ein serligan dám,
ið
allar
fótbóltsáhugaðir
føroyingar kunnu gleðast
um – tí at slíkar finalur geva
óivað ungum leikarum enn
meira blóð á tonna at náa
fótbóltstindunum.
Fýra
ungdómsfinalur
vórðu
spældar
ávíkavist
fríggjakvøldið
og
leygar
dagin. U18-liðini hjá HB og
NSÍ løgdu til brots fríggja
kvøldið, meðan tríggar final
ur vóru á skránni leygar
dagin. U14-dreingjaliðini hjá
HB og B71 hittust, síðani vóru
tað U14-gentuliðini hjá EB/
Streymi og B36, ið sluppu inn
á stóra pallin, áðrenn síðsta
ungdómsfinalan varð spæld
ímillum
U16-dreingjaliðini
hjá HB og NSÍ.
NSÍ breyt óndu
ringrásina
Bæði í 2014 og 2015 vóru HB
og NSÍ liðini, sum hittust
í steypafinaluni hjá ung
lingum, ella U18, sum tað
formelt eitur í dag. Aftur í ár
vóru HB og NSÍ tey, ið skuldu
spæla
um
Thomas
Dam
Intersport steypið. Bæði tey
farnu árini hevur HB vunnið
steypafinaluna, men í ár
eydnaðist tað runavíkingum
at bróta óndu ringrásina,
tí at fríggjakvøldsins U18-
steypafinalu vann NSÍ 2-1.
Í fyrra hálvleiki høvdu
bæði liðini nakrar naskar
royndir á málið, har NSÍ
tyktist
at
skapa
størru
kjansirnar. Serliga nær við
var NSÍ at skora, tá ið eitt
fríspark frá Peturi Knudsen
brast í tvørstongina og niður
í svørðin.
Tað kom tó ikki hol á mál
skjótingina fyrr enn í seinna
hálvleiki. Øll málini blivu
skorað innanfyri seinastu
20 minuttirnar, tá ið fyrst
miðverjin hjá NSÍ, Jóhan
Gaardbo, prikaði bóltin í
netið eftir at málverjin hjá
HB hevði hálvbjargað einum
stútara frá Peturi Knudsen.
Tíggju minuttir fyri leik
lok varð tó líkt til, at dysturin
skuldi í longda leiktíð. Mest
eyðsýndi leikarin hjá HB í
kvøldsins steypafinalu, Teit
Jacobsen, tók sakina í egnar
hendur og smekkaði bóltin í
handara málhorn úr 20 metra
fjarstøðu.
Dysturin varð tó avgjørdur
fimm minuttir seinni, tá
ið Jann Benjaminsen hjá
NSÍ
breyt
ígjøgnum
úr
vinstra borði. Vinkulin til
at skjóta upp á mál gjørdist
heldur spískur, men kortini
eydnaðist tað vonginum hjá
NSÍ at fáa bóltin í mál um
vegis málverjan hjá HB.
HB legði trýst á seinastu
minuttirnar og spældi seg
til onkra góða støðu, men
NSÍ megnaði at halda tørn.
Endaliga
úrslitið
gjørdist
2-1 til NSÍ, sum er vinnari
av Thomas Dam Intersport
steypinum 2016.
Cadbury steypið
fór til HB
Leygardagsins fyrsta ung
dómssteypafinala
byrjaði
longu klokkan 10 leygarmorg
unin á Tórsvølli, tá ið U14-
liðini hjá HB og B71 skuldu
spæla um Cadbury steypið.
Hjá U14 verður spælt í 70
minuttir - 35 minuttir hvønn
vegin.
Tað var B71, ið byrjaði best,
tá ið Kristian Krogh Hentze
eftir sjey minuttir legði B71
á odda við brotssparki. Tó
fór HB til hálvleiks við einari
Fýra ungdómssteypafinalur blivu spældar á
Tórsvølli um vikuskiftið. HB tók lut í trimum
av hesum og vann tvær. Dystarfrásagnir eru at
lesa um allar finalurnar hetta vikuskiftið
FÓTBÓLTUR
HB BEST AV
UNGDÓMUNUM