týsdagur 30. august 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað eru ikki sørt ørkymlandi tíðini,
sum verða borin úr Heilsu- og inn
lendismálaráðnum.
Fyrst var tað ein góðkenning av
útbyggingini av Tórshavnar Havn,
sum ikki átti at verið farin út, tí
landsstýriskvinnan var ikki liðug
við viðgerðin. Síðani frættist, at
hon var liðug við viðgerðina, men
skuldi kortini góðkenna endaligu
avgerðina.
Síðani frættist, at deildarleiðari
verður søgd úr starvi – at hon hevði
handlað beinleiðis ímóti ordrum
frá landsstýriskvinnuni, og at bæði
aðalstjóri
og
landsstýriskvinna
høvdu mist álitið á henni.
Og í ætlanarskrivinum frá 18. juli
til deildarleiðaran legði aðalstjórin
ikki fingrarnar ímillum:
»Tað, at tú soleiðis tekur avgerð
beint ímóti boðum frá landsstýr
iskvinnuni er so grovt ólýdni og
álitisbrot, at landsstýriskvinnan og
undirritaða hava mist alt álit á tær.
Brotið er so mikið grovt, at tú helst
kundi verið burturvíst, men vit um
hugsa eina vanliga uppsøgn.«
Er tað so, at landsstýriskvinnan
og aðalstjórin í Heilsu- og Innlendis
málaráðnum hava so lítið álit á ein
um leiðandi starvsfólki, so er einki
annað at gera, enn at siga starvs
fólkið úr starvi.
Men so er ikki. Og tí almenna
líkt, so finnur man bara upp á onkr
ar snildir, onkrar rokeringar, tí fyri
leiðandi starvsfólk í almennu skip
anini hevur eitt starv meira ella
minni ikki stóran týdning. Men
onkur bukkur er gjørdur, sum lands
stýriskvinna og aðalstjóri av onkrari
orsøki vilja káva útyviraftur.
Og hvusus er tað nú man tá ger
hjá tí almenna?
Jú, man finnur bara upp á eitt
nýtt starv í systeminum. Og soleiðis
varð gjørt í hesum føri, tá uppsagdi
deildarleiðarin verður settur sum
ráðgevi á Umhvørvisstovuni.
Men her hava kvinnurnar í
Heilsu- og Innlendismálaráðnum
ikki hugsað seg nóg væl um. Tí er
álitið á viðkomandi so litið, at »...
vit (aðalstjóri og landsstýriskvinna)
hava mist alt álit á tær. Brotið er
so mikið grovt, at tú helst kundi
verið burturvíst, men vit umhugsa
eina vanliga uppsøgn«, so kann
viðkomandi ikki brúkast í nøkrum
starvi, sum er undir aðalstjóranum
í Heilsu- og Innlendismálaráðnum
ella landsstýriskvinnuni.
Annaðhvørt hava tær rætt bak
ara fyri smið, ella vilja tær av ein
hvørjari orsøk ikki standa við hørðu
orðini.
At smeja er gjørd og at øll eru
glað eru bara burturforkláringar.
Var hetta á einum privatum ar
beiðsplássi, so hevði viðkomandi
verið burturvístur uttan løn – um
brotið altos var so stórt, sum aðal
stjóri og landsstýriskvinna vilja
vera við.
Men soleiðis gera tey ikki hjá tí
almenna, tí har ber alt til, tí pengar
nir koma kortini...
Misálit varð vent til álit í
Heilsu- og Innlendismálaráðnum
tað almenna kávar útyvir
Eg
stilli upp
aftur
Bjørghild Djurhuus
Kjak síða 18
Skúla
heimið
40 ár
Tíðindi
Síða 16-17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nógv tingfólk vilja
í Tórshavnar Býráð
Nú tveir flokkar eru lidnir
við uppstillingarlistanar til
býráðsvalið í Havn er greitt,
at í minsta lagi seks tingfólk
bjóða seg fram at stýra høv
uðsstaðarkommununi.
Javnaðarflokkurin stillar
fýra tingfólk upp:
– Heðin Mortensen, borgar
stjóra og løgtingsmann
– Helenu Dam á Neystabø,
býráðslim og løgtingskvinnu
– Kristiannu Winther Poul
sen, løgtingskvinnu
– Djóna Nolsøe Joensen, løg
tingsmann
Tjóðveldi stillar upp Ann
itu á Fríðriksmørk.
Og hóast Framsókn ikki
hevur kunngjørt listan, so er
greitt, at Ruth Vang, løgtings
kvinna, stillar upp fyri Fram
sókn.
Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin
hava
ikki
kunngjørt sínar listar enn.
Fólkaflokkurin kann stilla
einasta tinfólk floksins í
Havn, Anniku Olsen, upp. Hon
hevur fyrr sitið í býráðnum,
men hon hevur sagt, at henni
ikki dámar, at fólk hava fleiri
kaskettar.
Hon er kortini eitt gott
boð, um Fólkaflokkurin ætlar
at stilla upp við sterkastu
manning.
Sambandsflokkurin hevur
verið sera veikur í Tórshavnar
Býráð, síðani Lisbeth Peter
sen legði frá sær í 2000, og
síðani Heðin Mortensen varð
koyrdur úr flokkinum í 2004.
Seinastu tvær seturnar hevur
Annfinn Brekkstein einsa
mallur umboðað flokkin, sum
hevði fýra fólk í býráðnum.
Eins og Fólkaflokkurin so
hevur
Sambandsflokkurin
bara eitt tingfólk í høvuðs
staðnum. So skal Sambands
flokkurin satsa, so stillar hann
Kaj Leo Holm Johannesen upp
til býráðsvalið. Hann byrjaði
sína politisku yrkisleið í Tórs
havnar býráð frá 1996-2000
– áðrenn hann varð valdur á
ting í 2002.
Enn er óvist, um Mið
flokkurin stillar upp til bý
ráðsvalið. Tað er sera møtu
mikið hjá bæði Miðflokkinum
og Nýggja Sjálvstýrinum at
stilla upp til býráðsval í Havn,
tí sannlíkindi fyri at fáa um
boð vald eru so evarska lítil.
Men Miðflokkurin hevur ein
tingmann í Havn, Jenis av
Rana. Hann hevur eisini sitið
í Tórshavnar býráð sum vara
maður fyri Petur í Gong á Utt
anflokkalistanum.
So møguleiki er fyri, at trý
tingfólk aftur at teimum seks
fara at bjóða seg seg fram at
stýra Tórshavnar kommunu.
Tí er eisini ein ávísur møg
uleiki fyri, at meirilutin av
sessunum í Tórshavnar Býráð
verða mannaðir av fólkum,
sum eisini eru løgtingsfólk.
– Sirið Stenberg, landsstýr
iskvinna, hevur tikið eina
djarva og skilagóða avgerð
við at geva Tórshavnar havn
loyvi at fara undir at byggja
havnina út.
Tað skrivaði Leivur Han
sen, fyrrverandi borgarstjóri
og eitt av høvuðsvalevnunum
hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í
Havn 8. november.
Hendan støðan hjá Leivi
Hansen er beint tvørtur ímóti
harðrendu støðuni hjá Mar
in Katrinu Frýdal, sum er
hart ímóti útbyggingini av
Tórshavnar havn og lunkaðu
støðuni hjá Jógavn Arge og
Jákupi Dam, býráðslimum,
sum hvørki atkvøddu fyri ella
ímóti at byggja út Tórshavn
ar havn.
Leivur Hansen segði víðari:
– Nú fáa vit eina dagførda
og kappingarføra havn, sum
í síni skerdu útgávu ikki fær
tær umhvørvisligu avleiðing
ar, sum upprunaliga ætlanin
hevði fingið.
– Tað, sum hevur ligið í
hálvum gekki í áratíggjur,
verður nú umsíðir fullfíggjað
– Havnini og samfelagi okkara
sum heild at gagni.
– Nú er ikki at liggja oman
á boðunum, men fara í gongd
við
arbeiðið
beinanvegin.
Góða eydnu!, skrivaði Leivur
Hansen.
Leivur Hansen hevur sit
ið í Tórshavnar Býráð í 20 ár
frá 1988-2008. Hann var borg
arstjóri í Havn valskeiði 1996-
2000.
Tjóðveldi fyri
havnarútbygging
Leivur Hansen við Tórshavnar Havn í baksýni. Hann er
fyri nógv umrøddu útbygging av Tórshavnar Havn