týsdagur 30. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Uttan serliga almenna kunn
ing, so hevur deildarstjórin í
innlendismálaráðnum, Anni
á Hædd, fingið nýtt starv
sum serfræðingur á Um
hvørvisstovuni, undir inn
lendismálaráðnum.
Hetta er stórbroyting í
mun til skrivið, deildarstjór
in fekk frá aðalstjóranum í
innlendismálaráðnum, Anni
á Hædd, 18.juli.
Í
ætlanarskrivinum
stendur, at aðalstjórin ætlað
at burturvísa deildarstjór
anum, tí hon hevði gjørt móti
boðum frá ovastu leiðsluni í
ráðnum.
Hon skrivaði eisini, at
hetta var slept og tí var talan
um eitt ætlanarskriv, sum
hevði til endamáls at siga
deildarstjóran úr starvi.
Málið snýr seg um havna
útbyggingina í Havn.
Ætlanin um at byggja
frammanfyri
Skansanum
er slept, men í staðin fyri er
havnnin flutt nakað.
Fyri at hetta kann lata
seg gera, so skal byggisam
tyktin broytast og til hetta
krevst eitt ja frá innlendis
málaráðnum.
Málið
er
politiskt
og
kanska serliga borgarar í
Havn, sum vanliga velja
Tjóðveldi, eru ímóti hesi út
bygging.
Tí setu fleiri teirra sítt
álit á, at innlendismálaráðið
fór at nokta fyri at komm
unan slapp at broyta byggi
samtyktina, men so var ikki.
30.juni fekk Tórshavnar
havn og býráðið at vita, at
umsóknin um broytingar
nar í byggisamtyktini vóru
góðkendar.
Her loypir ketan av
Í býráðnum og hjá Tórs
havnar
havn
fegnaðust
tey um hetta svar, men
seinni kemur fram, at svar
ið er sent út uttan at tað
endaliga er góðkent av lands
stýriskvinnuni.
Landsstýriskvinnan stíg
ur fram og sigur, at hon
fegin vildi havt sæð endaligu
orðingina, men at hetta als
ikki hevði broytt avgerðina
hjá ráðnum.
Nu kom øði í grindina og
øll vildu vita, hvat var hent.
Fyrst royndi ráðið at
tiga og siga sum minst, men
tað kom fram, at hendingin
fór at fáa avleiðingar fyri
deildarstjóran Anni á Hædd.
18.juli fekk hon nevnda
ætlanarskriv um eina upp
søgn.
Nú bleiv talan um eitt
mál fyri fakfelagið hjá deild
arstjóranum. Lok var lagt
á og ongin vildi siga, hvat
hendi.
Eftirfylgjandi vita vit,
at samráðingar hava verið
millum aðalráðið og fak
felagið hjá deildarstjóranum.
Alt bendir á, at brotið sum
deildarstjórin hevur framt
ikki eru so klokkuklárt, sum
aðalstjórin gjørdi tað til í
ætlanarskrivinum, tí undir
samráðingunum verður upp
søgnin slept og serliga eisini
tosið um burturvísingina.
Í staðfyri skrivar Anni á
Hædd undir eina avtalu, sum
gevur henni eitt nýtt starv,
sum serfrøðingur í umhvørvi
á Umhvørvisstovuni.
Ein stovnur, sum bein
leiðis hoyrir undir innlendis
málaráðið.
Við KvF hevur aðalstjór
in sagt, at hetta er ein góð
loysn fyri allar partar. Hóast
hon áður hevur sagt, at
talan var um álitisbrot frá
deildarstjóranum, so kann
sami deildarstjóri arbeiða á
stovni undir sama aðalráð,
sum hon hevur gjørt higartil.
Spurd um føroyski skatt
gjaldarin kann hava fult
álit á leiðsluni í innlendis
málaráðnum svaraði Turið
Arge, aðalstjóri, at sjálvandi
kann skattgjaldarin hava
fult álit á bæði henni og
dugnaligu starvsfólkunum í
ráðnum.
Sirið er nøgd
Politiskt hava nakrar kan
ónir peikað móti lands
stýriskvinnuni,
men
júst
viðvíkjandi starvsfólkamál
inum hevur hon allatíðina
sagt, at hetta er eitt mál, sum
hoyrir undir aðalstjóran.
- Hevur tú álit á aðal
stjóranum?
- Ja, tað havi eg 100 pro
sent og eg eri glað fyri, at
vit hava fingið eina virði
liga loysn á hesum máli,
sigur Sirið Stenberg, lands
stýriskvinna.
Hon sigur seg eisini fegn
ast um, at tá ið beinleiðis
verður gjørt móti boðum
frá leiðsluni, so fær tað av
leiðingar.
-Deildarstjórin er farin í
annað starv og hon er ikki
longur stjóri, men fulltrúi,
sigur landsstýriskvinnan.
Skuldi sigast upp, men
fekk serfrøðingastarv
Deildarstjórin í innlendismálaráðnum Anni á Hædd, fekk ætlanarskriv
um uppsøgn, men endaði við at fáa serfrøðingastarv undir sama ráði
Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna,
fegnast um, at ein loysn
er funnin á málinum – og
hon hevur framvegis fult
álit á aðalstjóranum
Anni á Hædd mundi hava eina sak, sum var betri enn vit vita
Turið Arge, aðalstjóri, sigur,
at skattgjaldarin framvegis
kann hava fult álit á leiðsluni
í innlendismálaráðnum