Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Kommunuval er 8.november og kring landið er flokkar og onnur so smátt farin at gera listar. Tjoðveldið hevur boðað frá, hvørji fólk eru á listannum til bý­ ráðs­valið í Havn og aðrir flokkar eru væl ávegis. At val altíð setir futt í politisku skipanina, sæst eisini hesaferð. Til dømis hevur Annika Olsen, Fólka­flokkurin, spurt Sirið Sten­ berg, lands­stýris­kvinnu við inn­ lendis­málum, um hvørjar heimild eitt sitandi býráð hevur – eftir at eitt nýtt er valt. Tað er soleiðis, at kommunuval er annan týsdag í november, men ný­valda býráðið tekur ikki við fyrr enn 1.januar. Tað vil siga, at gamla býráðið hevur møguleika at gera avtalur og annað, sum bindir nýggja býráðið í tíðar­skeiðin­um frá 8. November og til 1.januar. Annika Olsen, løgtings­kvinna vísir á, at hetta brýtur nógv frá tí, sum vit kenna frá lands­politikki. Har er tað soleiðis, at tá ið løg­ tings­val er út­skrivað, so missir lands­stýrið allar sínar politisku heimildir. Tá kann landsstýrið ikki brúka pengar ella gera avtalur og sátt­ málar. Tá er talan um eitt stýri, sum bert skal syrgja fyri, at samfelagið fungerar. – Orsøkin er, at eitt fráfarandi ikki skal kunna binda eitt komandi lands­stýri, sigur Annika Olsen, tingkvinna. Aðrar reglur Býráðini hava aðrar reglur at arbeiða eftir. Frá valinum – í ár 8.november – hevur sitandi býráð valdið til 1.januar 2018 og kann gera ymiskar avtalur, hóast sama býráð á valinum hevur mist meirlutan. – Hetta kann í ringasta føri føra til, at komandi kommunu­stýri verður niðurbundið fíggjar­liga nógv ár fram í tíðina, sigur Annika Olsen. Í spurninginum til lands­stýris­ kvinnuna vil Annika Olsen hava at vita, hvat lands­stýris­kvinnan heldur um hesi viður­skifti, tí eitt gamalt býráð kann við hesi skip­an­ ini binda eina kommunu fíggjar­liga fram í tíðina. Hon vil eisini hava at vita um lands­stýris­kvinnan hevur nakrar ætlanir um at broyta hesi viður­ skifti. Millum føroyskar borgarstjórar er hetta tó ikki nakar serligur trupul­leiki. Teir sum vit hava tosað við halda, at hetta fyrst og fremst er ein trupul­leiki, sum er teoretiskur. Borgarstjórarnir minnast ikki sjálvir, at hetta hevur verið mis­ brúkt. – Í Runavíkar kommunu gera vit fíggjar­ætlanina lidnan undan valinum, so at tað í veruleikanum ikki verða tiknar stórar avgerðir eftir kommunuvalið, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Í Eysturkommunu duga tey heldur ikki at síggja, at nakar trupul­leiki er í hesum. Jóhan Christiansen, borgar­ stjóri, sigur, at har verður fíggjar­ ætlanin endaliga samtykt eftir býráðs­valið. – Men hetta gera vit fyri at sleppa undan, at fíggjar­ætlanin gerst ein aprtur av val­stríðn­um. Hon verður løgd fram, men enda­ liga viðgerðin er ikki fyrr enn eftir at valið hevur veirð, sigur borgar­ stjórin í Eysturkommunu. Fuglafjørður ger sum Runavík og fer væntandio at samtykkja fíggjar­ætlan­ina áðrenn val verður. Í Klaksvík sigur Jógvan Skor­ heim, borgar­stjóri, at í Klaksvík kennir hann onki til, at hetta nakran­tíð hevur verið ein trupuleiki. Borgarsxtjórarnir siga, at frá­far­ andi býráð sjálvandi hevur virðing fyri tí nýggja sum er valt og veit, at tað er nýggja býráðið, sum skal stinga út í kortið. – Í Klaksvík taka vit ikki endaliga av­gerð um fíggjarætlanina fyrr enn vit koma til endan av norvember og soeliðis verður eisini gjørt, tá ið val­ár er, sigur Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvík. Hóast hon ikki stillar upp, so vísir Annika Olsen, Fólkaflokkurin, stóran áhuga fyri kommunum og teirra arbeiðsviðurskiftum KANN EITT FRÁ­ FARANDI BÝRÁÐ BINDA EITT NÝTT POLITIKKUR Annika Olsen, tingkvinna, vil vita, hvat landsstýriskvinnan heldur um tær heimildir, kommunur hava millum kommunuvalið og 1.januar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur ikki, at hetta nakrantíð hevur veirð ein trupulleiki Heldur ikki Torbjørn Jacobsen, kennir til, at hetta er ein trupulleiki.