Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áki Bertholdsen - Tað eru bara tvey av til­ mælunum, vit ikki eru samd um. Sirið Stenberg, lands­stýr­ iskvinna í heilsumálum, er sera væl nøgd við gongdina í arbeiðnum at skipa arb­eiðið á teimum trimum sjúkra­hús­ unum í landinum. Fyrr í ár handaði ein arbeiðsbólkur henni eina menn­ingarætlan við 25 til­ mælum um, hvussu okkara heilsuverk skal skipast fram­ yvir. Beint eftir vóru tað nakr­ ir limir í arbeiðsbólkinum, sum mutaðu ímóti og ikki vildi leggja navn til summi av tilmælunum. Men á pallborðsfundi, áhuga­bólkurin, Vernd av Suð­uroyar Sjúkrahúsi, skip­ aði fyri leygardagin, fortaldi Sirið Stenberg, at hon er væl nøgd við gongdina síðani hon fekk tilmælini. Síðani hon fekk tilmælini hevur hon arbeitt við at fáa politiska semju um at seta tey í verk, og hon sigur, at tað hevur gingið væl. Hon væntar eisini at finna semju um fleiri av til­ mælunum longu nú, so at tey kunnu setast í verk á nýggjárunum, samstundis sum at pengarnir, tey kosta, fara at fylgja við. - Summi av tilmælinum kosta einki, staðfestir hon. Annars kosta tilmælini ógvuliga runt roknað, einar 50 milliónir at seta í verk hesi næstu árini. Ósemja um tvey tilmæli Sirið Stenberg sigur, at tað eru bara tvey av teimum 25 tilmælunum, teir politisku flokkarnir ikki eru samdir um. Hon sigur at annað av teimum báðum tilmælunum, tey ikki eru samd um, er tilmælið um at leggja øll tey trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Hitt tilmæli er, at bráð­ móttøkan á Klaksvíkar Sjúkra­húsi skal niðurlagast í 2019, tá ið Eysturoyartunnil­ in er liðugur at tíðin at koyra á Landssjúkrahúsið verður stytt niður í lítið og einki. Men Sirið Stenberg sigur, at ósemjan um at skipa alt heilsuverkið undir eina fel­ ags leiðslu, er ikki størri enn so, enn at tað nú ber til at tosa um málið. - Hetta er fyrstu ferð, at tað yvirhøvur ber til at viðgera spurningin um at skipa sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Áður hevur málið verið so eldfimt, at tað bar slett ikki til at nevna tað yvirhøvur, sigur hon. Hon heldur at munurin er, at tá ið tey áður hava tosað um at skipa sjúkrahúsini undir eina leiðslu, hev­ur hetta staðið rættiliga einsa­ malt. - Men hesa ferð verður spurn­ingurin viðgjørdur, sam­stundis sum at virk­sem­ ið á teimum trimum sjúkra­ húsunum verður tryggj­að framyvir. Hesa ferð er tað sostatt sum eitt lið í eini heildarætlan fyri heilsu­verk­ ið, sigur hon. - Tí eiga politikarar ikki longur at føla tað sum eina hóttan ímóti teimum trim­ um sjúkrahúsunum, leggur hon afturat. Landsstýriskvinnan sig­ ur, at í næstum verða leiðsl­ ur­nar á teimum trimum sjúk­rahúsunum boðsendar á fund har tey fara at tosa um fyrimunirnar og vansarnar við at leggja øll tey trý sjúkra­húsini undir eina felags leiðslu. Í menningarætlanini verð­ur annars mælt til, at øll tey trý sjúkrahúsini verða HEILSUVERKIÐ 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99 Í summar gjørdi ein arbeiðsbólkur 25 tilmæli um, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu skipast í framtíðini. Nú er greitt, at tað eru bara tvey av tilmælunum, politisku flokkarnir ikki eru samdir um NÆSTAN FULL SE SJÚKRAHÚSINI Áki Bertholdsen - Eg havi gjørt vart við tað í nógv harrans ár. Men tað ger ikki mun. Á Pallborðsfundi leygar­ kvøldið um Støðuna á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi, undraðist Ronnie Midjord, stjóri á Sjúkrahúsinum á, hví tað er so stórur munur á játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús og játtanini til Suðuroyar Sjúkrahús. Tað er ikki tann stóri mun­urin á fólkatalinum, men tað er stórur munur á sjúkra­húsunum. Tann stóri munurin er, at Klaksvíkin er landføst við Havnina, har tað er ein tími at koyra ímillum - og har koyritíðin aftur verður munandi stytt, tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyattunnilin. Hinvegin er ikki koyrandi úr Suðuroy til Havnar og sostatt er Suðuroyar Sjúk­ra­ hús altavgerandi fyri trygd­ ina hjá suðuroyingum. Í hesum sambandi kann vísast á, at á Klaksvíkar Sjúk­ rahúsi eru eini 110 ársverk og játtanin til sjúkrahúsið er einar 65,5 milliónir. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru 60 ársverk og játtanin til sjúkrahúsið er einar 55 milliónir krónur. - Eg havi spurt í nógv ár, hvussu tað ber til, at tað eru nógv fleiri fólk í starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi enn her, sigur Ronnie Midjord. - Hví hava politikarar á hvørjum ári játtað Klaks­ vík­ar Sjúkrahúsi 10 milliónir meiri um árið enn teir hava játtað Suðuroyar Sjúkra­ húsi, og hví arbeiða 50 fólk fleiri á Klaksvíkar Sjúk­ra­ húsi enn tað gera á Suð­uroy Sjúkrahúsi, hóast tað er ein tími at koyra á Lands­ sjúkrahúsið, og tá ið tunnilin er komin, er tað uppaftur væl styttri, spyr Ronnie Midjord. - Tað havi eg gjørt vart við í fleiri ár, men tað hevur ikki gjørt mun, leggur hann afturat. Tað er ikki bara stjórin á Suð­uroyar Sjúkrahúsi, sum undrast á hetta. Kristin Michelsen, ting­ maður fyri Javnaðarflokk­in, og borgarstjóri á Tvør­oyri, undrast á hetta, tí sam­ stundis sum land­ið hevur brúkt milliard­upp­hædd upp á at fáa fast sam­band ímill­ um Klaksvík og Havn­ina, fær Klaksvíkar Sjúk­ra­hús eina nógv hægri játt­an til virk­ semi av øllum handa slagi. Sirið Stenberg, lands­stýr­ iskvinna, undrast somuleið­is á støðuna. Hinvegin vísir hon á, at játtanin er hækka. Men kanska er støðan tann, at tørvurin er vaksin enn meiri og tí fylgir játtan­ in ikki við. - Fólk verða eldri og eldri, samstundis sum at vit alsamt fáa nýggjar viðgerðir, og nýggjan heilivág og tað leggur játtanina undir trýst, sigur landsstýriskvinnan. Nokk av pengum Jenis av Rana, løgtingsmað­ ur fyri Miðflokkin, og komm­ unulækni í Havn, sigur, at hann visti einki um, at Suðuroyar Sjúkrahús hevði ov lága játtan. Annars er hann sannførdur um, at tað er nokk av pengum í heilsu­ verkinum, men teir verða brúktir skeivt. Eitt nú vísir hann á, at læknar, sum koma av Lands­ sjúkrahúsinum til Suð­ uroyar, ella til Klaksvíkar at arbeiða um kvøldið og um næturnar, fyri at lætta um hjá kommunulæknum og yvirlæknum, fáa yvir 70.000 krónur í løn um vikuna. - Hetta er tað er reina svínarí. Hevði lønin verðið lækkað niður í helvt, høvdu teir komu kortini og bara tað kundi givið eitt betri, fíggj­ Gera mismun á Klaksvík og Suðuroyingar undrast á, hví Klaksvíkar Sjúkrahús fær nógv betri sømdir enn Suðuroyar Sjúkrahús Tað er nokk av peng­ um í heilsuverkinum