týsdagur 30. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TRYGD
Danjal av Rana
Hvussu
langt
strekkir
ábyrgdin
hjá
arbeiðsgev
aranum seg, tá tað ræður
um trygdina hjá sínum arb
eiðsfólki? Tað tykist vera
kjarnan í rættarmálinum,
har Búsetur er ákært fyri at
hava brotið sínar skyldur á
trygdarøkinum í samband
við eitt arbeiðsóhapp í mars
2014.
Búsetur vil ikki taka við
bótini á 20.000 krónur, sum
teir fingu í samband við
óhappið, tá Suni úr Hørg datt
av takinum á Nomatek og
niður á betonggólv og breyt
seg sundur.
Veðrið var gott hend
an morgunin og arbeiðs
menninir vóru vorðnir samd
ir um at møta ein tíma fyrr,
fyri at gera sær dælt av góða
veðrinum. Suni úr Hørg og
tveir aðrir mans fóru upp
á takið á bygninginum hjá
Nomatek í Smiðjugerði at
leggja dúk oman yvir plátur
nar.
Bygningurin hjá Nomatek
hevði fingið nakað av skaða
í einum stormi og seinasta
mánaðin
ella
so
høvdu
menn frá Búsetur umvælt
skaðarnar. Kvøldið fyri vóru
teir lidnir at leggja plátur
á og fegnaðust allir um, at
tað ringasta arbeiðið nú var
liðugt, og at nú varð lokað
aftur allastaðni, at einki hol
var í takinum.
Skuldu bara
festa dúkin
Eftir var nú at leggja dúk
og plátur á og at seta nýggj
ar ljóskuplar í. Suni úr Hørg
og tveir aðrir fóru í holt við
dúkin. Ein sópaði takplát
urnar, meðan Suni úr Hørg
sjálvur annar legði dúk á.
Fyribils vóru plátur lagd
ar oman yvir holini til ljós
kuplarnar, men avgjørt var
at leggja dúkin undir hes
ar pláturnar. Sostatt mátti
plátan loysast, dúkur leggj
ast undir og plátan so festast
aftur oman yvir dúkin, so at
eingin skuldi detta niður.
Teir vóru vanir at nýta
trygdarvest og -línu, tá teir
arbeiddu uppi á tekjuni. All
ir vóru teir royndir menn og
mintu støðugt hvønn annan
um vandan við at arbeiða í
hæddini. Arbeiðsformaður
in hartaði teir eisini, um teir
hendinga ferð høvdu gloymt
at festa línuna. Hendan sama
morgunin hevði Suni úr Hørg
mint arbeiðsfelagar sínar á,
at festa seg í trygdarlínuna.
- Eingin maður skal upp á
tekjuna uttan trygdarlínu, og
dettur onkur niður og yvir
livir, so skal eg persónliga
drassa viðkomandi upp aft
ur og tveita hann av aftur,
segði Suni úr Hørg hend
an morgunin greiddi hann
frá í Sosialinum 9. juli í fjør.
15 minuttir seinni lá hann
sjálvur á gólvinum á Noma
tek, rokin niður gjøgnum eitt
av holunum til ljóskuplarnar.
Eingin var í trygdarlínu
Fólk, sum høvdu eygleitt
arbeiðsmenninar
hesar
vikurnar
høvdu
lagt
til
merkis, at teir altíð vóru í
trygdarlínu.
Kortini,
júst
hendan morgunin, var alt
annarleiðis. Í rættinum í
gjár vóru teir tríggir uppi
á tekjuni avhoyrdir. Eingin
teirra hevði fest seg í línuna
hendan morgunin. Eingin
teirra kundi heldur greiða
frá, hví teir ikki høvdu gjørt
tað hendan dagin.
Suni úr Hørg hevur fest
dúkin runt um holið til ljós
kupilin og rættir amboðið
víðari til starvsfelagan. Síð
ani reisir hann seg og tekur
eitt fet eftir hæli. Men tá var
einki festi undir. Av onkrari
orsøk høvdu teir ikki lagt
plátuna oman yvir aftur
seinasta holið, sum teir
høvdu lagt dúk undir.
Tvey, trý sekund seinni
lá Suni úr Hørg á gólvinum.
Fallið var hálvan áttinda
metur. Lukku tíð fekk hann
tikið hendurnar fyri seg og
bjargaði hetta allarhelst lív
inum. Kroppurin fór í spøn
ur. Báðar hendur og armar
brotnaðu í fleiri støðum
og
høvdið
fekk
stóran
skaða. Í dag hevur hann 77
titaniumplátur í kroppinum,
er blindur í høgra eyga og
hevur sera avmarkaða sjón í
vinstra eyga. Hann fær ofta
høvuðpínu, men er kortini
farin aftur til arbeiðis hjá
Búsetur, tó niðursetta tíð.
- Eg veit ikki, hví eg ikki
var í línu. Eg skuldi bara
líka... Sannleikin er, at eg
minnist einki frá degnum,
uttan tey trý sekundini, eg
var í fríum falli, greiddi Suni
úr Hørg frá í rættinum.
Arbeiðseftirlitið
kann
aði óhappið og er komið til
ta niðurstøðu, at arbeiðs
gevarin ikki hevur hildið
sínar skyldur hvat trygdini
viðvíkur. Tilmæli frá Arb
eiðseftirlitinum til ákæru
valdið var tí, at Búsetur
varð ákært fyri brot á lógina
um
arbeiðsumhvørvi
og
kunngerðina
um
skipan
av arbeiðsplássum. Serliga
legði Arbeiðseftirlitið dent
á, at eingin verja var inni
í bygninginum at tryggja
menninar, um teir skuldu
dottið gjøgnum op í takinum.
Eftir tilmælinum sektaði
ákæruvaldið tí Búsetur við
eini bót á 20.000 krónur.
Búsetur noktaði tó at taka
við bótini og tí var málið fyri
Føroya rætt mánadagin.
Skuldu havt nót undir
Kjarnin í ósemjuni er, hvørja
ábyrgd arbeiðsgevarin hevur.
Arbeiðseftirlitið
og
ákæruvaldið vilja vera við, at
Búsetur hevði gjørt ov lítið
fyri at tryggja sínar menn,
sum arbeiddu á takinum.
Arbeiðseftirlitið ásannar, at
plátur vóru yvir opini og at
trygdarlína var tøk, men vísir
á, at tá pláturnar vera tikn
ar av opunum, eigur onnur
verja at vera sett í staðin.
Arbeiðseftirlitið metti, at
best hevði verið at havt eina
nót, ein arbeiðspall ella aðra
fallverju undir opinum, inni í
bygninginum.
- Metingin hjá Arbeiðs
eftirlitinum er, at sjálvt um
fallið skyldast eitt hendi
ligt óhapp, so er mangl
andi nýtslan av fallverju
tó beinleiðis orsøk til, at
óhappið gjørdist so ógvus
ligt. Var nøktandi útgerðin
tøk og í brúk, so hevði
nevnda óhapp ikki havt
nevniverdan skaða við sær,
skrivar Arbeiðseftirlitið í
tilmæli sínum.
Arbeiðseftirlitið vísti eis
ini á, at hendan dagin høvdu
arbeiðsmenninir verið til
arbeiðis ein tíma á takinum
áðrenn óhappið, uttan at
nakar teirra hevði fest seg í
trygdarlínuna.
Ákærin í málinum, Martin
Gravesen, varafúti, vísti á, at
arbeiðsgevarin altíð hevur
ábyrgd av trygdini hjá arb
eiðsfólkinum. Einasta und
antalið er, um onkur vitandi
og við vilja setir seg sjálvan
í vanda, men so var ikki í
hesum føri, segði hann.
Trygdin var nóg góð
Umboð fyri Búsetur vóru
eisini avhoyrd í rættinum.
Umframt teir tríggjar, sum
arbeiddu
á
takinum,
tá
óhappið hendi, vóru Sjúrð
ur Holm, stjóri, og Bárður
Johannesen, arbeiðsformað
ur, avhoyrdir um, hvussu
arbeiðsplássið var skipað.
Báðir greiddu teir frá, at
meðan tað kanska hevði ver
ið ynskiligt, at havt nót ella
arbeiðspall undir opunum í
takinum, so mettu teir hetta
vera nærum ógjørligt og
heilt órímiligt í mun til ta
tíð, opið var gjøgnum takið.
Arbeiðið at loysa pláturnar,
leggja dúk og festa tær aft
ur, skuldi einans tikið eini
fimm minuttir fyri hvønn av
teimum fýra ljóskuplunum.
Búsetur metti tað tí ikki
vera neyðugt at brúka tað
mesta av einum arbeiðsdegi
at byggja ein fríttstandandi
arbeiðspall undir opunum,
sum har afturat mátti flytast
fyri hvørt opið. Verjin vísti
á, at kunngerðin um skipan
av arbeiðsplássinum eisini
loyvir, at einans trygdarlínur
verða nýttar í slíkum førum.
Stjórin og arbeiðsformað
urin greiddu eisini frá, at
Nomatek nýtti bygningin og
tí lá illa fyri at byggja nakran
pall undir opunum. Teir
mettu, at hetta hevði verið
ov órógvandi fyri virksemi
hjá Nomatek. Eisini var ein
loftskrani í bygninginum,
sum alla tíðina var í brúk, so
illa bar til at festa eina nót
undir.
Seinasti
spurningurin,
sum umboðið hjá Arbeiðs
eftirlitinum fekk frá verja
num hjá Búsetur var, um
trygdin hevði verið nóg góð,
um menninir høvdu verið í
trygdarlínu.
- Ja, var stutta og greiða
svarið. Og júst tað er verjan
hjá Búsetur.
Neyðug
og
nøktandi
trygdarútgerð var á arbeiðs
plássinum. Arbeiðspallur var
settur rundan um bygningin
hjá Nomatek, arbeiðsmenn
inir høvdu fingið trygdar
vestar og trygdarlínur vóru
festar í mønuna á takinum.
Tað einasta, sum gekk galið
hendan dagin, var at Suni úr
Hørg ikki hevði fest trygdar
línuna í vestin.
Umboðini
hjá
Búsetri,
bæði stjórin, arbeiðsformað
urin
og
arbeiðsmenninir,
váttaðu allir, at trygdin
ferð eftir ferð var havd á
lofti
sum
samrøðuevni.
Teir mintu hvønn annan
á at festa línuna, teir bóðu
hvønn annan ansa eftir. Arb
eiðsformaðurin hevði reglu
ligt eftirlit við monnunum
og hartaði teir, um hann sá
onkran á takinum uttan línu.
- Búsetur kundi ikki gjørt
annað og hevði gjørt tað
sama í dag. Fallið var eitt
óheppið, men tíverri hendi
ligt óhapp, segði verjin hjá
Búsetur.
Dómur fellur í málinum
mánadagin.
TRYGDARLÍNA NÓG MIKIÐ
– UM HON VERÐUR NÝTT
Eingin av teimum trimum á takinum var í trygdarlínu, tann dagin Suni úr Hørg
datt av takinum í Nomatek og niður á betonggólvið og breyt seg sundur
Suni úr Hørg