týsdagur 30. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÝARSAVNSAVNSVINIR
SKULU HJÁLPA BIRGARI
Sera fegin um hjálpina
BÝARSAVN
Ætlanin er at fáa 1.000 fólk at rinda 10 krónur um mánaðin. So er framtíðin hjá Býarsavninum í Havn tryggjað
Eldsálin í Býarsavninum sær fyri sær, at savnið verður lagt saman við Tórshavnar
Býarsavni, og at savnið kann flyta inn í gamla BankNordik bygningin
Eirikur Lindenskov
– Tað hevur verið undir
uppsigling leingi, hetta at
hjálpa Birgari Johannesen
við hesum frálíka hugskoti
við Býarsavninum.
Tað sigur Jan Christian
sen í Havn, sum er stig
takari til at stovna felagið
»Býarsavnsvinir«,
hvørs
endamál er at hjálpa Birgari
Johannesen við at fíggja
føstu útreiðslunar hjá Býar
savninum, sum hann hevur
sett á stovn, og sum húsast í
gomlu Tórs Cafeteria í Niels
Finsensgøtu í Havn.
– Tað eru vinmenninir,
sum dagliga drekka kaffi
saman á Hvonn í Havn, sum
hava tosað um hetta. Birgar
er millum okkum, sum dag
liga hittast har, men hetta
er als ikki hansara hugskot.
Birgar hevur slett ikki gingið
við hattinum í hondini. Men
vit hava allir tosað um hetta
megnar arbeiði, hann hevur
gjørt við býarsavninum, sum
átti at verið ein kommunal
uppgáva.
– Vit hava sera stóra
respekt fyri tí, sum Birgar
Johannesen hevur avrikað,
og soleiðis er tað, at hug
skotið um »Býarsavnsvinir«
er komið í lag, sigur Jan
Christiansen.
Endamálið er stutt og
greitt at savna saman pening,
soleiðis at Býarsavnið fær
svarað sínar skyldur við
húsaleigu og ljósi og hita.
Málið er at fáa 10.000 krónur
um mánaðin ella 120.000
krónur um árið.
Jan Christiansen stovnar
ein Facebook-bólk, har fólk
kunnu tekna seg sum lim.
Tað kostar 120 krónur um
árið at vera limur, ella 10
krónur um mánaðin.
– Okkara sera optimit
iska mál er at røkka 1.000
limum. Og klára vit tað, so
fáa vit 120.000 krónur inn
um árið – ella 10.000 krónur
um
mánaðin,
sigur
Jan
Christiansen.
Jan Christiansen vísir
á, at Birgar Johannesen er
ein eldsál, og at tað er einki
minni enn fantastiskt, sum
hann hevur avrikað við
Býarsavninum.
– Men vit skulu minnast
til, at Birgar er 70 ára gamal,
og at tað tí er avmarkað,
hvussu leingi hann kann
klára tað, og so dettur savnið
niðurfyri. Og tað er spell,
heldur Jan Christiansen.
Hann heldur, at Birgar
Johannesen
heldur
skal
konsentrera seg um savnið
og ikki um at fáa pengar til
húsaleigu.
– Hetta eigur sjálvandi at
vera ein almenn uppgáva.
Og tað síggja vit til dømis í
Íslandi, at hvør býur hevur
sítt egna býarsavn, sigur
hann.
Jan Christiansen sigur, at
»Býarsavnsvinir« eru líka
sum ein fyribilsloysn, so
leiðis at Býarsavnið
fær virkað næstu
tíðina.
– Hetta fer uttan iva eisini
at gera fólk meira tilvitað um
savnið, og tey sum eru limur,
hava eisini fría atgongd at
vitja savnið. Soleiðis fáa fólk
eisini ognarskap í savninum,
og vit at vera við í Facebook-
bólkinum, so kunnu tey
eisini
gerast
virkin
og
soleiðis gagna savninum.
Jan Christiansen sigur,
at hann sjálvur hevur einki
við
pengarnar
at
gera.
Tað
verður
bara
Birgar
Johannesen,
sum
kann
nerta kontoina, men allir
»býarsavnsvinir«
kunnu
síggja kontoavrit, sum fara
at liggja frammi í savninum.
Tí pengarnir skulu óskerdir
til útreiðslurnar í sambandi
við savnið.
Eirikur Lindenskov
– Eg havi langt síðani sæð
skriftina á vegginum. Um
ikki loysn hevði fingist á
hesum, so hevði lykilin skjótt
verið snaraður um.
Tað sigur Birgar Johanne
sen, sum av sínum eintingum
er farin undir Býarsavnið,
sum leigar høli í gomlu Tórs
Cafeteria í Niels Finsens
gøtu.
– Men eg eri optimistur,
eg trúgvi upp á jólamannin,
og eg visti, at hetta fór at
bera til á onkran hátt kortini,
sigur hann.
Birgar Johannesen vísir á,
at hann hevur fingið nógva
hjálp og nógvan stuðul. Bæði
frá fólki, sum hava latið
honum lutir, stuðlað honum
fíggjarliga og á annan hátt.
Men eyðsæð er, at savnið
kann ikki halda til í hesum
hølunum alt ov leingi, tí tað
eru tey ov lítil til. Tí mugu
størri og betri høli útvegast
upp á sikt.
– Eg kundi hugsað mær, at
Býarsavnið fekk pláss á aðru
hædd í gamla BankNordik
bygninginum í Niels Finsens
gøtu. So kundi hetta savnið
verið lagt saman við Tórs
havnar
Býarsavni,
sum
eigur nógvar lutir, men sum
liggja goymdir ymsastaðni, tí
savnið ikki er virkið. Kanska
kundi
Fornminnissavnið
eisini latið okkurt, sigur
Birgar Johannesen, sum sær
fyri sær, at býráðið tekur
yvir savnið upp á longri sikt,
sigur Birgar Johannesen.
Jan Christiansen heldur
eisini, at kommunan skal
taka yvir, og so lata Birgar
Johannesen
standa
fyri
savninum í byrjanini.
– Birgar er 70 ára gamal,
so tað er avmarkað, hvussu
leingi hann fer at standa
fyri savinum. Men tann eld
sál hann er, so kann hann
fáa savnið upp at koyra, til
onkur annar so tekur yvir,
heldur Jan Christiansen.
Býarsavnið hevur havt opið
í summar og er væl vitjað.
Nógvir forkunnugir lutir
eru at síggja á savninum
Mynd: Álvur Haraldsen
Birgar Johannesen, sum hevur stovnað Býarsavnið,
og Jan Christiansen, sum hevur tikið stig til
at stovna bólkin »Býarsavnsvinir« at tryggja,
at savnið kann gjalda fyri húsaleigu
Myndir: Álvur Haraldsen
Soleiðis verður tú
»Býarsavnsvinur«
Við at gjalda 120 krónur
á konto 6460-557.164.4 í
BankNordik.
Gjaldið er árligt gjald við
fastari flyting einaferð um
árið.
Tey, ið gjalda, verða limað
inn í Facebook-bólkin
»Býarsavnsvinr«, sum verður
stovnaður til endamálið.
Tey, ið eru býarsavnsvinir,
hava fría atgongd til
Býarsavnið.