Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 2. september 2016 Vit vita tað væl, og politikararnir vita tað eis­ini. Bæði teir á tingi og teir, sum sita í teim­um alt ov nógvu kommununum kring land­ið: Tað er eingin yvirskipað stýring á, hvussu land og kommunur tilsamans nýta al­mennan pening. Og tað er eisini tað, sum Búskaparráðið vís­ir á í frágreiðingini, sum varð løgd fram í gjár. – Búskaparligu indikatorarnar í sein­ast­ uni benda á ein týðuligan hákonjuktur við lág­um arbeiðsloysi, nettotilflyting og bú­ skap­ar­vøkstri. Undir hesum umstøðum átti al­menni roknskapurin, tvs. roknskapurin fyri land og kommunur samanlagt, at víst eitt stórt yvirskot, skrivar Búskaparráðið. Ráðið vísir á, at sambært játtanini, so vaksa útreiðslurnar hjá kommununum mun­andi meira enn útreiðslur landsins í 2016. Hetta hóast sæð verður burtur frá út­reiðsl­u­num til eldrarøktina. Vøksturin í sambandi við eldra­røkt­ina var átta prosent. Trupulleikin við vantandi yvirskipaðu stýr­ing­ini av almennum pengum er, at vøkst­ur­in, sum nú er, fer at føra til ein kon­juk­tur­við­gang­andi politikk, sum fer at økja um sveigg­ini í búskapinum – heldur enn at tað al­menna helt aftur, tá privati búskapurin koyr­ir við fullari ferð. Tí er tað ikki nóg mikið, at løgmaður ætl­ ar, at løgtingsfíggjarlógin ikki skal hækka meira enn 1,8 prosent næsta ár, um komm­ un­ur­nar so at siga púra ótarnaðar kunnu koyra á – uttan at vísa fyriliti fyri almennu út­reiðsl­u­num, sum løgtingið samtykkir. Tað sigur seg sjálvt, at her má ein sam­ skip­an gerast, tí annars enda vit við 100 pro­sent vissu aftur í eini kreppustøðu um fá ár. Eina­ferð orskar priv­ati búskapurin ikki so væl, sum í dag. Tað er tá, at tað almenna skal traðka til og gera stórar íløgur, sum aftur kunnu fáa gongd á privata búskapain. Men hví ber tað ikki til? Sum eina loysn skjýtur Búskaparráðið upp, at játt­anarkarmurin, sum løgtingið sam­tykkir fyri landsbúskapin eisini kann fevna um útreiðslur hjá kommununum. At um­framt kommunal útreiðsluloft – játt­ ar­nar­kar­mar – og hámarks og lágmarks komm­un­u­skatt­a­prosent fyri hvørja kommunu, verða á­settar reglur um kommunalar kassa­bind­ing­ar, og reglur fyri staðseting av árligum komm­un­al­um roknskaparavlopum. Ja hví ikki tað? Aftur í august setti ferðafólkatalið hjá Atlantsflog met. Fleiri enn 34.500 ferðafólk hava ferðast við flog­før­um og tyrlum hjá Atlantic Airways í au­gust. Tað er ein øking á átta prosent í mun til au­gust í 2015. Juli mánaði í ár var eisini metgóður, tá umleið 43.000 ferðafólk flugu við flogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways. Higartil í ár hava 210.400 ferðandi ferðast við Atlantic Airways, sum er ein øking á átta prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá vinstra ikki veit hvat høgra ger Ferðafólkatalið setti aftur met Atlantsflog Les eisini blaðið á telefonini Telefonin hjá Alfred ringir allatíðina... Eitt ár síðani valið Tema síða 10-13 Æðuví í 100 ár Siðsøga síða 22-23 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? At vit higartil í ár hava inn­flutt 1957 nýggj akfør? Sunnudagin 28. august fylti Leiv­ur Dahl Michelsen í Havn 60 ár. Leivur hevur altíð starv­ast sum fíggjarkønur innan fiski­ vinn­ina, og hann er føddur og uppvaksin við Landa­vegin í Havn, sonur Helga Michel­sen vanliga kallaður Helgi í Smær­ uni úr Tórsgøtu í Havn og Ásu Michel­sen fødd Christiansen, av landa­vegnum í Havn. Leivur er yngst av fimm systk­jum. Tey eru fýra brøður og ein systir. Leivur er giftur við Fríðu Jo­hanne­sen av Oyri, tey eiga trý børn, Helgi, Ják­up og Ása Maria. Í 1991 fluttu tey í nýgbygd hús í Hvanna­sunds­gøtu, úti á trøðni hjá abbanum, Christian Christiansen, har tey búgva enn. Leivur læs HD á Hand­ils­ há­skúl­anum í Aarhus. Í 1983 fór hann í starv sum fíggj­ar­leiðari á Bacalo og seinni í sama starvið hjá Før­oya Fiskavirking. Í 2005 gjørd­ist hann dagligur leið­ari á Realinum, Føroya Real­kred­ it­stovni. Sum ungur spældi Leivur hond­bólt í Neistanum, men seinni árini er tað svimjingin, ið hevur havt hansara stóra á­huga. Hann er aktivur á røslu­lið­ num hjá HS og svimur nógva hav­svimjing. Avrikini eru mong, men at svimja um Nólsoyarfjørð er eitt, ið er vert at taka fram her. Leivur er í øllum brøgdum ein á­lit­is­maður og av bestu vin­monnum. jh Leivur D. Michelsen – seksti ár Mynd: Birgir Kruse Nú kommunuvalið stundar til, og val­evn­ ini av álvara eru farin at hvessa blý­ant­ arnar, fara vit at taka gjald fyri at prenta valgreinar í Sosialinum, Vikublaðnum og at leggja tær á serligu valsíðuna á in.fo Gjald fyri greinar í Sosialinum mána­ dag og fríggja­dag er 30 oyru+mvg fyri tekn­ið (við millumrúmum) Gjald fyri greinar í Sosialinum miku­ dag og VikuBlaðnum (og møgulig onnur bløð, sum fara í hvørt hús) er 40 oyru + mvg fyri teknið (við millumrúmum) Gjald fyri allar greinar (líka mikið longd) á Valsíðuni á in.fo er 150 kr + mvg/ stk. Gjald fyri valgreinar