Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 Umhvørvisstovan hevur í longri tíð fyrireikað vindmylllund í Suðuroy. Ein liður í hesum arbeiði er at meta um vindviðurskiftini. Í fyrstu atløgu er Porkerishagi valdur sum áhugavert øki. Í hesum døgum er vindmátimastur sett upp har og er nú klár at taka í nýtslu. SEV hevur vegna Umhvørvisstovuna staðið fyri arbeiðinum at seta mast­rina upp og stendur eisini fyri vind­mát­ ingunum, sum skulu brúkast til vind­ útboðið. Væntandi verður klárt seinni í heyst at gera loyvisútboð til elframleiðslu úr vindorku í Suðuroy. Útboðið verð­ ur umleið 5 MW til støddar. Um­ hvørv­is­stovan hevur havt samband við Porkeris kommunu og umboð fyri eigarar av lendinum í økinum. Tá støða er tikin til neyvari staðseting av lundini, verða sam­ráðingar við viðkomandi eigarar. Vindorka í Suðuroy er serliga áhuga­ verd, tí møguleikar eru at goyma orkuna í vøtnunum, sum longu eru partar av elskipanini í Suðuroy. Gongst sum ætlað, kann vind­myllu­ lundin verða klár at seta í rakstur á heysti 2017. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s Fríggjadagin Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning. Fyrst verður skýggjað og regn, seinni sólglottar, men kortini nøkur æl. Hitin millum 12 og 15 stig. Sunnudagin Lot til andøvsgul av landnyrðingi, seinni landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Leygardagin Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Sólglottar, men kanska okkurt æl. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Vónandi vera KÍ- fjeppararnir ikki alt ov tannleysir til næsta dyst Sæð á Facebook: Glasir er líka sum ein stórur fótbóltsdystur. Áðrenn byrjan verður øgiliga nógv gjørt burtur úr upphitingini Anni á Hædd, sum Sirið Stenberg og Turið Arge ikki høvdu álit á, er nú sett í starv sum serfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum Sirið Stenberg varðar av. Sum serfrøðingur fær hon eina serfrøðingaviðbót á 4.000 krónur um mánaðin. Sáttmálin sigur soleiðis: Ein arbeiðsgevari kann, tá ið umstøðurnar tala fyri, tilnevna eitt starvsfólk sum serfrøðing. Verður tað góðkent, kann arbeiðsgevarin fyri eitt ávíst tíðarskeið ikki longri enn 3 ár í senn, tilnevna starvsfólkið sum serfrøðing, og veita eina serfrøðingaviðbót upp í 4.000 kr. um mánaðin. Fyrsta koyribreytin í Føroyum lat upp á Skarðshjalla fríggjadagin Suni Olsen gjørdist stóra hetjan í finaluni um løgmanssteypið, tá hann skoraði avgerandi brotssparkið móti gomlu liðfeløgum sínum. KÍ vann 5-3 móti Víkingi. Leygardagin var pallborðsfundur um Suðuroyar Sjúkrahús. Tað vísir seg, at Landssjúkrahúsið og kommunulæknar ikki vilja senda sjúklingar suður á Suðuroyar Sjúkrahús. Sunnunáttina hevur onkur meiggjað Skansan í Havn til við orðunum Killer Nation. Búskaparráðið legði í hósdagin fram heystfrágreiðing sína. Enn mala samfelagshjólini við rúkandi ferð. Tey eldru gera comeback í politikki. Bæði Leivur Hansen og Beate L. Samuelsen, sum bæði hava sitið í býráðnum, stilla upp til kommunuvalið í heyst. »Serfrøðingaviðbót« Vindmyllur í Porkeri MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Búskaparvøksturin í 2015 er hægri enn væntað, sambært Búskaparráðnum. 8,5% MANGT OG HVAT Visti tú? At fleiri enn 34.500 ferðafólk hava ferðast við Atlantsflog í august